»Eg helt meg gera tað rætta«

Fyrrverandi venjarin hjá Havnar Svimjifelag, Rókur í Jákupsstovu, heldur seg hvørki vera rætt viðfarnan av felagnum ella Svimjisambandi Føroya

Svimjing

Hóast formaðurin í Svimjisambandi Føroya heldur, at øll nú aftaná duga at síggja, at tilburðurin í Klaksvík var skeivur, og at formaðurin í Havnar Svimjifelag sigur, at nevndin er samd um, at slíkt ongastaðni hoyrir heima, er høvuðspersónurin í málinum, Rókur í Jákupsstovu als ikki samdur.
? Eg helt meg gera tað rætta í Klaksvík, tá eg stóð har við einari rúgvu av svimjarum, ið ikki vildu svimja, umframt at eg hevði uppbakking frá hjálparvenjaranum hjá mær, sigur hann.
? Ein nevndarlimur í Havnar Svimjifelag var við, men gjørdi ið hvussu er einki fyri at forða fyri tí, sum hendi, tá vit gjørdu av at taka allar svimjararnar úr kappingini.
Sostatt er fyrrverandi venjarin hjá Havnar Svimjifelag alt annað enn nøgdur við málið, soleiðis sum tað liggur í løtuni, og hann ætlar eisini at gera nakað við tað.

Ikki fyrstu ferð
Rókur í Jákupsstovu heldur, at tey tóku svimjararnar úr kappingini so regluliga, sum tað ber til. Hetta hendi á einum tekniskum fundi leygarmorgunin 19. oktober, sum er ein fundur, har tað eitt nú ber til at taka svimjarar úr einari kapping.
Tað, sum helst vakti ríkiligan ans, var at Havnar Svimjifelag á tekniska fundinum henda morgunin tók allar sínar svimjarar úr kappingini.
? Hetta er ikki fyrstu ferð, at hetta er hent, men ta fyrru ferðina, eg kenni til, hendi tað áðrenn eina kapping. Tá vóru heilt aðrar orsøkir til, at vit tóku allar okkara svimjarar úr einari kapping, sum skuldi vera í Fuglafirði, sigur Rókur í Jákupsstovu.
Hann heldur nógv av tí, sum er komið fram um Ægirsstevnuna vera skeivt, og eitt nú vísir hann aftur, at tey í Havnar Svimjifelag kravdu at fáa høvuðsdómaran í kappingini settan frá, um tey skuldu halda fram.
? Tað stutta av tí langa var, at svimjararnir kendu seg at hava verið so fyri órætti, at teir snøgt sagt ikki vildu halda fram í kappingini. Og tá er eisini vónleyst at halda fram, so vit royndu altso at gera tað so regluliga sum gjørligt, sigur hann.
? Eg helt, at eg í støðuni gjørdi alt fyri at verja okkara egnu svimjarar, og eg helt meg eisini hava ta neyðugu uppbakkingina til tað. Tí skilji eg ikki ordiliga, at tað aftaná skal ganga út yvir meg við einari burturvísing og út yvir svimjararnar, sum fingu øll síni úrslit í kappingini strikað.

Sakførari uppí
Hin parturin av søguni er so, at Rókur í Jákupsstovu fríggjadagin 25. oktober bleiv koyrdur úr starvinum sum høvuðsvenjari í Havnar Svimjifelag.
? Tað avgerðina skilji eg ikki, tí eg havi ikki fingið so frægt sum eina ávaring frammanundan. Og tað finst framvegis onkur í nevndini, sum yvir fyri mær hevur givið til kennar sína fullu uppbakking, sigur hann.
? Nú er tað blivið til, at eg havi alla ábyrgdina av tí, sum er farið fram. Tí kann eg eisini liva við, tí eg havi jú sum høvuðsvenjari evstu ábyrgd av tí, ið hendir í einari kapping. Men nevndarlimurin, sum var við okkum í Klaksvík, hevur eftir øllum at døma neyvan kunna nevndina um, hvat veruliga hendi har norðuri.
Uppsøgnin var ógvuliga knøpp, og Rókur í Jákupsstovu fekk ikki ta uppsagnartíðina, hann annars helt seg hava rætt til.
? Eg var settur í starvið eftir somu treytum, sum limir í Starvsmannafelagnum, og tí átti eg at fingið tríggjar mánaðir í uppsagnartíð. Men tað fekk eg ikki, sigur hann.
? Sakførari hevur hugt at málinum, og sum skilst havi eg góðar møguleikar at krevja endurgjald fyri mistu uppsagnartíðina, og tað rokni eg eisini við, at eg fari at gera.
Starvið hjá Róki í Jákupsstovu var fulltíðarstarv, og tí stendur hann í dag uttan nakað arbeiði. Hvussu verður við framtíðini, hevur hann ikki tikið støðu til enn.