seinastu løtuna mundi vera, um tað skuldi eydnast B68 at halda fast um javnleikin móti HB. Tann parturin eydnaðist hjá toftamonnum, og so kundu bæði liðini í Gundadali væl og virðiliga vera nøgd um sítt einsamalla [...] talan støðugt um 4-5-1 uppstillingar, har tað ráddi um at pakka miðvøllin. Ikki minst tóktist hetta vera galdandi hjá gestunum, ið støðugt høvdu sera varið útgangsstøði. Men í løtum sóust bitar av tí, sum
seg framum við tveimum málum. - Hetta var avgjørt besta løtan hjá okkum higartil í ár, og tað man vera langt ímillum, at fótbóltur á hesum støðinum er at síggja her á okkara leiðum, helt væl nøgdi B68 [...] heilt fyri søkini. Teir flyta seg nógv, og teir eru ærukærir. Hvør einasti nærdystur kennist sum at vera alt avgerandi, teir eru skjótir, og teir hava gott eyga fyri at spæla saman við føroysku viðspælarunum [...] Danielsen í miðverjuni, og hóast venjingarstøðan ofta hevur verið betri, man Øssur Hansen framvegis vera ein tann besti vinstri vongverjin í landinum. Jann Ingi Petersen er á miðvøllinum við at finna stevið
gera fyri nøkrum árum síðan, var ónevniligt. Jú, - við politikki og myndugleikanýtslu kann nógv blak vera borið fólki fyri eyguni. Ella kanska er tað eitt tema, ið Havnar kommuna er farin í holt við? Lovaða [...] snævurt, eins og ein avrættaður vegur, hvørt tað veri geil ella jarnbreyt, haldi eg orðið ’breyt’ vera. Navnið er úrvalskent og sostatt í andsøgn bæði við tað margfeldni, sum frælsu ítróttirnar umboða [...] íÞróttir’. Eg skal ikki siga, at Tórsbreyt er kiksað heiti, men óheppið er tað, og ’leikvøllir’ man vera tað frægasta at brúka, tí tað í besta og sunnasta ítróttaranda fevnir um allar frælsu ítróttirnar
kunnu flyta mørkini uppeftir. Eg haldi tað er bæði fakliga progressivt og rationelt. Haldi tað t.d. vera so upplagt, at við teirra hægri fakliga førleika mugu vit gagnnýta sjúkrarøktarfrøðingarnar nógv meir [...] haraftrat fer so langt sum at siga, at ”sjúkrarøktin á Landssjúkrahúsinum er í vanda”, haldi eg tað vera eina óumhugsaða og yvirspenta reaktión hjá Vár í Gong. Fyri tað fyrsta verður talan ikki um at ”s [...] virkisøkini. Hetta skulu vit í felag gera greiðar avtalur um. Tað undrar meg eisini, at Vár heldur hetta vera nýggjar tankar hjá mær, sum hon hevur hoyrt og lisið nú um dagarnar. Tí um hon leitar í sítt egna
fittur partur av teimum, sum appelera til ráheit, drepan, sparkan, skjótan og annað rátt. Tað skal vera mær langt frá at skera allar filmar, tekniseriur, telduspøl yvir ein kamb og siga alt er vánaligt [...] hann í ein stóran mun, setur dagsskránna í mongum familjum í dag, eisini barnafamiljum. Hetta skal vera alt annað enn ein ábreiðsla á barnafamiljur, ella familjur yvirhøvur, nei hetta er meira ætlað sum [...] ótta. Eg eri eisini fullvitandi um at interneti er proppa fult av hesum typum av spølum, tað vil tá vera foreldranna ábyrgd at verja barnið. Hesar linjur eru meira ætlaðar sum eitt innarligt uppróp til tey
framtíð. Tey hoyra grasið grógva, og tey geva okkum neyðugar upplivingar. Hesar upplivingar kunnu vera framúr góðar, hugvekjandi ella skakandi. Listafólk stytta okkum stundir, og tey fáa okkum at hugsa [...] Tað privata eigur eins og tað almenna at kenna sínar skyldur mótvegis mentan og list og tá rætt skal vera, so fær økið mangan góðan stuðul frá ávísum føroyskum fyritøkum, ið soleiðis sýna listini stóra virðing [...] vælkomin til tiltakið, og vit í Miðlahúsinum og stuðlar annars vóna, at nógv fólk fara at nýta høvið at vera við til at heiðra tveir av okkara tónlistamonnum, ið bæði smíða løg og frambera tey til eldri og yngri
eigarin ikki hevur gjørt tað áðrenn. Eg haldi tað vera eitt frálíkt átak, Sosialurin er komin, tí at myndir siga so nógv, og vit skulu taka hetta til okkum og vera jalig og rudda. Heðin Mortensen sigur eisini [...] Kommunurnar hava sett í verk eina umhvørvisverkætlan, har øll almenn øki og øki hjá kommununi skulu vera ruddað innan eina tíðarfreist. Tíðarfreistin hjá Tórshavnar kommunu fór 7. juli. Fyrsta átakið hjá
heilt væl spældan dyst. Og hóast málleyst, so varð talan kortini um úrslit, sum báðir partar kundu vera so hampuliga væl nøgdir um. Barcelona-stílur Í eini viku, sum fyri tað nógva eisini varð merkt av [...] Andrew av Fløtum og Jákup á Borg høvdu eisini sínar møguleikar. Størsti vansin hjá HB í so máta tykist vera, at teir ikki longur hava ein Rógva Jacobsen at dúva uppá. Við sterka klaksvíkinginum í álopinum bar [...] ikki ætlaðu málini við sær kortini. Soleiðis endaði dysturin javnt, og tað kunnu báðir partar sum so vera nøgdir við. Hóast HB ikki hevur skorað í 180 minuttir nú, so leggja teir helst størsta dentin á, at
hann, at í næsta valskeiðið verður uppgerðin ímillum Føroyar og Danmark, gjørd. - Tann uppgerðin skal vera so virðilig sum gjørlig og uppgávan hjá teimum næstu føroysku fólkatingsumboðunum verður at fyrireika [...] verið endamálið, segði Høgni Hoydal. Hann heldur eisini, at sjáldan hevur tað havt størri týdning at vera á varðhaldi á Fólkatingi, enn í næsta valskeiði. - Vit vita, at ES er í ferð við at gera eina felags [...] ímóti Danmark, men um eitt stríð fyri at vinna føroyingum okkara egnu rødd í altjóða samstarvi og at vera á jøvnum føti við Danmark. Annars helt hann, at høvuðsuppgávurnar hjá føroyskum fólkatingslimir, er
sameina við aðrar hugsanir um rættvísa valskipan. Rættvísa økisumboðan: Øll øki í landinum eiga at vera umboðaði, og tað er best, um tað eru fleiri umboð fyri hvørt øki, so at ikki bara ein skal tosa teirra [...] til at fáa eitt umboð í einum øki enn í øðrum økjum. Rættvíst býti millum flokkarnar: Tað eigur at vera samsvar millum atkvøðuúrslitið og tingmannabýtið millum flokkarnar. Fyri at fáa eina rættvísa uppgerð [...] fólkaræðnum. Ymisk tiltøk kunnu setast í verk fyri at forða fyri, at privatar peningaíløgur ikki skulu vera vegurin til politiskt vald. Summi tiltøk kunnu setast í verk beinanvegin, onnur taka longri tíð, tí