Fótbóltur
Talan var um alt annað enn keðiliga nulloysn í Gundadali mikukvøldið. Á einum hampuliga vátum vølli, sum legði upp til skjótt spæl eftir graslíkinum, spældu grannarnir báðir ein ferðmiklan, undirhaldandi og til tíðir heilt væl spældan dyst. Og hóast málleyst, so varð talan kortini um úrslit, sum báðir partar kundu vera so hampuliga væl nøgdir um.
Barcelona-stílur
Í eini viku, sum fyri tað nógva eisini varð merkt av Champions League hálvfinalunum, kunnu sammetingar sjálvandi gerast, og í so máta er ikki heilt burtur við at sammeta HB-spælið við tað, sum Barcelona sýndi í tveimum hálvfinalum móti Manchester United.
Tí mált eftir possession, so er eingin ivi um, at HB var greitt omaná móti B36, eins og teir eisini vóru tað í fyrru hálvfinaluni í kappingin um Løgmanssteypið.
Stóri trupulleikin hjá HB var tó, at teir sjáldan skaptu tað heilt nógva. Tær ferðirnar, at teir veruliga gjørdust vandamiklir, var, tá Christian Høgni Jacobsen slapp at reika nakað út í borðini. Fleiri ferðir snaraði hann Dmitrij Jankovic ella Magnus Olsen av sær, og á tann hátt skapti yvirtalsstøður í álopspartinum.
Hinvegin var Christian Høgni ein av stóru syndarunum, tá hann í tveimum førum fekk heilt góðar møguleikar. Men tann partin var hann nú ikki heilt einsamallur um, tí bæði Andrew av Fløtum og Jákup á Borg høvdu eisini sínar møguleikar.
Størsti vansin hjá HB í so máta tykist vera, at teir ikki longur hava ein Rógva Jacobsen at dúva uppá. Við sterka klaksvíkinginum í álopinum bar til hjá liðnum at leggja trýst, bara bólturin varð sendir langt niðan, men tann facettin restar í løtuni, og tí tykist liðið ofta leita eftir alternativum hættum at trýsta.
Tordu at leypa á
Fleiri greinarar av føroyskum fótbólti hava seinastu vikurnar funnist at, at ov nógv lið í ov stóran mun spæla mest sum alibi-fótbólt, har bíða verður eftir mistøkum frá móstøðuni.
Í so máta var B36 eitt frískt lot mikukvøldið, tí ferð eftir ferð royndu teir at skapa yvirtalsstøður við at spæla skjótt niðaneftir. Fleiri ferðir eydnaðist hetta eisini, men at kalla hvørja ferð var felagsnevnarin, at seinasta sendingin restaði neyðuga neyvleikan.
Hanus Thorleifsson og Johan Ellingsgaard høvdu tó sínar møguleikar, tá teir seinast í hvørjum hálvleiki gjørdust leysir, uttan at teir tó megnaðu at finna leiðina fram við Tróndi Vatnhamar í HB-málinum. Ikki minst mundi Johan iðra seg, tí tíðin var væl og virðiliga farin um teir 90 minuttirnar, tá hann fekk sín møguleika.
Og so var tað eitt satt fornøjilsi at síggja bóltkynstrini hjá Alex José dos Santos á vinstra bakki. Við millimetur-neyvum sendingum var hann fleiri ferðir maðurin, sum smildraði HB-verjuna, men óneyvar temjingar ella skotroyndir bóru ikki ætlaðu málini við sær kortini.
Soleiðis endaði dysturin javnt, og tað kunnu báðir partar sum so vera nøgdir við. Hóast HB ikki hevur skorað í 180 minuttir nú, so leggja teir helst størsta dentin á, at einki mál er farið ígjøgnum somu minuttir. Og enn halda teir so fast um oddasessin í deildini.
B36 hevur heldur ikki tapt, og hóast tríggjar javnleikir, so hava hesir verið móti teimum trimum, sum vórðu roknað sum favorittar, og í so máta er einki forgjørt hjá einum underdog at fáa stig við sær úr hvørjari uppgerð.