Fótbóltur
Tvey mál eftir deyðbóltar vóru tað, sum kom burtur úr dystinum í Gundadali sunnudagin. Og sum so endurspeglaði hetta kanska eisini hugburðin, sum liðini bæði høvdu til dystin.
Tí hóast bæði liðini sjálvandi vildu vinna, soleiðis at tey kanska kundu toga seg nærri HB, so var tað sjónligt, at talan fyrst og fremst var um ein dyst, sum ikki mátti tapast.
Takksom tøl
Á pappírinum var talan annars um tvey framrættað lið. Báðir partar stillaðu upp við trimum áleyparum, men í verjustøðu var talan støðugt um 4-5-1 uppstillingar, har tað ráddi um at pakka miðvøllin.
Ikki minst tóktist hetta vera galdandi hjá gestunum, ið støðugt høvdu sera varið útgangsstøði. Men í løtum sóust bitar av tí, sum EB/Streyma-menninir eru føriri fyri, tá kontrað verður við fullari ferð. Eisini hóast Arnbjørn ikki tykist trívast heilt so væl í borðinum, sum hann ger tað heilt á toppinum.
Ta einu ferðina var um reppið, at Hans Pauli skoraði, tá hann varð stungin inn um verjuna eftir frálíkt kontraálop, men í aðrar mátar var tað B36, sum hótti mest. Tó uttan at koma til teir heilt stóru møguleikarnar.
Tí var ikki óvæntað, at ein deyðbóltur skuldi til, áðrenn mál kom. Talan var ikki um deyðbólt av vandamikla slagnum, tá fríspark varð sent inn í B36-brotsteigin úr miðkringinum. Heimaverjan var tó ikki heilt vakin, tá bólturin varð longdur, og so kundi Hans Pauli hegnisliga flukta bóltin í meskarnar.
Ein deyðbóltur var eisini tað nærmasta, EB/Streymur kom eini 2-0 leiðslu, men Meinhardt Joensen bjargaði framúr væl – og helt bóltinum – tá Mikkjal Thomassen langaði til úr 16,10 metrum.
Leiðslan hóvaði sjálvandi gestunum væl, og í seinna hálvleiki dúvaðu teir í enn størri mun á kontra-fótbóltin. Tað gav B36 stórt trýst, og leingi var talan um vandamikla tilveru hjá gestunum.
Potemkin var tó ikki nógv hvassur, tá hann hevði risa-møguleika, men tað var Dmitri Jankovic tó, tá hann slapp framat. Gestirnir vóru alt annað enn blíðir, tá B36 fekk fríspark í vinstra borði. Men hetta løgdu Santos og liðfelagarnir lítið í. Bólturin varð sendir innfyri, og har kundi verjuspælarin stýra sínum fyrsta B36-máli í meskarnar.
Og B36 var eisini hampuliga nær sigrinum. EB/Streymur megnaði ikki at umstilla seg til aftur at flyta spælið fram. Ikki minst órógvaði tað javnvágina á miðvøllinum, at Mikkjal Thomassen við eini niðurslitnari hælsinu noyddist av vøllinum. Og hóast fleiri upptrekk til kontra-støður, so eydnaðist ikki veruliga at leggja trýst á B36-verjuna.
Í hinum endanum gjørdist talan heldur ikki um opnar møguleikar, tó at bólturin ferðaðist nógv í og beint uttan fyri EB/Streyma-brotsteigin.
At liva við
Størsti spenningurin hjá áskoðarunum seinastu løtuna mundi vera, um tað skuldi eydnast B68 at halda fast um javnleikin móti HB. Tann parturin eydnaðist hjá toftamonnum, og so kundu bæði liðini í Gundadali væl og virðiliga vera nøgd um sítt einsamalla stig.
Enn hevur B36 bert spælt á heimavølli, og tó at talan tekniskt verður um útidyst mikukvøldið, so er grannauppgerðina móti HB altso eisini í Gundadali. Eins og sunnudagin, so verður talan tá aftur um sveinaroynd hjá óroynda B36-liðnum. Ein sveinaroynd, sum skal sýna, um spælararnir eru búnir til at spæla við í oddinum.
Tað hava EB/Streyma-spælararnir prógvað tey bæði seinastu árini. Tveir javnleikir á rað eru eingin vanlukka í so máta, men men stig skulu helst til, so oddurin ikki sleppur undan, og tí er kravið hjá teimum heilt víst ein sigur, tá Víkingur kemur til Margáir mikukvøldið.
Myndatxt
Mynd: Sofus D. Johannesen