Í næsta valskeiði loysa Føroyar frá Danmark

Formaðurin í Tjóðveldinum er sannførdur um, at vit eina uppgerð við Danmark í næsta valskeiði

- Í næsta valskeiði verður tað, at eitt uppgerð verður ímillum Føroyar og Danmark.

Tað er formaðurin í Tjóðveldinum, Høgni Hoydal sannførdur um.

Á eykaflokstingi hjá flokkinum sunnudagin, har uppstillingin til fólkatingsvalið var til viðgerð og har staðfesti hann, at í næsta valskeiðið verður uppgerðin ímillum Føroyar og Danmark, gjørd.

- Tann uppgerðin skal vera so virðilig sum gjørlig og uppgávan hjá teimum næstu føroysku fólkatingsumboðunum verður at fyrireika og stuðla uppundir tað uppgerðina ímillum tey bæði londini.

Hann helt eisini, at fólkatingsarbeiðið honum hetta valskeiðið hevur gingið gott og hevur vunnið sær virðing ímillum politikarar í Danmark.

- Tað hevur eisini verið endamálið, segði Høgni Hoydal.

Hann heldur eisini, at sjáldan hevur tað havt størri týdning at vera á varðhaldi á Fólkatingi, enn í næsta valskeiði.

- Vit vita, at ES er í ferð við at gera eina felags grundlóg fyri alt ES og avleiðingin av tí er, at avgerðir, sum danski staturin higartil hevur tikið vegna Føroyar, nú verða fluttar niður til ES høvuðsborgina í Brússel.

Men annars er ein ørgrynna av málum, sum skulu greiðast, bæði málinum um loftrúmið, útlendingamálini og verjumálini.

Tí helt, at tað er av serligum týdningi, at Tjóðveldi aftur fekk umboð á Fólkatingið fyri at tryggja sakliga upplýsing í Danmark um føroysk viðurskifti og at talan er ikki um eitt stríð ímóti Danmark, men um eitt stríð fyri at vinna føroyingum okkara egnu rødd í altjóða samstarvi og at vera á jøvnum føti við Danmark.

Annars helt hann, at høvuðsuppgávurnar hjá føroyskum fólkatingslimir, er at upplýsa um tær avbjóðingar, sum taka seg upp í sambandi við, at vit taka uppgerðina við Danmark í næsta valskeiði. Men annars skulu føroysku fólkatingsmenninir eisini útgreina teir samstarvsmøguleikar vit hava í altjóða samfelagnum, tá ið vit hava tikið ábyrgdina av landinum og at styrkja okkara samleika og at skapa virðing fyri okkum sum tjóð.

Men hann helt eisini, at tað verður ein stór uppgáva at fáa útisetar at taka virknan lut í arbeiðnum at byggja einar frælsar Føroyar og samstundis er tað ein uppgáva at tryggja rættindini hjá føroysku tjóðini og bæði hjá føroyingum í Danmark og hjá dønum í Føroyum, tá ið vit hava gjørt upp við Danmark í næsta valskeiði.


Vit hava onga ávirkan

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, sum hevur boðað frá, at hann er sinnaður at stilla upp, helt, at hetta var alt ov nógv avgjørt, tí ongin skuldi fyrigykla sær, at tey føroysku fólkatingsumboðini hava nakra ávirkan.

- Føroyskir fólkatingslimir hava onga ávirkan og her heima í Føroyum hevur tað lítlan og ongan týdning, staðfesti hann.

- Eisini í royndum okkara at vinna okkum sjálvræði, tí tað er lítið og onki, sum sæst aftur her heima, legði hann afturat.

Hann helt, at tað var nakað annað at brúka fólkatingsvalið til at marknaðarføra tjóðveldispolitikk annars.

Heldur ikki Sjúrður Skaale, sum er í umbúna at stilla upp til fólkatingsvalið, helt, at fólkatingsumboðini í Føroyum hava nakra serliga ávirkan.

Og hann helt, at við at stilla upp til fólkatingsvalið, góðtekur flokkurin í veruleikanum eina skipan, sum hann annars er ímóti.

Kortini helt at hann tá ið støða verður tikin til spurningurin um Tjóðveldi skal stilla upp til fólkatingsval ella ikki, má vigast fyri og ímóti um flokkurin fær so nógv burturúr, at tað uppvigar tað, at hann samstundis góðtekur eina skipan, sum hann í veruleikanum er ímóti.