Fyri einum mánaða síðan gjørdi Sosialurin eitt umhvørvisátak, Heimsins reinasta oyggjaland, har kannað varð, um Føroyar veruliga eru heimsins reinasta oyggjaland. Myndir eru tiknar frá almennum vegum, har rusk og órudd sæst. Myndirnar hava verið regluliga í blaðnum, og eisini í dagsins blað á síðu 16-21.
Kommunur rudda
Tórshavnar- og Sunda kommuna hava tikið átakið til og hava sett átak í verk í kommunum. Kommunurnar hava sett í verk eina umhvørvisverkætlan, har øll almenn øki og øki hjá kommununi skulu vera ruddað innan eina tíðarfreist. Tíðarfreistin hjá Tórshavnar kommunu fór 7. juli. Fyrsta átakið hjá kommuni var at burturbeina bilar uttan nummarplátu. Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at hann skilur als ikki, at borgarin ikki burturbeinir óbrúkiliga bilin, hóast hann fær 4000 kr. fyri, um hann fer niðan á brennistøðina.
Ongar nummarplátur: burtur
- Nú freistin er farin, koyrdu vit í gjár runt kommuna at vita, hvussu stóð til við óruddinum. Hóast nakrir bilar standa eftir, ið nú verða burturbeindir, má eg siga, at eg haldi, at lýsingarnir hava ávirkað. Fólk hava longu verið runt og burturbeint bilarnar, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Allir bilar í Tórshavnar kommunu uttan nummarpátur verða tiknir komandi dagarnar.
- Eg eri imponeraður av, at so nógv longu er tikið burtur, sigur borgarstjórin.
Náttúran skal eisini ruddast
Næsta stigið hjá Tórshavnar kommunu verður at fáa óruddið burtur úr náttúruni.
- Vit fara eisini at lýsa við hesum og seta eina freist á. Umhvørvisdeildin fer síðan at boða frá, at órudd skal takast burtur ymsastaðni, um eigarin ikki hevur gjørt tað áðrenn. Eg haldi tað vera eitt frálíkt átak, Sosialurin er komin, tí at myndir siga so nógv, og vit skulu taka hetta til okkum og vera jalig og rudda. Heðin Mortensen sigur eisini, at tað altíð er nóg mikið at burturbeina, og tí skulu læra av hesum og beina burtur beinanvegin.
Sunda kommuna arbeiðir eisini við einari umhvørvisverkætlan-
Sunda kommuna burturbeinir
- Vit arbeiddu við hesum, áðrenn Sosialurin kom við átakinum. Vit hava spurt okkum fyri, hvat mannagongdin er. Á myndunum hjá Sosialinum er alt ikki órudd – tað er bara útgerð, ið er tveitt ymsa staðni, so tað sær út sum órudd. Vit hava sett eina lýsin í bløðunum, um at fólk, ið hava órudd á økjum hjá Sunda kommunu, skulu burturbeina hetta áðrenn ólavsøku. Tað er fleiri, ið longu hava sett seg í samband við okkum, ið fara at burturbeina, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu.
Óruddarin gjaldar fyri ruddingina
- Um eigarin ikki ruddar áðrenn ásettu tíðina, fer kommunan inn at rudda, og eigarin kemur at gjalda fyri ruddingina, sigur borgarstjórin.
- Vit fara í framtíðini at gera so, at vit gera ein leigusáttmála við tey, ið leiga øki frá Tórshavnar kommunu, har tey hava ábyrgdina av at hava økið ruddiligt, men um hetta ikki verður hildið, fer kommunan eisini her inn og ruddar, og eigarin gjaldar, siður Heðin Zachariasen.
- Vit kunnu sjálvandi ikki fara inn á privat øki og siga, hvat tey skulu gera, men vit hava givið teimum eina áheitan um at rudda, sigur borgarstjórin.
Kommunan meinar tað
- Vit ætla okkum at halda, tað vit lova, og alt skal ruddast. Vit meina nakað við tað. Vit koma eisini at stramma mannagongdirnar upp viðvíkjandi vinnulig virksemi, ið leigar frá kommununi. Fleiri hava longu boðað okkum frá, at tey fara at burturbeina órudd, sigur borgarstjórin í Sunda kommuni, Heðin Zachariasen.
- Vit ætla at liva upp í lýsingina: óruddið skal burtur.