Tá filmar og tekniseriur geva barnasinninum ótta

Vit hava uppliva hesi mongu seinastu árini, at tað eru komnir nógvir sokallaðir filmar, sum eru ætlaðir børnum, somuleiðis eru komnar tekniseriur, sum eru ætlaðar til børn

Nógvir av hesum filmum eru ræðandi, at til tíðir knípur tað hjá okkum vaksnu at fyrihalda okkum til tær óhugnaligu verur (figurar) sum seta seg á nethindina hjá barninum.

Vit kenna tað øll somul, munin millum at fáa ein boðskap bert gjøgnum oyra, og so at fáa hann bæði gjøgnum oyra og eygu, myndirnar kunnu festa seg og tær kunnu fylgja tær í langa tíð, myndirnar foresterka mangan boðskapin.

Um tú hugsar um eina ávísa hending, sum gjørdi inntrykk á teg og, sum bleiv borin tær í myndum, ja so hugsi eg, at tú vilt geva mær rætt langt fram, at myndirnar forsterkaðu boðskapin í hendingini.

Vit uppliva eisini nú um stundir at tekniseriur hava ræðandi verur (figurar) sum avgjørt ikki geva tí óspilta barnasinninum eitt gott upplivilsi at blaða í.

Um vit taka teldupølini, so eru tað ein fittur partur av teimum, sum appelera til ráheit, drepan, sparkan, skjótan og annað rátt.

Tað skal vera mær langt frá at skera allar filmar, tekniseriur, telduspøl yvir ein kamb og siga alt er vánaligt og rátt fyri barnasinni, eg eri bara stórliga bangin fyri, at tað er langt ímillum tað, sum ikki gevur barnasinninum ein kvøkk.

Vit mugu bert ásanna, at filmar og telduspøl, eru ting, sum gera nakað við okkum menniskju, boðskapurin í filmum/telduspølum ávirka, tað veri seg gott ella ilt.

Undirhaldsídnaðurin er ein alsamt vaksandi ídnaður, tað er hann í ein stóran mun, setur dagsskránna í mongum familjum í dag, eisini barnafamiljum.

Hetta skal vera alt annað enn ein ábreiðsla á barnafamiljur, ella familjur yvirhøvur, nei hetta er meira ætlað sum ein vinarlig heilsan til barnafamiljur. Kanni filmarnar, bløðini, telduspølini, tað eru tit foreldur, sum skulu verja sinni á barninum, og verja barnið frá at blíva álopi og ávirka av hesum óhugnaligu verunum (figurunum), sum er at finna innan undirhald fyri børn og ung í dag.

 

Handilsrekandi

Er tað onki, sum er eitt mark hjá tykkum handilsrekandi, hvar tit siga at hetta er ov rátt ella hetta er for óhugnaligt fyri eitt barn at síggja?

Ella er tað bert ein kensluleysur heimur, hvar ein ikki hugsar um brúkaran, í hesum føri børnini og tey ungu. Eg eri fullvitandi um, at tit siga, at hatta er tað tey ynskja og hatta er tað ið selist.

Góðu tit handlandi, kunna tit ikki útiláta nógv av hesum ráðu telduspølunum og hesum óhugnaligu verunum (figurunum), sum eru við at innføra barninum ótta.

Eg eri eisini fullvitandi um at interneti er proppa fult av hesum typum av spølum, tað vil tá vera foreldranna ábyrgd at verja barnið. Hesar linjur eru meira ætlaðar sum eitt innarligt uppróp til tey handilsfólk, sum innføra hesar vørur, verði kritiskir í tykkara valið av spølum.

 

Kringvarp Føroyar

Nú stundar til jólar og bæði útvarpið og sjónvarpið plaga at gera rættiliga nógv burtur úr jólasendingunum fyri børn.

Til tíðir hava tað verið góðar sendingar, aðrar tíðir hava tær verði meira ivasamar, tá kundi tummilin vent niður, tær sendingarnar vórðu ikki barnavinarligar, her hugsi eg serstakt um sjónvarpið, tað er hatta við at fáa boðskapin ígjøgnum bæði oyru og eygu, lati jólaløturnar í ár blíva eina góða uppliving fyri alla familjuna.

Tað ger onki, um jólahøvuðspersónur verður at finna í leiki ella søgum, hann umboðar frið, gleði og ótti er ikki í honum.