Navnið spillir ongan, men tað útihýsir og skerjir onkran - Tórsbreyt eitt óheppið navn?

Herfyri fingu nýggju leikvøllirnir norðan fyri Ringvegin í Havn, heitið Tórsbreyt. Navnið er samansett av tveimum orðum: ’Tórs’ og ’breyt’. Fyrri orðliður møguliga fyri at gera tað serliga havnarligt, alt meðan heilhjartað havnarligt útiletur fyrra orðlið í ’Tórs-havn’

Tað er kanska ein roynd at fríggja yvir um vegin, har alt, ið bara hevði nakað sum helst við breyt at gera fyri nøkrum árum síðan, var ónevniligt. Jú, - við politikki og myndugleikanýtslu kann nógv blak vera borið fólki fyri eyguni. Ella kanska er tað eitt tema, ið Havnar kommuna er farin í holt við? Lovaða fimleikahøllin norðan fyri Tórsvøll skal kanska eita ’Tórshøll’, og ’Tórskjallari’ verður niðast í eystara enda millum hornafløgg og sláimaskinur. Um hon ikki kemur, tað er tað sumt, ið bendir á, so kann hon fyri tað fyrsta brúkast sum vallyfti eina ferð enn, og navnið ’Tórshøll’ skal so heldur brúkast til høllina á Hálsi, sum viðhvørt eitur ’høllin á Nabb,’ millum børn eitur hon ’grøna høll’, men almenna navnið er Tórshavnar Ítróttar- og Samkomuhøll. Tað er óivað hóskandi, tí seinastu árini er tað ikki tað gildið við virðing fyri sær sjálvum, sum ikki hevur staðið í høllini á Hálsi, og soleiðis kann ein alment sameina ítrótt og drykkjumentan.

Breyt við plássi fyri øllum, men ikki fyri vøllum

Síðan er tað seinni orðliður ’breyt’, ið merkir vegur ella steinsett geil til neyt, sum Føroysk Orðabók (1998) hevur sum aðru merking. ”Eg búgvi á Tórsbreyt 4” – ”Ja, og omma mín býr á Heygsbreyt 18.” Vit kenna orðið frá gøtunøvnum, t.d. Løgmannabreyt og Sandáarbreyt, og so fólkaskúlanum, har framhaldsnæmingar velja sær ávíst evni at arbeiða nærri við, - teir hava avmarkað seg at fara neyvari til verka innan valt øki. Júst eina avmarking, okkurt snævurt, eins og ein avrættaður vegur, hvørt tað veri geil ella jarnbreyt, haldi eg orðið ’breyt’ vera. Navnið er úrvalskent og sostatt í andsøgn bæði við tað margfeldni, sum frælsu ítróttirnar umboða, og samhaldsfesti, sum øll ítrótt sigur seg hava sum vørumerki. Tað er ivaleyst komið við íblástri frá orðinum ’rennibreyt’, men ’rennibreyt’ er ikki alt – verri enn so. Har eru so ótrúliga nógvir aðrir leikvøllir til alskyns kappingargreinar! Summar greinar hava breyt loðandi uppi við sær, t.d. fløtu lopini, annað av teimum høgu og spjótkast, men tað mest áhugaverda við trístøkki og longdarlopi er pettið millum bjálkan og lendingina í gryvjuni, í spjótkasti frá marki til lendingarmerki og í stangarlopi er tað pettið frá jørðini til yvirliggjaran. Restin at greinunum hava einki við breyt at gera, men allar hava við leikvøll at gera. ”Tungu” kastararnir fara í ringin – aldrin á nakra breyt! Hvat er galið við ’leikvølli’ ella bara ’vølli’? ’Leikur’snýr seg um spæl, rørslu og kapping, og ’vøllur’ um nakað grønt, grasvaksið uttan serliga nógv grót. Um tað ikki kann setast í samband við leikvøllirnar norðan fyri Ringvegin, so fati eg ikki ein metur av tí heila. Tað kann eita ’sparkivøllur’. Er orðið ’vøllur’ av málmyndugleikum kannað fótbólti og ongari aðrari uttanduraítrótt? So er orðið elitert. Um tað bara hevur við rennibreyt at gera, so er tað eisini úrvalskent. Á enskum eitur tað track & field, á føroyskum svarar heitið til track. Ella kanska traðk? Hvar er field í hesi navnagávuni? Hevði tað av øllum illum verið eitt fleirtalsorð sum eitt lítið tekin um virðing fyri fjølbroytni, men nei. Bretar siga ’athletics’ og íslendingar brúka fleirtal um sama orð, nevniliga ’frjálsar íÞróttir’.

Eg skal ikki siga, at Tórsbreyt er kiksað heiti, men óheppið er tað, og ’leikvøllir’ man vera tað frægasta at brúka, tí tað í besta og sunnasta ítróttaranda fevnir um allar frælsu ítróttirnar uttan at virðismeta eina hægri enn aðra.

Við havnarheilsan!