saman aftur, og gleðin er stór heima í Himli hjá Jesuspápa, har Hann ger ein bústað til reiðar til okkum,ið eftir sita til tann dag, tá vit aftur skulu møtast. Longsulin eftir tykkum er stórur, men størstur [...] er slóknað Alt ov stull, tað lívið var Stórt smíl tú altíð gav oss Ikki meir vit síggja her Stóra brekið, ið tú hevði Tað tú ikki legði í Tó oss lærdi, tú oss frøddi Fyri tað vit takka her. Vit vilja hervið [...] Alt títt lív vart tú nívd av stórum breki, og tað var av tí, vit fingu ta stóru gleði at kenna teg. Hóast títt stóra brek vart tú altíð lívsglað og hevði gott mót uppá lívið. Vit eru sera takksamar fyri
Tað er sama gamla søgan, the same old story. Kristina Nordendal fór til USA sum genta í húsi. Konan í húsinum metti, at hon átti at funnið sær vinfólk, og grannakonan hevði ein son, so tað hóskaði so væl [...] eitt ár í USA, vendi Kristina aftur til Føroya, men 5 mánaðir seinni fór hon aftur at vitja Scott. Men vitjanin skuldi bert vara í 3 mánaðar og hon hevði ikki visa. Kristina varð tikin til síðis í tollinum [...] og tað er ikki sørt, at hetta er rættiligt country umhvørvi, sum ein føroyingur hugsar sær tað. - Jú, har er nakað av tí dáminum, har er bert og oyði, men ikki so oyði, sum eg hevði hugsað mær tað. Har
samráðst var heilt til endan, bar tað ikki til at finna semju ímillum partarnar. Og nú eru samráðingarnar útsettar til 20 august. Jens Andreassen sigur, at tað hevur stóran týdning at fáa eitt gott úrslit í s [...] lønarhækkingin ikki størri enn tað, sum fíggjarmálastýrið er sinnað at lata, fer tað at føra til eina sera óhepnað støðu á Landssjúkrahúsinum. ? Trupulleikin er tann, at tað er rættiliga stórur munur á [...] at læknar rýma Hendan støða ger, at tað er sera trupult, fyri ikki at siga ógjørligt at lokka yngri, danskar læknar til Føroyar at arbeiða. ? Og tað vísir seg, at tað eisini verður verri og verri at fáa
deildunum. Daily Echo, sum er lokala blaðið í suðurenska býnum Bournemouth, gav Claus Bech Jørgensen sera gott skoðsmál eftir fyrsta dystin. Blaðið vildi vera við, at Claus spældi ein framúr góðan dyst á miðvøllinum [...] deild, sum er triðbesta deildin í Englandi. Seinasta kappingarár vóru teir við í uppflytingarstríðnum til 1. deild, men teir gjørdust ov stuttir. Felagið hevur uppflyting sum mál, men teir ásanna, at skulu [...] skulu teir gera sær vónir um 1. deildarfótbólt, skulu teir spæla enn betri í ár. Kanska verður tað Claus Bech Jørgensen, sum kann gera munin í kappingarárinum, sum byrjar fyrst í august.
so mikið gott skjal, at tað fór at verða torført hjá okkara fólkavaldu at siga nei til uppskotini um ein nýggjan útbúgvingarpolitikk. Tí áðrenn vit hava sett nøvn á tingini, eru tey ikki til, segði Jóannes [...] 1993, ið hevði til endamáls at fáa fólk til Føroya, og tí hevði minni orka verið løgd í at búgva landið til at taka ímóti ferðafólki. Men teirra mál var, at ferðavinnan skuldi hóska til føroyingar. Hon [...] leitiskeiðnum. Um vit nakrantíð koma longur til onnur skeið, eitt nú boriskeiðið, er tað jú bara gott, men Petur helt, at vit eisini kundu brúka núverandi leitiskeiðið til okkurt skilagott. Hann helt hetta vera
ólavsøku negldu teir rimmarfast, at talan hevur verið um eitt framúr gott ár hjá teimum. Havfrúgvin hevði ongantíð áður vunnið á ólavsøku, men tað gjørdu teir hesa ferð, og sigurin var sannførandi. Kollur hevur [...] og Sílið vann FM í 1992. Í 1999 var tað eingin ivi: vestmannadreingir í nýggju Havfrúnni vóru raskastir, og á ólavsøku megnaðu teir í góðveðrinum at vísa, at tað er framtíð í kappróðrinum í Vestmanna [...] Tað var longu undan ólavsøkuróðrinum greitt, at Havfrúgvin væl og virðiliga hevði vunnið FM heitið. Hóast Vestmanna so at siga altíð hevur verið ein tann drúgvasta kappróðrarbygdin, so er hetta fyrsta
og fjarbúgvunum. Tíðirnar siga, at tað var sera tætt, og tað var við einum veldugum endaspurti, at tað eydnaðist Sølmundi at vinna og harvið seta trumf á eitt sera gott kappingarár fyri NSÍ. Nógvu áskoðararnir [...] umfarinum vóru vinnarar, men soleiðis eru treytirnar, og á norðoyastevnu kom tað væl við hjá teimum umborð á Hvessingi, at tað bar til at rógva umaftur. [...] 1998 verður minstur fyri, at áskoðararnir so at siga einki fingu fyri pengarnar, tí tað var so tjúkt í mjørka, at tað sást ikki framum stavn. Í 1999 var nógv øðrvísi, men tá 6-mannaførini við monnum skuldi
lastandi orð kann sigast um tað fyribrigdið, at menniskju í hjartanum gjørdust gripin av persóninum Jesusi. Hansara tíð á jørðini er mettað av góðsku. Tá hann á sinni skuldi dømast til deyða, ja tá var eingin [...] lovsangur ljóðar av vørrum teirra trúgvandi, teirra, ið eru endurfødd til livandi vónar vegna uppreisn Jesu Krist frá deyðum. So satt og ríkt tað innara menniskjað, har hin upprisni vitjar við sínum himmalska [...] lænir Harranum, og Harrin skal løna honum tað góða, ið hann ger«. Hetta er Harrans orð, og so nærverandi er Guð, at miskunn í verki er at skilja sum eitt lán til Harran, ein tænasta Guðs vegna og í navni
úna, sigur Erlendur. Tað eru ongar avmarkingar í luttøkuni. Tann, sum hug og áræði hevur, kann tekna til. Og tað er eingi skomm at gevast á fjørðinum, sigur Erlendur Simonsen. Tað var Ove Joensen, sum [...] útnytta streymin til fulnar. Ein »formansbátur« er við á ferðini. Hesin hevur til uppgávu alla tíðina at fylgja við, hvussu rákið er, og so vegleiða svimjarum og fylgi teira. Tilmelding til svimjingina verður [...] Erlendur Simonsen sigur, at tað er eitt krav, at ein bátur fylgir við hvørjum svimjara. Gott hevði tí verið, um lutakararnir sjálvir høvdu havt møguleika at fingið bát til vega. Eisini er neyðugt at hava
Havnar Kirkju frá 1930 til umleið 1938 og stjórnaði eisini Havnar Sangfelag í eini tíggju ár. Ikki er greitt, nær kór á fyrsta sinni hevur sungið í kirkjuni á ólavsøku, men tað kann gott hava verið langt fyri [...] Havnarkórinum - og tað var serliga Jóannes Nolsøe, sum stjórnaði í kirkjuni hetta tíðarbil. Jóannes var organistur í Havnar Kirkju frá uml. 1970 til 1983, tá ið hann flutti suður aftur til Vágs. Men hann hevur [...] var up á tað harðasta. Jákup Dahl, próstur, sum var sóknarprestur í Havn um hetta mundið, og sum breyt slóð fyri at fáa føroyskt inn um kirkjugátt, sá m.a. til, at kirkjufólkið fekk høvi til at syngja