merkiligt at hugsa sær, at eg sum skrivi hetta, eri føroyingur, enntá einnevndur føroyingur í Føroyum, ja, enntá einnevndur í allari verðini. Tað eru so nógvir einnevndir føroyingar í verðini av tí, at teir [...] Men sjálvur ivast hann í, um ikki onkur annar eitur Jógvan Salamon Joensen. Hann heldur, at ein leirvíkingur, sum býr í Leirvík, eitur soleiðis eisini. Og nú fór eg at ivast, um eg havi stavað navnið rætt [...] Salomon. Sorry Sofus! At hugsa sær, at tað skulu vera so fáir sumbingar í verðini. Bara nakrir hundrað. Tað má vera fantastiskt at vera sumbingur. Tað má vera nógv meiri fantastiskt enn at vera frumskógarindianari
neyðugt at broyta hasi nøvnini í talumálinum. Kanska kemur ein broyting av sær sjálvari, sum árini líða!?! Skúlabørnini Ikki er neyðugt at vera skúlafólk fyri at skilja, at talbroytingin fer at lætta um [...] til spurningin var, at nú vóru 50 (fimmti) ár liðin, síðan norðmenn aftur fóru at brúka tey upprunaligu norðurlendsku tølini. Hjá teimum eydnaðist ætlanin væl; onkur dugir kanska at greiða eitt sindur frá [...] byrjaði Útvarp Føroya at senda. Ta fyrstu tíðina vórðu sjálvsagt tey føroysku tølini brúkt. Onkur spurdi nú ein dagin, hví Útvarpið mundi gevast við at brúka tey. Svarið man vera, at av ófatiligum trongskygni
7-0 ímóti tí stóra Jugoslavia, sum Bosnia eisini var partur av. Í 1995 taptu Føroyar 3-1 ímóti nýggja Jugoslavia. Allan Simonsen plagar at siga, at tað ber ikki til at siga nakað um, hvussu úrslitið verður [...] spælarunum vóru heldur ikki á tí støðinum, sum tey plagar at vera á landsliðnum. Onkrir vóru ikki í tí venjingarstøðuni, sum teir annars plaga at vera í, og onkrir, sum vóru í góðari venjingarstøðu, sótu á beinkinum [...] Hann segði sjálvur undan fráferðini, at hugurin at spæla var ikki tann, sum hann hevði verið, og tað undirstrikar tað, sum vit áður hava sagt, at tað hevur tykst, sum um hann í ár ? millum annað orsaka av
tora at hugsað, at føroyingar fóru at taka loysing og satt at siga, so óttist eg prátið sum hevur verið frammi í sein-astuni heima í Føroyum. Eg hugsi um áttatiárini, tá kláraðu føroyingar sjálvir at stýra [...] greitt, at taka føroyingar fullveldi, so kunnu vit rokna við at livifóturin fellur nakað -Og eg eri als ikki á-hugaður í, at tað skal gerast verri at liva í Føroyum. Eg vil hava tað gott, eg vil at kona mín [...] fylgja tjóðveldis-monnum, tá teir siga at tað er rætt at klára seg sjálvan. Eg búgvi niðri og í Dan-mark verður tað als ikki tikið fyri givið, at væl-ferðarsamfelagið, sum vit kenna tað í dag, har øll eru
men Gillberg mælir til, at foreldur sjálv taka stig til at krevja eina kanning av barninum. - Tað er av størsta týdningi, at foreldur fáa at vita, at slíkt finst allastaðni, og at tað kann raka teirra barn [...] Mítt ynski er, at meiningsleysa kjakið steðgar, og at vit fáa nøkur fakta á borðið. Eg vænti, at tosað verður meira evnið í framtíðini í Føroyum, og tað er umráðandi, at øll gera sær greitt, at tað kann raka [...] mátti dyljast sum mansmorð, um onkur hevði tað í familjuni. Nú er vanligt at tosað verður um tað, og trupulleikarnir kunnu loysast ístaðin fyri at dyljast. Christopher Gillberg sigur, at hansara meiningar
meira við at vísa á gøtur og túrar, sum gangast kunnu. Umráðandi er, um gerast skal ordiliga burtur úr gongutúrum, at umstøður sum góðar gøtur at ganga eftir, eru í lagi. Tað er ikki bara at fara í hagan [...] ikki siga, hvat tað verður, men tað verður so gjørt í framhaldi av arbeiðinum at fáa føroyingar at støðast her heima í síni frítíð, sigur hann. Um faldararnar, sum givnir eru út, sigur Per Hansen, at hetta [...] grundini bara at ganga eftir merktum bygdagøtum, um ikki annað nágreiniligt loyvi er fingið. Og ikki er altíð ráðiligt hjá hvørjum sum helst at fara ókendur í hagan. Per Hansen, sigur, at tað er við at síggjast
ætlanir um at niðurleggja nakrar av hesum farleiðum. -Vit vænta okkum nakrar dýrari tryggingar og strangari trygdarkrøv, sigur Magni Arge. Hann sigur, at tað er torført at siga akkurát nær hetta kemur at merkjast [...] eisini at gera seg galdandi í Sambandsríkinum og aðrastaðni við. Hetta hevur higartil havt tær fylgjur, at fleiri flogfeløg hava verið noydd til at gera munandi skerjingar. Hópuppsagnir og eisini onkur húsagangur [...] taka umfatandi stig fyri at bjarga sær sjálvum, so verður tað væntandi ikki neyðugt hjá Atlantic Airways at fremja nøkur stórvegis átøk fyribils, veit stjórin, Magni Arge, at siga. -Vit hava ikki merkt nakað
var einki at síggja til slíkt sunnudagin. Á vegnum til vøllin vóru nógvar sølubúðir, sum bjóða skreytislutir, troyggjur og mat. Og tað er lítið at ivast í, at her er eisini ein vinna, sum fólk fáa pengar [...] orkuni varð nýtt til at niðurgera mótstøðumenninar við herrópum og slagsangum, sum tað er óvanligt at hoyra á okkara leiðum. Tað var merkistvert, at tað var ikki ein United-troyggja at síggja, einki turriklæði [...] fleiri ferðir. Tað var ikki bara rópt, tí tey, sum sótu millum Liverpool-fólkini á Anfield, kundu siga frá, at tá ið United skoraði, og onkur hevði hug at fegnast um hetta á Liverpool-plássunum, vóru tey
rættiliga fríum máli, sum legði seg tætt at talumáli við orðum sum 'beskriva' og 'planlegging'. Men samstundis harmast, tann sum skrivar, um at fjølmiðlafólk brúka eitt hálvdanskt orð sum 'eldtong', tá vit [...] gamla konu, sum undraðist yvir, at ein av ungu monnunum í bygdini var farin at ljóða so "skaputur", tá hann var at hoyra í útvarpinum. - At vera skaputur merkir, at tú snobbar fyri øðrum, tí títt egna ikki [...] eg væl at síggja tað skilagóða í at lata enskt spæla størri leiklut á stovnum, sum hava stóran tørv á at samskifta við allan heimin. Trupulleikin fyri eitt lítið mál, sum tað føroyska, er bara, at menningin
føroyingar, ið fara á leguna, ber ikki til at siga enn. Freistin at tekna seg er fyrst úti um góðar tvær vikur, so fyrst um hálvan mai fæst tað nágreiniliga talið at vita. Í fleiri londum TeenStreet varð fyrstu [...] kann sigast annað enn, at TeenStreet er vaksið nógv gjøgnum árini, hóast tað sjálvandi ikki ber til hjá øllum ungum runt í heiminum at koma til Týskland á leguna. Tí varð umhugsað at byrja TeenStreet aðrastaðni [...] kappingar og tónleikur o.s.fr. eru við at mynda og lýsa undirvísingina á ein kreativan hátt. Seinnapartar eru møguleikar at íðka ítrótt, hitta onnur ung, fara í býin ella at luttaka á teimum mongu ymisku ak