Føroyingar eru tíggju ár aftanfyri grannalondini

- Tað er umráðandi, at hugburðurin viðvíkjandi sálarsjúkum børnum broytist. Teirra trupulleikar eru biologiskt treytaðir eins og hjá einum, ið hoyrir illa ella hevur ovurviðkvæmi, sigur 50 ára gamli Christopher Gillberg, sum er professari í barnasálarsjúkufrøði í Gøteborg í Svøríki. Hann er í hesum døgum í Føroyum og hevur undirvísing og fyrilestrar

- Støðan í Føroyum hjá sálarsjúkum børnum líkist henni í Svøríki fyri tíggju árum síðani. Man var varugur við, at sálarsjúkur vóru til staðar, men eingin tosaði nakað serligt um tær, sigur Gillberg professari.

Síðani tað er ein stór broyting farin fram í Svøríki. Gillberg metir, at í dag hava allir sviar hoyrt um t.d. autismu, damp ella aðrar sálarsjúkur, og fleiri góðtaka eisini sálarsjúkur nú enn fyri nøkrum árum síðani.

Her í Føroyum hava vit enn langan veg á mál. Vit eru ikki nóg opin hesum viðvíkjandi, men tað ber til at sleppa undan at gera tey somu mistøkini, sum gjørd eru í Svøríki og Danmark, um vit læra av grannum okkara.

- Í Føroyum kenna familjur seg ofta bangnar, tá tað verður staðfest, at eitt barn hevur sálarsjúku, men jú fleiri sannroyndir koma fram, tess lættari verður tað hjá familjum at góðtaka og liva við støðuni.


4-5% eru sálarsjúk

- Um vit leggja sálarsjúkur sum autismu, damp, mentalt seinment og tourette saman, so eru eini 4-5% av øllum børnum illa rakt av onkrum av hesum sálarsjúkum, sigur Gillberg.

Hetta er ein stórur partur av fólkinum, tí tað er tjúgunda hvørt barn, sum er sálarsjúkt. Her er bara talan um tey, sum eru veruliga sjúk, og ikki tey, ið bara hava ein feril av sjúkuni.

Tað ber ikki til at siga, um tølini eisini eru galdandi fyri Føroyar, tí vit hava ikki nøkur eftirfarandi hagtøl, men tað er einki, sum bendir á, at talið er lægri í Føroyum enn aðrastaðni. Tí kann roknast við, at vit lutfalsliga hava eins nógv sálarsjúk børn og grannalondini.

Tørvur er avgjørt á hagtølum fyri, hvussu nógv børn í Føroyum eru sálarliga sjúk, og tað hevði økt nógv um vitanina av sálarsjúkum í Føroyum.

- Tað er umráðandi at skilja, at tað eru so mikið nógv, sum hava álvarsamar sjúkur. Slík børn hava tørv á stórari hjálp, men fáa ikki altíð ta neyðugu hjálpina. Man hevur fyrr roknað við, at talið av sálarsjúkum børnum er nógv minni, enn tað í veruleikanum er, og tí er hjálpin ikki nóg góð á fleiri økjum.

- Fyri at kunna hjálpa hesum børnum krevst serkunnleiki á fleiri økjum. Medisinskur, sálarligur og pedagogiskur serkunnleiki skulu til fyri at børn kunnu fáa hjálp, sum munar nakað.

- Ofta er tað so, at serkunnleikin vantar á einum øki, men tað er ógvuliga umráðandi, at man hevur eitt lið av fólki við serkunnleika, sum arbeiðir saman.


Foreldur skulu taka stig til kanning

Tað eru dømi um, at foreldur í Føroyum hava bíðað í fleiri ár, frá tí at tey hava fingið illgruna um, at teirra barn hevur onkra álvarsama sálarsjúku, til læknar hava sett eina diagnosu fyri barnið. Henda bíðitíðin, har foreldur ganga við einum illgruna, kann vera ótolandi, men Gillberg mælir til, at foreldur sjálv taka stig til at krevja eina kanning av barninum.

- Tað er av størsta týdningi, at foreldur fáa at vita, at slíkt finst allastaðni, og at tað kann raka teirra barn eins væl og onkran annan. Foreldur skulu sjálv taka stigið at fáa barnið kannað, so skjótt tey gerast bangin. Foreldur mugu sjálv vera við til at seta krøv.

- Síðan eg kom higar, havi eg hoyrt um børn, sum hava fingið sína diagnosu heilt seint í lívinum, har ynskiligt hevði verið, um tað hendi fyrr. Jú fyrr barnið fær hjálp fyri sína sálarsjúku, tess betri fær barnið tað seinni. Tað fær baksláttur at bíða við eini diagnosu.


Foreldur skulu útbúgvast

- Foreldur skulu eisini hava útbúgving og lærdóm um sálarsjúkur, tá teirra barn fær staðfest eina sálarsjúku. Foreldur hava tørv á kunnleika um sjúkuna og svør uppá spurningar um, hvussu arbeitt verður við sjúkuni, hvussu kann barnið lærast.

Í Føroyum hava vit feløg fyri foreldur við børnum, sum hava ymsar sjúkur. Gillberg metir at hesi feløg hava sera stóran týdning fyri foreldrini, tí her kunnu tey tosa saman um felags trupulleikar við børnunum á ein annan hátt, enn tá tey tosa við læknan.

- Mítt ynski er, at meiningsleysa kjakið steðgar, og at vit fáa nøkur fakta á borðið. Eg vænti, at tosað verður meira evnið í framtíðini í Føroyum, og tað er umráðandi, at øll gera sær greitt, at tað kann raka ein og hvønn.

- Tá eg var ungur, tosaði eingin um t.d. alzheimers, og tað mátti dyljast sum mansmorð, um onkur hevði tað í familjuni. Nú er vanligt at tosað verður um tað, og trupulleikarnir kunnu loysast ístaðin fyri at dyljast.

Christopher Gillberg sigur, at hansara meiningar eru grundaðar á vísindaligar kanningar, og hann leggur teim ábyrgdarhavandi í Føroyum eina við, at allar avgerðir verða tiknar út frá einum vísindaligum grundarlagi. Soleiðis fæst tað besta úrslitið.

Hann sigur at enda, at í einum so lítlum samfelag sum okkara, er umráðandi, at man hevur ein miðdepil, har serkunnleikin er savnaður. Men hann leggur afturat, at uppgávubýtið má vera so greitt sum til ber.