Flogferðsla
Yvirgangsatsóknirnar í farna mánað hava sett síni tungu spor á heimin. Menniskjaliga vanlukkan gjørdist øllum kunnugt ovurstór. Eisini partar av vinnulívinum komu at merkja sviðan av atsóknunum 11. september. Fólk, serliga ì Sambandsríkinum, settust aftur og byrjaðu at brúka alsamt minni av peningi, og hetta setti beinanvegin síni spor á búskapin. Ein rættilig flogræðsla byrjaði eisini at gera seg galdandi í Sambandsríkinum og aðrastaðni við. Hetta hevur higartil havt tær fylgjur, at fleiri flogfeløg hava verið noydd til at gera munandi skerjingar. Hópuppsagnir og eisini onkur húsagangur hava verið gerðandiskostur í fjølmiðlunum seinastu tíðina. Stjórnirnar bæði í Sambandsríkinum og í fleiri evropeiskum londum hava verið noyddar til at seta umfatandi búskaparlig átøk í verk fyri at bjarga teimum afturútsigldu flogfeløgunum.
Fleiri ferðandi
Føroyingar dámar óføra væl at ferðast loftvegis, og hetta merkist eisini á øllum brøgdum. Hóast atsóknirnar í Sambandsríkinum í farna mánað, so er hugurin hjá føroyingum at ferðast loftvegis ikki minkaður, men heldur tvørturímóti voksin ? í øllum førum enn. Í september mánað í ár ferðaust 13.478 fólk um flogvøllin í Vágum. Sama tíðarskeið í fjør fóru 11.229 fólk um flogvøllin í Vágum. Hetta er ein vøkstur uppá 20%. Talan er um fólk, sum entin koma til ella fara frá flogvøllinum. Hetta merkir eitt nú, at ein oljuarbeiðari, sum kemur við flogfari úr einum øðrum landi og skal flúgvast út á riggin og aftur, munar rættiliga væl í hagtølunum.
Talið av fráferðum og komum er eisini voksið við 44 % sama tíðarskeið.
Hægri gjøld
Hóast flogfeløg kring allan heim taka umfatandi stig fyri at bjarga sær sjálvum, so verður tað væntandi ikki neyðugt hjá Atlantic Airways at fremja nøkur stórvegis átøk fyribils, veit stjórin, Magni Arge, at siga.
-Vit hava ikki merkt nakað stórvegis til hesa nýggju støðuna á okkara ferðafólkatali, sigur Magni Arge.
Atlantic Airways hevur seinastu árini víðkað almikið um teirra virksemi við eitt nú nýggjum farleiðum. Sambært stjóranum eru ongar ætlanir um at niðurleggja nakrar av hesum farleiðum.
-Vit vænta okkum nakrar dýrari tryggingar og strangari trygdarkrøv, sigur Magni Arge.
Hann sigur, at tað er torført at siga akkurát nær hetta kemur at merkjast. Mestir vera nýggju tryggingarkostnaðirnir at merkja skjótt. Her verður væntandi talan um øktar útreiðslur í millónaupphæddum. Strangari trygdarkrøvini verða væntandi ásett loypandi yvir eitt tíðarskeið, sigur Magni Arge. Hóast felagið hevur kunnað víst á yvirskot í nøkur ár, so kemur hetta framvegis ikki væl við. Ein fylgja av hesum verður eisini, at ferðaseðlakostnaðurin verður hækkaður við fimm prosentum. Bílígu ferðaseðlarnir ella kampagnu ferðaseðlarnir vera tó framvegis at fáa, heldur Magni Arge.
-Vit fara at hava tað torført við at planleggja í framtíðini, og vit mugu vera meira varnir, sigur Magni Arge at enda.