Sonne Smith
Viðhvørt er tað heilt merkiligt at hugsa sær, at eg sum skrivi hetta, eri føroyingur, enntá einnevndur føroyingur í Føroyum, ja, enntá einnevndur í allari verðini.
Tað eru so nógvir einnevndir føroyingar í verðini av tí, at teir eru einnevndir í Føroyum og búgva uttanlands. Tak til dømis Simon von Konoy, alias Símun úr Konoy. Hann býr uttanlands, ella skuldu vit heldur sagt, í Suðurdanmark. Eg veddi upp á, at eingin annar eitur hvørki Simon von Konoy ella Sínum úr Konoy. Hann er gøtumaður. Hvussu nógvir gøtumenn eru til? Tað er sjálvandi ilt at siga, tí í allari verðini eru kanska fleiri túsund gøtumenn, men í Gøtu ein dag, ella í fleiri dagar, búgva fleiri hundrað gøtumenn. Eitt nú Jógvan Salamon Joensen. Taka vit og skilja Føroyar frá verðini, so er Jógvan Salamon Joensen helst einnevndur. Men sjálvur ivast hann í, um ikki onkur annar eitur Jógvan Salamon Joensen. Hann heldur, at ein leirvíkingur, sum býr í Leirvík, eitur soleiðis eisini. Og nú fór eg at ivast, um eg havi stavað navnið rætt. Mær var hyggjandi í telefonbókina, og Gud hjálpi tú mær eitur hann Jógvan Salomon.
Sorry Sofus!
At hugsa sær, at tað skulu vera so fáir sumbingar í verðini. Bara nakrir hundrað. Tað má vera fantastiskt at vera sumbingur. Tað má vera nógv meiri fantastiskt enn at vera frumskógarindianari í Amazonas, tí teir eru nógvar ferðir fleiri í tali. Tað má vera stuttligt, ella ið hvussu er heilt burturav sjáldsamt at vera sumbingur.
So er tað Trongisvágur ? fyrr Trangisvaag ? bygdin heilt har inni í Froðbiar sókn. Hugsa sær til, at ein trongisvágsingur hevur verið maskinmeistari ? chiefur ? í Disney World í Kalifornia, ha? Men hann var ikki einnevndur, tí hann æt Lindberg, minnist meg rætt. Hann æt Lindberg, tá ið hann fór úr Trongisvági til Amerika at búgva.
Onkur føroyingur býr í Tokyo og lærir seg at eta fisk. Ein annar býr onkustaðni í Teimum Sameindu Emirríkjunum og virkar sum oljuvinnuserfrøðingur. Hann er føroyingur, men tað hugsa hasir arabararnir ikki um. Teir eru karvandi líka glaðir. Hann skal bara hjálpa teimum við at fáa nakað burtur úr oljuni. Hann fær ógemeina nógvar pengar afturfyri. So nógvar pengar, at vit hava yvirhøvur ikki ráð at senda boð eftir honum. Mann kann ikki fara og betala fyri sovorðið tvætl. Nei nei, latið okkum fáa útlendingar. Ein føroyingur er ikki førur fyri at útinna nakað oljuavrik ella oljubragd í Føroyum. Tað duga vit ikki, um maðurin so glíður í olju har suðuri í Persaflógvanum hvønn tann einasta dag.
So eru tað uppaftur fleiri hálvir føroyingar enn heilir føroyingar. Tað eru eisini nokkso nógvir fjórðingsføroyingar til, hvussu mann so ber seg at við tí. Men tað skerst ikki burtur, at tað er nógv fínari og virðiligari at vera hálvur ella fjórðingsføroyingur, um so er, at viðkomandi hevur skorað eitt mál onkustaðni í Suðureuropa, fyri ikki at siga Suðuramerika. Tað mugu vit skriva síðu upp og síðu niður um. Vit eiga eisini eitt føroyskt fótbóltslið í Danmark. Todi Jonsson eigur tað, tí tað stendur altíð at lesa á ítróttarsíðunum, at FCK er liðið hjá Toda. Og Todi er hálvur klaksvíkingur og hálvur søldfirðingur. Tað er ikki so sjáldsamt at vera klaksvíkingur, tí teir eru fleiri túsund í tali.
Jamen, er tað ikki herligt at vera føroyingur? Vit klóra eyguni úr hvørjum øðrum, tí at vit øll hvør í sínum lagi halda tey flestu vera kraftidiotar, tí vit hava ikki somu meining um alt.
Vit føroyingar skulu liva við, at vit hava dømt okkum sjálvar í somu løtu, vit koma í verðina.