Føroyingar hitta ungdómar úr 20 londum

Hesi seinnu árini hava hópurin av føroyskum ungdómum luttikið á teirri stevnuni, sum Operation Mobilisation skipar fyri í Týsklandi. Aftur í ár gevst hesin møguleikin, tá TeenStreet 2005 stendur á skránni

Tá ein tosar um OM, so munnu tey flestu beinanvegin hugsa um gomlu Norrønu, sum í løtuni verður umskapað til ?Logos Hope?.
Men OM er annað enn skip. Tí hesin felagsskapurin skipar eisini á hvørjum ári fyri kristiligum ungdómslegum, har fólk úr øllum heiminum hittast.
Ein slík lega verður aftur hildin í ár, og verður aftur í ár væntað, at fleiri føroyingar fara til Týsklands í juli mánaði.
Í fjør vóru fleiri enn 160 føroyingar á hesi leguni, og vónað verður, at sama tal av ungum trúgvandi føroyingum fara á hesa TeenStreet-leguna í ár.
Júst, hvussu nógvir føroyingar, ið fara á leguna, ber ikki til at siga enn. Freistin at tekna seg er fyrst úti um góðar tvær vikur, so fyrst um hálvan mai fæst tað nágreiniliga talið at vita.
Í fleiri londum
TeenStreet varð fyrstu ferð hildið í Týsklandi summarið 1993 við 54 luttakarum.
Í fjør vóru 3.500 tannáringar og hjálparfólk úr uml. 20 ymiskum londum við - 162 av teimum vóru føroyingar. Føroyingar hava luttikið síðani 1999, tá 13 føroyingar vóru við.
Ikki kann sigast annað enn, at TeenStreet er vaksið nógv gjøgnum árini, hóast tað sjálvandi ikki ber til hjá øllum ungum runt í heiminum at koma til Týskland á leguna.
Tí varð umhugsað at byrja TeenStreet aðrastaðni í heimin-um. Sum sagt, so gjørt, tí í 2003 var TeenStreet hildin í Uruguay, í 2004 í Brasilia, og í ár verður TeenStreet fyri fyrstu ferð hildin í India og Kekkia.
Føroyingar hava tó bert luttikið í Týsklandi, og tað fara teir at gera aftur í ár. Farið verður til Munster í døgunum 30. juli til 06. august.
Nógv á skránni
Føroysku tannáringarnir verða á føroyskum liðum við uml. seks gentum ella dreingjum á hvørjum. Hvørt liðið hevur ein føroyskan liðleiðara.
Fyrrapartar eru øðrvísi bíbliutímar enn teir, vit kenna her heima, har m.a. drama, kappingar og tónleikur o.s.fr. eru við at mynda og lýsa undirvísingina á ein kreativan hátt.
Seinnapartar eru møguleikar at íðka ítrótt, hitta onnur ung, fara í býin ella at luttaka á teimum mongu ymisku aktivitetunum á økinum.
Hvørt kvøld hittast allir legu-luttakararnir og leiðararnir í stóru høllini til eina lovsongsløtu.
Fairplay til føroyingar
TeenStreet er mennandi og læruríkt, og víðkar avgjørt sjónarringin hjá øllum, yngri sum eldri.
Ungu føroyingarnir eru fyrimyndarlig umboðsfólk fyri Føroyar og hava avgjørt sett heimlandið á heimskortið.
Sum eitt dømi um hetta kann nevnast, at teir føroysku dreingirnir gjørdust TeenStreet-meistarar í fótbólti í 2004.
Genturnar hava vunnið fair-play steypið bæði í 2003 og 2004 fyri fyrimyndarligan ítróttaranda.
Armgarð Absalonsen úr Klaksvík fekk í fjør 1. virðisløn í málninga- og teknilist í eldra bólkinum, og Marita á Lakjuni úr Fuglafirði fekk 3. virðisløn í somu grein í yngra bólkinum. Í 2001 vann ein føroyingur eina ballónferð fyri at hava savnað mest pening inn til vælgerandi endamál.
Øll árini eru føroyingarnir eisini kendir fyri at vísa gott samanhald og sera góðan atburð.
?????
TeenStreet
fyri ungfólk

TeenStreet er ein altjóða ungdómslega, sum OM skipar fyri.
OM (Operation Mobilisation) er ein tvørkirkjuligur felagsskapur, sum flestu føroyingar seta í samband við trúboðanarskipini Logos, Logos II, Doulos og Logos Hope.
Endamálið við TeenStreet er at eggja og hjálpa tannáringum at hava eitt veruligt vinarlag við Jesus og avspegla Hann í gerandisdegnum.
TeenStreet er fyri ung millum 13-17 ár. Hjálparfólk skulu tó vera minst 18 ár og liðleiðarar minst 20 ár.
Hevur onkur hug at fara við, so finnast tekningar-seðlar á heimasíðuni hjá OM Føroyum - www.fo.om.org