hirðir at virðismeta tað eitt sindur? Enn nokta vit at trúgva, at tað er ramasti álvarin, og vóna vit, at tey finnast, ið virða stóra arbeiðið, sum okkara leiðarar trúliga gera hvønn vetur. At vilji er [...] halt endiliga ikki, at tað snildasta er at vera í sama stað, ? tvs. ant-in í Nonnuskúlanum ella Kommunuskúlanum! Tað eru nevniliga ikki umstøður til amboðsfimleik í Nonnu-skúlanum. Og at brúka ein tíma í [...] kapasitet, so íðkararnir mugu renna í millum. Enn er lættari, at fólk flyta seg enn at sunda amboðini staðanna millum, og tað er eisini í lagi, at soleiðis er eina tíð, um bert útlit eru fyri onkrum frægari
snellu. Av tí, at kvoturnar eru so smáar, hevur tað gjørt, at fleiri og fleiri hava aftrað seg við at farið eftir teimum, men í staðin selt teimum, sum hug hava at fara. Tað hevur so gjørt, at onkur hevur [...] snelluloyvinum stendur, at loyvt er at fiska upsa, tosk og annan fisk. So verður avmarkingin á toski ásett, men einki sagt um, hvat annar fiskur er fyri nakað. Tað kann so vera brosma, longa og onkur hýsa [...] landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hevur steðgað spekulatiónini við fiskiloyvum við at seta sum treyt, at fyri at fiskilolyvi skal kunna skifta millum før, skal eigarin sjálvur hava fiskað í minsta lagi
fegnast samstundis um, at nú tykist gongd vera komin á aftur arbeiðið við at fáa endurstovnað felagið, sum í sini tíð arbeiddi við mentanarhúsið í kommununi. Borgarstjórin ásannar, at dansistøðini eru ikki [...] Runavíkar Kommunu sigur Rodmundur Nielsen, at har er okkurt, sum eftir er at ynskja sær kortini. Fuglfirðingar hava fingið eitt fínt mentanarhús, sum heilt vist fer at bøta um trivnaðin í økinum. Men tað heldur [...] heldur Rodmundur Nielsen ikki vera nakra forðan fyri, at eisini eitt kemur við Skálafjørðin. Í Runavíkar Kommunu var ynskiligt, at tað var eina tonn betri við trivnaðartilboðunum, hóast tað er bara heilt
leygardagin, og sum vera man, var hetta ein dystur, sum tey bæði fyrstudeildarliðini á Skálafjørðinum løgdu stóra orku í at vinna. Spenningurin undan dystinum gjørdist heldur ikki minni av, at liðini bæði hava [...] uppbyggingini av álopunum framdu teir ta deyðssynd, at teir at kalla bert royndu seg við høgum bóltum innn í brotsteigin. Her var Hans Fróði Hansen at kalla einaráðandi í luftrúminum, og sæð burtur frá [...] somikið óheppin, at hann beindi bóltin í egið mál. Eftir hetta fullu toftamenn nakað aftur á vøllin, men hóast hetta, so megnaði NSÍ ikki veruliga at hótta heimaliðið. Heldur var tað nærri við, at heimaliði økti
varð mett, at Heri helst skuldi stríðast um bronsuna við fyrst og fremst Paul Farley av Isle of Wight. Andy Frost at Isle of Wight er vanliga somikið einaráðandi, at hann mest sum uttan at ómaka sær tekur [...] Ein av teimum, sum vanliga plagar at vera við heilt har frammi, tá heiðursmerki skulu handast, er Heri Ziska. Har eru tað sleggjuvarpið og diskos-kastið, sum plaga at kasta nakað av sær, og mánadagurin [...] skuldi fara at dystast við Gustafsson av Gotlandi, sum varð mettur sum upplagdur silvurvinnari. Og í kappingini var tað alla tíðina so, at Heri var við í stríðnum um bronsuna. Tað óvæntaða var, at hetta var
stigatalvuna. Hvørt teir so megna at halda sessinum, er ein heilt onnur søga. Men tað er púra vist, at Manchester United hevur illa ráð at vera lítla normannin fyriuttan í royndini at halda Chelsea aftan fyri seg [...] útvegur hjá Ferguson, enn at tveita the baby-faced assasain á vøllin. Eitt eyknevnið, smádreingja-útsjóndin saman við máltevinum syrgdi fyri. Og tað var ikki minst honum at takka, at United upplivdi søguliga [...] ikki at gloyma Champions League finaluna móti Bayern München á Camp Nou í Barcelona. Her vóru týskararnir oman á størsta partin av dystinum. Men í 89. minutti javnaði Sheringham, og so var tað, at Solskjær
helst einki at ivast í, at kósin nú verður sett móti næstu sessunum, soleiðis at sleppast kann upp um báðar strikurnar. Hjá ÍF er støðan nakað væl øðrvísi. Í øllum førum stendur tað púra greitt, at liðið skal [...] botnliði, sum oman á alt varð skert við einum manni, longu meðan støðan var 0-0. Ov lítið trýst Hóast yvirtalið, so megnaði ÍF sjáldan at leggja trýst á GÍ. Nakrar ferðir royndu teir at spæla breitt, soleiðis [...] neyðuga sjálvsálitið, soleiðis at møguleikarnir nú vórðu gagnnýttir. Undan steðginum eydnaðist Símuni Louis Jacobsen at leggja GÍ framum, og so gjørdust fortreytirnar at spæla enn betri. Gøtumenn lógu
er kanska ringt at síggja, at Spania er so øðrvísi, ja sjálvt inni í landinum tekur tað tíð áðrenn man sær, at her er bæði hugsunarháttur og liviháttur øðrvísi. 16 ár í EF megna ikki at viska nógv, nógv [...] biddarar hava altíð havt tað gott í Granada, tí orðatakið her sigur, at ringasti straffur, ið eitt menniskja kann líða, er at vera blindur í vakra Granada, tískil fáa tey blindu altíð onkra olmissu. Vit [...] sum Isabella og Ferdinand lótu byggja, fyri so dyggiliga at vísa, hvør ið nú ráddi fyri borgum. Inni í miðbýnum í Granada er lætt at halda, at Spania nú er eins og eitthvørt annað Vesturevropeiskt land
rúmd, sum tað eigur at fáa. ##med2## Fyri at tey, sum hava kent sviðan av hesum kjakinum, skulu fáa eina kenslu av, at hetta ikki alt var til fánýtis, er tað sera umráðandi, at vit nú finna saman [...] nú tykist býtt upp í klikur og bólkar. Tað er týðiligt, at tað prutlar undir lokinum. Tað prutlar so mikið illa, at tað slepst ikki undan at lyfta lokið og hyggja niðurí. Alt hetta farna stríðið botnar [...] lokið á grýtuna aftur og vóna, at tað ikki fer at prutla aftur í bræði. Vit mugu hinvegin taka um endan aftur – við einum góðum, siðiligum tóna - og tryggja okkum, at hetta ikki hendir aftur. Tónl
er at spæla fótbólt vesturi á Eiðinum. VB og ÍF ætlaðu eisini at spæla fótbólt sunnudagin, men tað varð av ongum. Tað var als ikki spælandi fyri vindi. Tí kann tað eisini sigast at vera í lagi, at liðini [...] tilvildarligt og í fyrra hálvleiki. Klokkan gekk, og tað bendi meir og meir á, at støðan fór at halda sær, og at ÍF tí fór at fáa tey trý stigini, sum kundu tryggjað teimum sessin í 1. deild eisini komandi [...] Bartal Eliassen tá at sita uttanfyri, tí gula kortið, hann fekk í Vági, gevur honum leikbann. Við stiginum í Vági tryggjaði ÍF sær, at teir ikki enda aftastir í deildini ? ikki uttan so, at teir tapa stórt