Framburður
Saltangará:Tað er einum øki í landinum, har fólk trívast væl, Sosialurin nú letur upp redaktión í.
Bæði í kommunum kring Skálafjørðin, eystursíðuni á oynni eins og í norðara parti av Eysturoy er framgongd at síggja, og fólk støðast.
Ymiskt er at taka sær til umframt tað dagliga arbeiðið, sum gevur til lívsins uppihald.
Fyrst eru tað ítróttarfeløgini í Eysturoynni, sum eru sera virkin. Hondbóltur verður spældur í fremstu røð báðu megin Skálfjørðin. Umframt at ein øgilig rúgva av yngri fólki spælir hondbólt í Eysturoy. Fleiri svimjifeløg eru, sum gera seg galdandi. Kappróðrarbátarnir úr oynni hava gjørt nógv hol í sjógvin seinnu árini. Fimleikafeløgini eru kend. Fyri ikki at tala um fótbóltin. Ikki færri enn fimm lið í fyrstu deild umframt øll hini niðureftir, sigur eitt sindur um umstøðurnar hjá fólki at trívast í oynni.
Mentan
Um trivnaðin annars í Runavíkar Kommunu sigur Rodmundur Nielsen, at har er okkurt, sum eftir er at ynskja sær kortini.
Fuglfirðingar hava fingið eitt fínt mentanarhús, sum heilt vist fer at bøta um trivnaðin í økinum. Men tað heldur Rodmundur Nielsen ikki vera nakra forðan fyri, at eisini eitt kemur við Skálafjørðin.
Í Runavíkar Kommunu var ynskiligt, at tað var eina tonn betri við trivnaðartilboðunum, hóast tað er bara heilt gott í so máta,sigur hann.
Hann vísir til ítróttarfeløgini, og fegnast samstundis um, at nú tykist gongd vera komin á aftur arbeiðið við at fáa endurstovnað felagið, sum í sini tíð arbeiddi við mentanarhúsið í kommununi.
Borgarstjórin ásannar, at dansistøðini eru ikki so nógv, sum ynskiligt kundi verið. Men hann væntar ikki somu hendingar, sum tær, ið vóru í Klaksvík á føstulávint.
?Vit eru eitt sindur øðrvísið stillað enn klaksvíkingar í so máta, ti vit liggja nærri Havnini, og landfast er. Fólk hava skipað seg her á staðnum og koyrt í felag til Havnar at dansa. Eisini við bussum.
Men tað er ikki nóg gott, heldur borgarstjórin i Runavíkar Kommunu. Skipað eigur at verða so fyri, at slík støð eisini eru í Eysturoynni.
Øki í menning
Runavíkar Kommuna og øki annars við eystara arm á Skálafirði er øki í støðugari menning, sigur Rodmundur Nielsen.
Vinnan er sterk í økinum, greiðir hann frá. Bæði vanliga fiskivinnan og alivinnan eru væl fyri, sigur hann.
Runavík varð vald til oljuhavn, men okkurt er, sum bendir á, at eingin boring verður í summar. Tað er sjálvandi óheppið, men eingin vanlukka fyri kommununa kortini, sigur borgarstjórin.
?So hava vit bara so mikið betri tíð til at fyrireika okkum upp aftur betri, til teir koma aftur, sigur hann.
Runavíkar Kommuna er við i vinnuliga framburðinum á tann hátt, at hon skapar karmarnar, har tað er tiltrongt, sigur borgarstjórin. Syrgir fyri at fáa byggilendi, bryggjupláss og so framvegis. Um stutta tíð verður nýtt bryggjupláss, sum fer at avlasta verandi øki, har sum bæði fiskur og farmur koma upp á land, tikið í nýtslu í Runavíkar Havn.
Ídnaðarøkið í Kráargili fer at líkjast. Bygningar eru komnir upp at standa, og aðrir eru ávegis, greiðir borgarstjórin frá. Bæði handilsbygningar og smiðjubygningar, so tað breiðir seg víða.
Annars verður skúlin á Glyvrum bygdur út, sigur Rodmundur Nielsen. Umleið hundrað fermetrar skulu byggjast oman á umklæðingarrúmini við fimleikarhøllina, og skal hesin nýggi tilbygningurin brúkast til bókasavn. Á tann hátt verður ein skúlastova leysgivin til vanliga undirvísing.
Nýggjur barnagarður verður bygdur við Toftavatn, og verður hann væntandi tikin í brúk komandi ár.
Eisini verður útbarnagaðrur í Lamba. Byrjað verður tó í missiónshúsinum í Æðuvík nakað skjótt, haðani tó verður flutt til Lambar, tá útbyggingin av Gamla Skúla, sum er í gongd, verður liðug. Kára Løkin er sett sum leiðari tí útibarnagarðinum.
?Sjálvandi hevur Runavíkar Kommuna eins og aðrar kommunur í landinum sár eftir frá kreppuni, sum skulu grøðast. Men vit eru komin bara væl burtur úr tí og hava álit á, at vit skulu klára okkum, sigur Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu.