Fótbóltur
Tað var einki at ivast í, hvør hending fekk størstu umrøðuna í Gøtu sunnudagin. Tað var ikki long tíð farin, tá ÍF fekk tillutað eitt fríspark í eini ikki serliga vandamiklari støðu. Dómarin setti múrin har, sum hann helt vera rætt og rímiligt, men tað var so ikki tað sama, sum spælandi GÍ-venjarin helt. Fyri mótmæli síni fekk Krzystof Popczynski gult kort. Tá sami Krzystof so eftirfylgjandi fór at telja fetini frá bóltinum til múrin, tímdi Birgir Sondum ikki meira. Gula kortið kom fyri aðru ferð fram úr lummanum, og so mátti GÍ restina av dystinum spæla við 10 monnum. Ein sera nógv diskuterað útvísing, sum dómarin eisini royndi at verja í Útvarpinum um kvøldið, men hóast argumentini fyri hesum ivaleyst vóru nóg greið, so vilja slíkar hendingar altíð verða diskuteraðar.
Sigurin kámaðist
Í skugganum av øllum hesum, so nærum kámaðist tað burtur, at GÍ hóast alt vann ein tryggan 3-0 sigur á grannunum úr Fuglafirði. Og tað undirstrikaði so dyggiliga, at ÍF nú er í veruligari kreppu.
Eftir eina byrjan, har tey tóku øll á bóli, og har ÍF eitt stutt skifti eisini var oddalið, er stígur av álvara komin í hjá teimum reyðu. Fýra dystir á rað eru nú taptir, og í nøkrum førum hevur talan verið um hálvar og heilar eyðmýkingar. Tennis-tøl við 6-0 í Gundadali, greitt tap fyri einum kreppuraktum KÍ-liði. Ein burtur tveitt 2-0 leiðsla móti EB/Streymi og nú eitt 3-0 tap fyri einum botnliði, sum oman á alt varð skert við einum manni, longu meðan støðan var 0-0.
Ov lítið trýst
Hóast yvirtalið, so megnaði ÍF sjáldan at leggja trýst á GÍ. Nakrar ferðir royndu teir at spæla breitt, soleiðis at bóltar kundu sendast innfyri, men tá møguleikarnir stóðust, so vóru teir antin ov lítið avgjørdir, ella stóð pólverski GÍ-málverjin júst har, sum hann skuldi standa, og so spurdist einki burturúr.
Og hin vegin bragdaði brádliga hjá GÍ. Heldur ikki teir hava havt tað ov lætt higartil í ár, men sigurin á VB gav kanska neyðuga sjálvsálitið, soleiðis at møguleikarnir nú vórðu gagnnýttir.
Undan steðginum eydnaðist Símuni Louis Jacobsen at leggja GÍ framum, og so gjørdust fortreytirnar at spæla enn betri. Gøtumenn lógu fyri tað nógva við fólkinum langt afturi á vøllinum, og royndu síðani við longum sendingum at skapa sær onkrar kontra-kjansir, og hetta eydnaðist so eisini. Sum ikki einaferð, so var tað Súni Olsen, sum tók av hesum møguleiknum, tá hann tvær ferðir í seinna hálvleiki kom at standa væl fyri. Og við mátevinum, sum ársins leikari hevur sýnt higartil í ár, so kostar tað, tá slíkir møguleikar verða givnir.
Í fríum falli
Við sigrinum hevur GÍ nú lyft sær av niðasta sessinum, har teir annars hava hildið til fyri tað mesta. Og tað er helst einki at ivast í, at kósin nú verður sett móti næstu sessunum, soleiðis at sleppast kann upp um báðar strikurnar.
Hjá ÍF er støðan nakað væl øðrvísi. Í øllum førum stendur tað púra greitt, at liðið skal taka sær annað skinn um bak, skulu teir gera sær vónir um at klintra longur upp eftir talvuni. Onkursvegna ber væl til at draga paralellir til kappingarárið í fjør, har liðið byrjaði væl ? og kom í hálvfinaluna í steypakappingini ? men har alt síðani datt púrasta niðurfyri.
Hópurin á liðnum tykist tó vera eitt vet breiðari í ár. Spælararnir hava eisini meira rutinu nú, eins og tilgongdin av spælarum eisini hevur verið av tí roynda slagnum.
Tí er vónin í Fuglafirði uttan iva, at spælarar og venjarar í felag fara at lyfta seg aftur, men hetta fer bæði at krevja hart arbeiði og nakað av hepni