og vit hava øll sæð, hvussu stór gleðin er, tá ið fólk taka eitt stig fram ímóti sigrinum ella eftir drúgva kapping kunnu lata seg heiðra sum vinnarar. Nú Oyggjaleikirnir eru farnir aftur um, mugu ítrót [...] grundarlagið, vit standa á, er sterkt. Men frá tí breiða grundarlagnum er neyðugt at arbeiða víðari. Vit skulu menna ítróttarfólkini í teirra ítrótti, spesialisera tey og venja tey í toppform. Tá fáa vit úrslit [...] ítróttargreinararnar ikki leggja seg at hvíla og njóta farin avrik. Nú mugu gyltu løturnar á Álandi brúkast til at koma enn longur á leið, og onkrar ítróttargreinar, sum framvegis ikki eru millum tær bestu
Tað er nú greitt, at hereftir fara fólk ímillum 15-og 35 ár, ókeypis sálarfrøðiliga hjálp. Her verður hugsað um tey, sum líða av angist, ella sum eru lættari, ella moderat, tunglynt. Bæði samgongan og [...] manni í heilsumálum, um at tey skulu fáa ókeypis hjálp. Talan er um eina royndarskipn, sum verður galdandi í trý ár, og so verður skipanin endurskoðað. Sum støðan er nú, hava tey ikki krav upp á at fáa [...] um børn undir 15 ár, eru tað foreldrini, sum gera av um tey skulu fáa vigerð, ella ikki, men ætlanin er eisini, at tey, sum eru undir 15, skulu fáa eina betri viðgerð. Verður samanborið við okkara grannalpnd
Eg dugi ikki at síggja nakran sum helst trupulleika at fólk skulu til Suðuroyar at ganga í skúla Tað sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, sum hevur havt hevur havt hundraðstal, [...] vissi ikki túsundtals, næmingar á Heilsuskúlanum í Suðuroy. Nú ætlanin et at gera eina útbúgving fyri pedagoghjálparar, og at leggja útbúgvingina í skúladeplinum í Suðuroy, hava bæði Pedagogfelagið og [...] Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum, at tey sóu ongar trupulleika í at skúlin er í Suðuroy og nú sigur forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum tað sama. Les eisini: Tað er ikki ein trupulleiki vit hugsa
hjálpina. Sum støðan er nú, er tað ómetaliga tórført hjá børnum, sum eru lesiveik av ymsum orsøkum, at fáa tað hjálp tey hava brúk fyri. Men er tað tryggjað við lóg at tey skulu hava tað, er eingin vegur [...] sleppa politikarar nevniliga ikki undan at tryggja børnum eitt gott og trygt lív. Les eisini: Børnini skulu hava rætt til tvey foreldur Sirið Stenberg vísir á, at í fjør høvdu barnaverndirnar í Føroyum 800 [...] mong viðurskifti. Men tað er í hvussu so er eitt, allir politikarar eru samdir um og tað er at vit skulu tryggja rættindini hjá børnum. Sirið Stenberg vísir á, at tað eru summi lond sum hava sett ST sáttmálan
sitandi samgonga hevur endavent almannaøki, og gjørt neyðugar rationaliseringar, so boðar hann nú frá, at nú varð neyðugt at fara og eftirrationaliserað somu rationaliseringar ið vóru gjørdar fyri nøkrum [...] niðurpínur í millum annað almannaøki, við ikki at framskriva lønarveitingar ella prísvøkstur, so skulu starvsfólk eins og leiðarnir á stovnunum vara seg fyri, at úttala seg um avleiðingarnar av hesi f [...] skattainntøkur landsins, eiga at floyma inn í landskassan. Men so er ikki. Er tað nakað at siga til, at fólk kenna seg ótrygg, eins og okkara pensionistar kenna sum sum gíðslar, við tí eldrapolitikki henda ultra
síðani fram: - Sum lækni tekur man sum oftast eina støðu her og nú. Og versnar støðan, so mugu fólk ringja aftur. Eg sigi ofta við fólk, at tey mugu heldur ringja einaferð ov nógv enn einaferð ov lítið [...] fríggjadagin greiddi familjan frá syrgiligu søguni og teimum ósvaraðu spurningum, ið standa eftir, nú teirra maður, pápi verfaðir og abbi brádliga varð tikin frá teimum. Marjus Dam harmast støðuna. - Hetta [...] neyvt, hvussu samskiftið er farið fram hesa lagnunáttina. Læknavaktin hevur tríggjar møguleikar, tá fólk ringja inn við tørvi á hjálp millum klokkan 16 seinnapart og 08 á morgni. Læknavaktin kann ráðgeva
tann veruleiki, at føroyingar eru eitt óvanliga søguhugað fólk, ger ikki ognina í hesi bók minni. Sjálvur kundi eg sum søgulærari fyrr enn nú hugsað mær at havt hesa bók við hondina. Hon kann væl vera [...] Barbu-tíðum ? hvussu skulu vit viðgera skaldskap (søguligar skaldsøgur t.d.) sum søguliga keldu? Ella hvussu við propagandatilfari, sum í dag mest verður framlagt á myndum, tí at fólk lesa nógv minni? Hvussu [...] at byrja við. Í blomsturbarnapædagogiskari tíð og í politiskt frelstari marxismutíð var »in« (fyri nú at skriva nýføroyskt) at byrja við onkrari skroypiligari teori, áðrenn hugt var eftir, hvat ið keldurnar
mikið avmarkaður, at bókaútsøla bert er triðja hvørt ár. Bøkurnar, sum verða seldar á bókaútsølu, skulu vera í minsta lagi trý ára gamlar og kunnu bert verða við á tveimum útsølum. Fjølbroytt úrval Men [...] hava mist áhuga, sigur Kári og vísir á, at á tann hátt verður útsølan ofta ein áminning um bøkur, fólk ikki fingu í lag at keypa, men framvegis fegin vilja hava. Bókasølan verður tá ofta seinasta útkall [...] Ungdómsbøkur eru ikki tær, føroyskir bókahandlar hava selt mest av, men okkurt bendir á, at ein broyting nú er á veg. - Harry Potter bøkurnar mugu sigast at hava vakt ein heilt nýggjan lesihug millum ung, sum
norðoyingum. Tað er til dømis heilt vanligt, at fólk velja at støkka inn á gólvið hjá Heimvirkinum, tá ein føðngardagsgáva ella gávur til onnur serstøk høvi skulu keypast. - Jú, vit eru væl nøgd. Tá vit byrjaðu [...] havt hug at steðga longri, tí tey vóru ikki greið yvir, hvussu nógv ymiskt er at fáa í handlinum. - Nú ein dagin steðgaði ein bussur við einum bólki av kvinnum úr Danmark her. Tær vóru púra ovfarnar av [...] hava tey eisini alt til føroysk klæðir, og tey bjóða seg eisini fram at seyma vestar og skjúrt fyri fólk, um tey ynskja tað. Eisini er tað meir enn so komið fyri, at handilin hevur fingið bíleggingar uppá
Fyrr fingu fólk fimm krónur í virðisløn fyri hvønn ravn tey skutu, og tá ið tíðini kundi tað vera eitt fitt ískoyti til húsarhaldið. – Nú á døgum eru tað summi, sum tvíhalda um, at vit skulu ikki fornerma [...] Føroyum. Hann vísir á, at fyri eini hálvari øld síðani uddi við heiðafugli av øllum handa slagi, men nú er heiðafuglur ikki til at fáa eyga á, og hann ivast ikki í, at tað er ravnurin, og skúgvurin, sum [...] heldur ikki ravnin og skúgvin. Men avleiðingin av tí, er, at allur annar fuglur er avoyddur, tað skulu vit bara gera okkum greitt, sigur Henrik Old.