Eg dugi ikki at síggja nakran sum helst trupulleika at fólk skulu til Suðuroyar at ganga í skúla
Tað sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, sum hevur havt hevur havt hundraðstal, vissi ikki túsundtals, næmingar á Heilsuskúlanum í Suðuroy.
Nú ætlanin et at gera eina útbúgving fyri pedagoghjálparar, og at leggja útbúgvingina í skúladeplinum í Suðuroy, hava bæði Pedagogfelagið og felagið fyri hjálparfólk, givið ilt av sær, tí tey vilja ikki hava skúla í Suðuroy. Tað er ov langt, og tað er ov strævið, og tað eru tey, sum heldur fara til Danmarkar at fara í skúla enn at tey fara til Suðuroyar.
Les eisini: Alt ov strævið at fara til Suðuroyar í skúla
Les eisini: Tað er skeivt at leggja skúlan í Suðuroy
Men samstundis sum at tey fakfeløg, sum ongar royndir hava av Skúladeplinum í Suðuroy, seta føtur í spenni, duga tey fakfeløg, sum hava drúgvar royndir av skúlanum, ikki at síggja trupulleikan
Fyrradagin segði Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum, at tey sóu ongar trupulleika í at skúlin er í Suðuroy og nú sigur forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum tað sama.
Les eisini: Tað er ikki ein trupulleiki vit hugsa um
– Eg dugi ikki at síggja nakran sum helst trupulleika við at ein skúli liggur í Suðuroy sigur Mary Antonsdóttir. Hon minnist heldur ikki at nakar av teimum nógvum næmingunum, sum hava verið á skúlanum, hevur gramt seg um, hvussu strævið tað hevur verið.
– Sjálvandi kunnu tað vera praktiskir spurningar við barnaansing og øðrum, hjá nøkrum heilt fáum, men teir trupulleikarnar ber til at loysa, og tað er neyvan so nógv øðrvísi aðrastaðni.
Mary Antonsdóttir sigur, at hon hevur tvørtur ímóti hoyrt rættiliga ofta, hvussu stórur fyrimunur tað er at fara til Suðuroyar.
– Nógvir næmingar á skúlanum eru meiri ella minni tilkomin fólk, sum hava verið burtur frá skúlanum í eitt áramál, og hjá teimum kann tað vera tungt at byrja aftur. Men yvirhøvur siga næmingarnir, at tað er gott, at sjógvur er ímillum skúlan og heimið, tí so fáa tey hugsavna seg um skúlan, heldur enn at noyðast heim hvørt kvøld til húsligar skyldur av ymum slagi.
– Og tað at útvega bústað er munandi bíligari í Suðuroy, og vanliga eru tað fleiri næmingar, ið leiga eini hús í felag, men so fáa teir eisini arbeitt saman í bólkum og fáa brúkt hvønn annan í so máta, sigur forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum.
Harafturat eru næmingarnir í starvsvenjing ein stóran part av útbúgvingini, og tá eru teir á stovnum kring landið, so í roynd og veru er útbúgvingartíðin í Suðuroy avmarkað.
At tað skal vera lættari at fara til Danmarkar enn til Suðuroy, skilur hon ikki rættiliga, tí tann, sum gongur í skúla í Suðuroy, sleppur so heim hvørt vikuskiftið. Tað er væl trúligt at fíggjarligu umstøðurnar eru frægari í Danmark, men tað førir so aftur aðrar útreiðslur við sær, helur hon.
– Nú er ein skúladepil í Suðuroy og eg dugi ikki at síggja nakran trupulleika í at leggja eina útbúgving afturat á skúladepilin leggur hon afturat.