Ein stórur bati fyri yngri fólk við sálarsjúku

Øll í Løgtinginum eru samd um, at tey skulu fáa ókeypis hjálp

 

Tað er nú greitt, at hereftir fara fólk ímillum 15-og 35 ár, ókeypis sálarfrøðiliga hjálp. Her verður hugsað um tey, sum líða av angist, ella sum eru lættari, ella moderat, tunglynt.

Bæði samgongan og andstøðan taka nevniliga undir við uppskotinum frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, um at tey skulu fáa ókeypis hjálp.

Talan er um eina royndarskipn, sum verður galdandi í trý ár, og so verður skipanin endurskoðað.

Sum støðan er nú, hava tey ikki krav upp á at fáa ókeypis hjálp, men í ávísum førum kunnu tey fáa stuðul frá Heilsutrygd til viðgerðina.

Hereftir kunnu tey, sum eru ímillum 15 og 35 ár, sostatt fara til privatan sálarfrøðing, sum hevur sáttmála við Heilsutrygd, og fáa ókeypis viðgerð.

Er talan um børn undir 15 ár, eru tað foreldrini, sum gera av um tey skulu fáa vigerð, ella ikki, men ætlanin er eisini, at tey, sum eru undir 15, skulu fáa eina betri viðgerð.

Verður samanborið við okkara grannalpnd, eru tað eini fýra prosent av føroyingum, sum stríðast við angist, og onnur fýra prosent stríðast við tunglyndi.

Tilboðið um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð, er til í mesta lagi 12 viðtalur.