Ein stór vika

Oddagrein

Farna vika var ein stór ítróttarvika hjá føroyingum. Luttøkan á Oyggjaleikunum á Álandi setti dagsskránna í Føroyum og Føroyar á breddan aðrastaðni. Tað var vorðið sum luttøka. Ongantíð áður hava føroysk itróttarfólk vunnið so nógv heiðursmerki á Oyggjaleikum, og Føroyar gjørdust mest vinnandi oyggjalandið á leikunum hesaferð.

 

Føroyar eru væl minni enn størstu oyggjasamfeløgini, sum taka lut á Oyggjaleikunum, og Føroyar eru nakað størri enn tey minstu. Millum stóru oyggjarnar, ið eru við á Oyggjaleikum, verða Føroyar mettar sum ein av minnu oyggjunum, og tí er tað undrunarvert, at Føroyar kunnu vinna Oyggjaleikirnar samanlagt – halda tey í øllum førum.

 

Vit vita, at vit eiga nógv dugnalig ítróttarfólk í Føroyum, og tá hugsað verður um tað stóra sjálvbodna arbeiðið í ítróttinum, so vita vit eisini, at grundarlagið, vit standa á, er sterkt. Men frá tí breiða grundarlagnum er neyðugt at arbeiða víðari. Vit skulu menna ítróttarfólkini í teirra ítrótti, spesialisera tey og venja tey í toppform. Tá fáa vit úrslit, sum vit sóu á Oyggjaleikunum. Og tá vit fáa slík úrslit, styrkja vit eisini breiddina og áhugan fyri ítróttinum.

 

Oyggjaleikavikan kann verða ein stórur íblástur fyri føroyskan ítrótt. Svimjarar, flogbóltsspælarar, badmintonspælarar, fimleikarar, judomenn og onnur hava víst, at tað ber til at kappast við hini 24 oyggjarnar, sum luttaka á Oyggjaleikunum, og vit hava øll sæð, hvussu stór gleðin er, tá ið fólk taka eitt stig fram ímóti sigrinum ella eftir drúgva kapping kunnu lata seg heiðra sum vinnarar.

 

Nú Oyggjaleikirnir eru farnir aftur um, mugu ítróttargreinararnar ikki leggja seg at hvíla og njóta farin avrik. Nú mugu gyltu løturnar á Álandi brúkast til at koma enn longur á leið, og onkrar ítróttargreinar, sum framvegis ikki eru millum tær bestu á leikunum, mugu seta sær sum mál at gera tað betur næstu ferð og næstu ferð.