Ein søguligur miðdepil

Á Norðoya Heimavirki eru tey farin at brynja seg út til summarið. Ætlandi fer at verða meir gjørt burturúr søguliga umhvørvinum, har handilin liggur, nú ferðafólk eru byrjaði at leita sær til Norðoyggjar


Klaksvík:
Á Norðoya Heimavirki eru tey so smátt farin at fyrireika seg til summarið og ferðafólkini. Maria Marstein, sum dagliga starvast í handlinum og eisini stendur fyri innkeypi, heldur eitt vakið eyga við, hvørjar vørur eru á lagri, og hvørjar hon má skaffa meir av. Onkrar av vørunun keypir hon frá virkjum, sum framleiða føroysk pløgg, og aðrar keypir hon frá limum í felagnum, sum bæði virka pløgg og ymsar lutir til handilin at selja.
Søguligt umhvørvið
Á hvørjum ári móti sumri byrjar ein javnur streymur av bussum við ferðafólki á útferð til Klaksvíkar. Sum oftast er ein vitjan inn á Norðya Heimavirki ein fastur táttur á hesum útferðum, men Maria fílist eitt sindur á, at so lítil tíð ofta er sett av til at vitja í handlinum. Tá ferðafólkabussarnir koma, verður vanliga fyrst steðga við Christianskirkjuna og síðani við Fornminnissavnið. Síðani verður stegðað við Heimavirkið á veg til ferjuna aftur, men tá mugu ferðafólkini sum oftast skunda sær rættiliga nógv. Og ofta vísir tað seg, at tey høvdu havt hug at steðga longri, tí tey vóru ikki greið yvir, hvussu nógv ymiskt er at fáa í handlinum.
- Nú ein dagin steðgaði ein bussur við einum bólki av kvinnum úr Danmark her. Tær vóru púra ovfarnar av stóra úrvalinum og keyptu heilt fitt av vørum. Men tað var ongin ivi um, at tær fegnar vildu steðga longri, men stundir vóru ikki til tað, um tær skuldu náa Dúgvuna, sigur Maria.
Maria vísir á, at Noroya Heimavirki liggur beint í einum tí søguríkasta staðnum í Norðoyggjum. Handilin húsast á Biskupstø í einum av gomlu bygningunum hjá Kjølbro, har vakra standmyndin hjá Hans Paula Olsen av Kjølbro stendur í túninum frammafyri handilin. Navnframi Nólsoyar Páll búði eisini beint við á bóndagarðinum á Myrkjanoyri, og søguligi Bátaverkstaðurin hjá Jákupi bónda á Biskupstø er eisini nærmasti granni.
- Tað hevði verið hugaligt, um vit kundu fingið onkran at greiða ferðafólkunum frá øllum hesum og soleiðis gjørt vitjanina á Norðoya Heimavirki enn meir áhugaverda, heldur Maria.
Føroysk klæðir av landinum
Ferðafólkini, sum vitja á Heimavirkinum, eru altíð áhugaði í at keypa føroyskar troyggir, men áhugin fyri teimum smærri heimagjørdu vørunum er serliga stórur. Hesar hava tey sum oftast á lagri, tí limirnir í felagnum eru sera ídnir at selja handlinum ymiskt heimagjørt, bæði pløgg og lutir. Handilin hevur gjørt lítið við at upplýsa um, at skóleistar, vøttir, hosir, pannubond o.a er heimabundið, og tað eru ferðafólkini oftast sera ovfarin av at hoyra, tí slíkt fæst næstan ikki longur, hoyrir Maria tey ofta siga.
- Vit føroyingar taka tað jú sum eina sjálvfylgju at, slík pløgg eru heimabundin, men tað gera ferðafólkini avgjørt ikki. So kanska skuldu vit sett eitt lítið merki í, har tað stóð ?Handmade in Klaksvík?, smílist Maria.
Á Heimavirkinum hava tey eisini alt til føroysk klæðir, og tey bjóða seg eisini fram at seyma vestar og skjúrt fyri fólk, um tey ynskja tað. Eisini er tað meir enn so komið fyri, at handilin hevur fingið bíleggingar uppá føroyska búnan aðrastaðni frá. Heilir kvinnubúnar eru sostatt fleiri ferðir sendir til Noreg og Grønland, greiðir Maria frá.
Føroyaskar mótatuflir
Hesa løtuna, vit vitja inni á Norðya Heimavirki, kemur ein av limunum inn á gólvið at práta við Mariu um onkran lut, hann kundi hugsað sær at farið í holt við. Maria er sera spent at vita, um hann møguliga dugir at gera føroyskar tuflir. Jú, heldur maðurin. Tað skuldi nokk borið til, um hon veit at siga honum, hvar hann kann skaffa leður. Vit spyrja Mariu, hvør er áhugaður í at keypa føroyskar tuflur og fáa at vita, at eftirspurningurin millum føroyingar eftir hesum tuflum er í hæddini beint nú. Hondgjørdu føroysku tuflurnar eru nevniliga vorðnar hægsti móti aftur saman við føroyska búnanum ? bæði hjá monnum og kvinnum.
Sum heild letur Maria væl at stuðlinum, handilin fær frá norðoyingum. Tað er til dømis heilt vanligt, at fólk velja at støkka inn á gólvið hjá Heimvirkinum, tá ein føðngardagsgáva ella gávur til onnur serstøk høvi skulu keypast.
- Jú, vit eru væl nøgd. Tá vit byrjaðu, var tað onkur, sum spáddi, at handlinum kanska fór at vera lív lagað í eini 10 ár. Nú havi vit verið her í meir enn 20 ár, og alt bendir á, at áhugin fyri okkara vørum bara økist, sigur ein bjartskygd Maria Marstein