Ein stórur skari av børnum rópar eftir hjálp

Løgtingið skal samtykkja eina lóg sum tryggjar børnum eitt gott og trygt lív

Rættindini hjá børnum í Føroyum til eitt gott og trygt lív, skal tryggjast við lóg.

Tað heldur Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

Hon hevur verið í kjaki á Rás2 um rættindini hjá børnum og har heldur hon rætt og slætt, at løgtingið skal samtykkja eina lóg sum tryggjar, at føroyskir myndugleikar halda tey rættindini, ST sigur, at børn hava.

Tí so sleppa politikarar nevniliga ikki undan at tryggja børnum eitt gott og trygt lív.

 

 

Les eisini: Børnini skulu hava rætt til tvey foreldur

 

 

Sirið Stenberg vísir á, at í fjør høvdu barnaverndirnar í Føroyum 800 mál um børn, sum ikki hava nøktandi umstøður.

Samstundis eru í løtuni 70 føroysk børn, sum eru tikin úr heiminum, tí umstøðurnar ikki eru nøktandi av ymsum orsøkum.

- Tað er eitt stórt tal og er prógv fyri at nógv viðurskifti eru ikki sum tey eiga at vera

 

Løgtingskvinnan heldur, at táið vit hava næstan 900 børn, sum soleiðis rópa eftir hjálp, er tað ein stórur skari av børnum, sum ikki hava tað gott.

 - Tað eru væl fleiri børn enn tað vera fødd eitt heilt ár í Føroyum og hetta er ein stór politisk avbjóðing, sigur hon.

 

Hon staðfestir, at politikarar eru samdir um mong viðurskifti. Men tað er í hvussu so er eitt, allir politikarar eru samdir um og tað er at vit skulu tryggja rættindini hjá børnum.

 

Sirið Stenberg vísir á, at tað eru summi lond sum hava sett ST sáttmálan um rætindini hjá børnum í gildi við lóg.

Tað eiga vit avgjørt at hugsa um at gera í Føroyum, sigur hon.

- Tá ið vit hava altjóða krøv av lúka, vísir tað seg, at vit taka tey í størri álvara sigur hon.

 

Hon vísir eisini á, at summi lond hava sett mannarættindasáttmálan í gildi við lóg og tað áttu vit eisini at hugsa um at gera í Føroyum.

Hon heldur eta vit ST sáttmálan um barnarættindi í gildi, gera vit tað lættari og einfaldari at gera tað sum krevst, tí ein lóg má haldast.

Tingkvinnan fyri Tjóðveldi sigur, at tað kann gerast í bitum.

- Ein dømi kundi verið at vit tryggja við lóg at skúlabørn, sum hava brúk fyri serundirvísing í skúlanum, fáast tað neyðugu hjálpina.

 

Sum støðan er nú, er tað ómetaliga tórført hjá børnum, sum eru lesiveik av ymsum orsøkum, at fáa tað hjálp tey hava brúk fyri. Men er tað tryggjað við lóg at tey skulu hava tað, er eingin vegur uttanum.

- Eitt annað dømi er, at tað er ómetaliga tórført hjá børnum, ið bera brek at fáa tað endurvenjing, tey hava tørv á. Men er hetta ein lógartryggjaður rættur, hevði tað bøtt munandi um støðuna.

- Eg eri vís í, at samanumtikið hevði tað verið ein vinningur, tí tað er ein stórur amfelagsligur missur, at nógv fólk ikki duga at lesa og at tey, ið bera brek, ikki fáa ment teir førleikarnar tey hava, sigur Sirið Stenberg.

 

 

Annika Olsen, landsstýriskvinna sigur, at Noreg og Ísland hava sett ST sáttmálan um rættindi hjá bønum í gildi við lóg.

Sviar og danir kanna møguleikan fyri at gera tað.

- Men semja er ikki um, hvussu skilagott tað er, tí summi staðfesta, at verður tað gjørt, hevur politiska valdið samstundis givið valdið frá sær og lagt tað upp í hendurnar á dómsvaldinum.

 

 

Hinvegin staðfesta onnur, at undir øllum umstøðum verða rættindini hjá børnum tryggjað.

- Samstundis ber so heldur ikki til at seta lógir í gildi, sum er í stríð við altjóða sáttmálar, Føroyar hava skrivað undir.

- Spurningurin er avgjørt verdur at kanna betur, sigur Annika Olsen.