størstu oljufeløgum, tað amerikanska Phillips og tað franska ELF hava gjørt samstarvsavtalu um at vera við í leitingini eftir olju og gassi á føroyskum øki og í Hvíta økinum millum Føroyar og Hetland. Avtalan [...] undirskrivað 21. mai og fevnir hon um eitt øki 65000 kvkm til støddar í føroyskum øki og í Hvíta økinum. Phillips og Elf fara saman at kanna møguleikarnar at finna olju og gass í hesum stóra øki og ætla eisini [...] eisini saman at lata inn umsókn um at sleppa at bora eftir kolvetni. Í einum tíðindaskrivi frá feløgunum stendur, at feløgini eru samd um at menna eitt sera neyvt og tætt langtíðar samstarv. Feløgini byggja
føroyingum at seta í sokallað ?trainees? størv. Tvs. at teir arbeiða hjá felagnum í eina ávísa tíð fyri harvið at kunna seg við, hvussu eitt oljufelag arbeiðir. -Vit eru sera ovfarin av og fegin um, at so nógvir [...] 30 føroyingar søktu, og tá so stórt tal av teimum, sum vóru til samtalu, vístu seg at vera sera væl egnaðir, gjørdi leiðslan í DONG av at taka sjey fólk. -Hetta gjørdu vit fyri at geva uppaftur fleiri [...] ngum og sakførarum til jarðfrøðingar og verkfrøðingar. Teir koma nú at arbeiða á teimum ymsu deildunum hjá danska oljufelagnum. Teir fyrstu føroyingarnir taka við starvinum longu um ein mánað og verða
Men hóast tað framvegis fer at bera til at koyra ígjøgnum miðbýin, fer tað at verða neyðugt hjá bilførarum at minka um ferðina. Hinvegin verða parkeringsviðurskiftini munandi betri. Ætlanin er at hava fleiri [...] skipaður. Kommunan heldur, at tað er neyðugt at skipa miðbýin øðrvísi, skal trivnaður verða í Vági. Men tað fer samstundis at gera møguleikarnar hjá handilsvinnuni og tænastuvinnuni at virka nógv betri. Tann [...] Ráðhúsinum, har ið tað ber til hjá fólki at kanna tær nærri og at spyrja um ymiskt og at koma við viðmerkingum og uppskotum um broytingar. Eitt sindur av fólki hevur verið og hugt. Og tær viðmerking, sum
húsinum og í HB skýlinum, og tað er einki at ivast í, at tað fer at síggjast aftur í úttøkuni av landsliðnum, sum skal til Estlands, at HB er væl fyri. Men fyri spenningin í landskappingini hevði tað komið [...] hvørjum øðrum, so hevur HB bara vunnið, og tað hevur við sær, at tað longu nú er greitt, at oddaliðið eftir fimta umfar eisini fer at eita HB, sjálvt um tað skuldi hent, at VB vinnur øll stigini, tá HB kemur [...] Eina ferð fer HB at missa stig og tapa, og so verður spurningurin, hvussu tað fer at ávirka avrikini aftaná. HB hevur ein rættuliga breiðan hóp. Teir hava skrivað sáttmála við sekstan spælarar, og umframt
ikki heilt klárur eftir skaðan, og tað eydnaðist honum ongantíð at fáa orduligt skot á. Men at hann og Jón Pauli Olsen fara at vera boysnir hjá nógvum verjum er einki at ivast í. [...] skjáttuna, og tað var sera týdningarmikið. Í staðin fyri at vera millum liðini, sum skulu ansa eftir niðurflytingarstrikuni, so liggja teir á Toftum mitt í røðini ? fyribils í hvussu so er. At tað var stórur [...] flatlondum, og at tað verður fongur í honum var sjón fyri søgn. Dan Djurhuus og hann vóru einsamallir á toppinum. Teir fingu ikki altíð so nógva hjálp, men serliga Jón Pauli megnaði sjálvur at skapa vandamiklar
síðstu løtu, so eydnaðist tað í fjør. Higartil í ár hevur tað skorist illa hjá B36, og tað er sjón fyri søgn, at flaggskipið í felagnum hevur meiri enn ilt við at liva upp til tað, sum besta liðið avrikaði [...] seg so nógv. Í staðin fyri at halda fram við at spæla og toga verjuna sundur, so vóru nógvir svartir og hvítir í brotsteiginum hjá mótstøðumonnunum, og har var eingin ivi um, at Bartal var høvdingur, tá [...] landskappingini, og úrtøkan hjá B36 higartil er fimm stig fyri sigur móti Sumba og javnleikir á útivølli móti fyrst KÍ og nú ÍF. Broytingar og flytingar Í fjør hevði B36 sama bulin hvørja ferð, og so vóru smávegis
Vágum týsdagin klokkan 17.30, og teir rokna við, at túrurin fer at taka tveir tímar. Tað eru tveir tímar á klokkuni hjá okkum og teimum eystanfyri Eystrasalt, og tað vil siga, at klokkan verður 22.30, tá teir [...] landsliðnum. Tað hevur einki undarligt verið í hesum, tí tað hevur gingið væl hjá felagnum. Nú gongur minni væl, og tí kann roknast við, at talið á gøtumonnum á landsliðnum fer at minka, og at talið á HB [...] Tórður Mikkelsen høvi at siga frá altjóða fótbólti í sjónvarpinum. Afturat sær fer hann at hava Ólavur Waag Høgnesen. Jan er ivamálið Tað er undan úttøkuni greitt, at Óli Johannesen verður ikki við. Hann skal
seinastu vikurnar. Men tað sigur seg sjálvt, at tað verður lagt til merkis, at FS Vágar, sum í fjør var í bestu deildini, tapir 5-1. Hetta sigur bæði nakað um, at LÍF hevði ein góðan dag, og at vágamenn sýndu [...] Tað man vera langt síðani, at fótbóltslagið hevur verið so gott í Leirvík, sum tað er nú. Teir vilja ikki kanna sær bitan áðrenn hann er svølgdur, og teir nokta púra avgjørdir at tosa um uppflyting, hóast [...] stórar møguleikar at gera mál. Lagið var gott á áskoðarunum í góðveðrinum, men teir noyddust at bíða ein hálvan tíma, áðrenn hol kom á. So gekk skjótt, og tá teir fóru at hvíla seg var 3-0 og alt avgjørt. Jonhard
fundi, sum helst verður hósdagin, og um teir geva B68 játtandi svar til umbønina, so fer tað at hava við sær, at í framtíðini verða tað toftamenn sjálvir, sum fara at gera av, hvørjum vøllinum teirra [...] upplagt, at hann verður brúktur, tá umstøður eru til tað, og umstøðurnar eru til tað nú. Eingin landsdystur verður hesu megin summarsteðgin, og tað hevur verið sera turt í veðrinum síðstu vikurnar, so vøllurin [...] Davidsen. Og nú vilja Niclas og hinir toftamenninir hava at vita frá FSF, um teir í framtíðini kunnu rokna grasvøllin sum heimavøll. Fáa teir játtandi svar, so er sannlíkt, at t.d. HB fer at fáa boð um
hálvbjargaði, men í aðru atløgu eydnaðist tað liðskiparanum hjá HB, Bernhardi Petersen, at leggja vertirnar á odda. Avgjørdu dystin beinan vegin í seinna hálvleiki Tað var ikki nógv tíð farin av seinna hálvleiki [...] spældur inn um tungu verjuna hjá NSÍ, og har var evnaríki HB-áleyparin Bárður Mortansson fyrstur á bóltinum og sendi hann framvið málverjanum hjá runavíkingum og í málið til 2-0. Stutt eftir var Bárður [...] út í vinstru síðu av málteiginum, og tá ið málverjin kom út ímóti honum, lyfti hann bóltin hegnisliga upp um hann og í málið til endaligu støðuna 3-0. Eitt rættiliga gott mál. NSÍ hevði eisini onkran møguleika