gloymi at njóta arbeiði. Tá royni eg so at minna meg sjálva á, at hetta faktisk er mín dreymaútbúgving, sum eg eri farin í holt við, sigur Sóley. Upptøkuroyndir eru avbjóðandi Hóast Sóley ikki er liðug við [...] hugsaði eg bara “aja, soleiðis er tað bara”. Eg havi lært, at tað er tað einasta, eg kann siga við meg sjálva, tá slíkt kemur fyri. Eg kann bara gera mítt besta og skal ikki takad tað personligt. Eg má so [...] tað einki at siga, heldur Sóley. Hóast hon nú ger tað, hon sum barn droymdi um, dámar henni ikki at kalla leiklistina fyri ein dreym: – Hetta her við at hava dreymar og droyma um eitthvørt seti eg í samband
úr. - Eg gjørdi mær nógvar tankar, áðrenn eg fann út av, hvat eg skuldi mynda á teppinum. Tað var greitt beinanvegin, at eg vildi halda stílin, sum er inni í Sjónleikarahúsinum, tí um teppið fór at bregða [...] arbeiða ikki væl saman. Eg havi seymað allar 28 maskurnar við hond, og nú eg havi talt eftir, eri eg komin fram til, at 8000 sting eru farin bara til tær. Tað er einki at siga til, at hol er komið á fingrarnar [...] strævin uppgáva. Floyal er ógvuliga livandi tilfar og at tí, at teppið er so stórt, hevur tað verið sera ringt at arbeiða við. Onkuntíð, tá ið eg setti nálir í teppið um kvøldið, høvdu tær flutt seg morgunin
hvussu nógv fólk koma inn og út. Nøkur ganga sjálvandi nakrar ferðir, men eg meti altso, at har hava verið millum 3000 og 4000 fólk, sigur Rógvi, og tá kann ikki sigast annað, enn at talið vit skrivaðu [...] um onkur skuldi ynskt at ogna sær eina Stjerne for en aften fløgu, at hetta er ómøguligt, tí nýggj sending kemur, sambært Rógva Róin aftur til landið. Myndatxt: Millum 3000 og 4000 fólk vóru sunnudagin komin [...] Sunnukvøldið var tiltak í SMS við Guðrun Sólju Jacobsen, Stjerne for en aften vinnaranum. Har vóru røður hildnar fyri stjørnuni, gávur handaðar og so skuldi hon sjálvsagt eisini syngja vinnaralagið og
r, sum megna at forða fyri at Sóttin kemur inn um 12 fjórðingar.... Eg vildi bara fegin hoyrt skilagóðar grundgevingar fyri, hví tað er so umráðandi at forða samkyndum í at búgva her. Eg gekk í flokki [...] annað. Ájú, at tað er Gudi ein andstyggiligheit, sum ein kona einaferð ringdi til ein fimmara at siga. Hon sat við Bíbliuni framman fyri sær. Tað hevði verið stuttligt, um hon var sloppin at lesa restina [...] ting til felags við Kina. Her eru nevniliga ongi samkynd at finna. Vit gera eins og kinesiska stjórnin, vit lata bara vera at geva loyvi til, at borgarar eru samkyndir. Av tí at vit klára at standa ímóti
Vit arbeiða við at fáa hetta broytt,tí tann telefonin er rættiliga dýr. Annars vildi eg fegin, at sjúklingar sum liggja her, og hava brúk fyri at práta, gera vart við seg. Tað nýtist ikki at vera tí teimum [...] hangandi, uttan at vilja tað. Men eg var útvarpsmaður frá 1988 og til 1995, og eg kendi, at eg hevði givið nóg mikið av mær sjálvum og var bangin fyri at koyra upp í saman. Men hevði eg kunnað skift til [...] so hevði eg kanska hildið fram, men eg var politiskt merktur og metti ikki at tað hóskaði at koma úr landsstýrinum og inn á tíðindadeildina, sigur Bergur Jacobsen. - Eg kundi hugsað mær at komið aftur
eftir sær, má sigast. Upprunaliga var ætlanin, at málið skuldi koma fyri 28. juli, men tá var tað útsett í fjúrtan dagar til í dag. Men hvussu tað fer at spæla av, veit Sigmundur einki um. ? Eg veit ikki [...] er, at í rættinum verður bara tosað franskt. ? Eg dugi ikki franskt, og ætli mær heldur ikki at læra tað, sigur Sigmundur avgjørdur. Men tað merkir so eisini, at hann ikki kundi tosa beinleiðis við teir [...] verða løgið er, at teir verða viðgjørdir á henda hátt. Teir, sum ikki hava forbrotið seg á annan hátt enn at sigla ígjøgnum franskt sjóøkið uttan at boða frá. ? Fyri mær sær tað út sum at drápsmenn og aðrir
at hon kom so seint í gongd við listini, sum hon gjørdi og at hon enn stendur skrásett sum sjúkrahjálpari í telefonbókini – Eg havi altíð vitað, at tað, eg gjørdi var fyribils og havi bara bíðað, til [...] krevur dissiplin, og tað haldi eg, at eg havi. Ikki minst av tí, at eg kom nokk so seint í gongd. Eg eri drigin at tí surrealistiska, av møguleikanum at seta fleiri veruleikar við síðuna av hvørjum øðrum. Verkið [...] er sum at vera forelskað. Mær dámar at fáast við litir og litsamanseting, og við árunum havi eg fingið eina ávísa rutinu. Rannvá tykist so yvirhugað, tá hon tosar um málarí, at tað er ringt at skilja,
ikki siga, at eg spæli við hvørjaferð, men er ein kapping, sum t.d. tann í Sosialinum, so royni eg at fylgja við. Gert tú ikki tað, so er so slettis eingin møguleiki at vinna. - Og so kundi eg kanska lagt [...] Ørindi okkara vóru at siga frá, at Marianna átti virðismikla seðilin, tá lutur varð kastaður um vinnaran av stóru jólakappingini hjá Sosialinum. Og tá hon so fekk at vita, at hon saman við 17 øðrum nú kundi [...] var hon sjálvandi ovurfegin. - Tað skal eg halda við. So noyðist eg at bjóða “venner og bekendte”. Børnini eru tvey í tali, og tey saman við teirra verða sjálvandi boðin. Men so má annars fara at finna
stuðlaðu mær í at læra og fáa eina útbugving.Ta tíðina legði eg nógv fyri at koma heim í weekend til tykkum.Undir Hamrinum er gott at vera, plagar tú at siga. Mangan hevur hugnaligt at koma saman við familjuni [...] Hon misti pápa sín bert 11 ára gomul. Mamma hennara sat tá sum einkja eftir við átta børnum, so at mamma mín kom til góð fólk at vera “Í Heiðarnar”,Hjá Jógvani og Sigrið á Høgabóli. Har gjørdi hon so [...] Hann kom at vera henni ein góður maður og okkum ein góður pápi. Tað var soleiðis ,at systir hennara Fía var blivin forlovað við Torgrími og hann átti ein eldri beiggja og tað endaði so við tí at Lorvíks
kann ikki hugsast, at slík avgerð er tikin á løgmansskrivstovuni, uttan at løgmaður er vitandi um hana, hevur góðkent hana og hevur eina politiska ætlan við henni. Fari tí við hesum at spyrja løgmann, ið [...] tað ikki eydnaðist at koma fram í raðfylgjuna og fáa sett fyrispurningin á tingfundinum mikudagin, tá ófráboðaðir spurningar vóru á skrá eina løtu. Um so er, at løgmaður afturvísir, at hann stendur fyri [...] g fyri, at almenningurin ikki kann fáa innlit í skjalatilfar í málinum tíggju ár eftir samráðingarnar. Grundgevingin kann ikki tulkast ørðvísi enn bókstaviliga tað, ið hon sigur. Nevniliga, at fullvel