Ein heilsan á 85 ára-degnum

Fríggjadagin 28.mars fylti ein megnarkvinna í Skopun 85 ár. Hon eitur Bodil Hentze og er mamma og vermamma og omma okkara.

Hon misti pápa sín bert 11 ára gomul. Mamma hennara sat tá sum einkja eftir við átta børnum, so at mamma mín kom til góð fólk at vera “Í Heiðarnar”,Hjá Jógvani og Sigrið á Høgabóli. Har gjørdi hon so barnaskúlan lidnan og hjálpti til við arbeiði har, eitt nú gjørdi hon reint umborð á sluppini “Lizzie.” Sum áður nevnt gekk hon í skúla í Heiðunum. Tá var ikki sum nú ,at farast kundi í “week-end”,nei ,tað var bert á jólum og um summarið,at hon slapp at vitja mammu sína og heimbygdina. Mamman hevur oftani greitt frá um slíkar túrar og nevnast má her at gingið var allan vegin, eisini upp um fjøll. Har man mangt tárið hava runnið, at skula vera burtur frá mammu síni so ung og so leingi!

Seinni kom hon til Klaksvikar at tæna Hjá Dáva í Gerðunum .Har kom hon til persónliga trúgv á Harran Jesus,allir synirnir hjá Dáva løgdu seg á knæ og bóðu fyri henni.Teimum fólkunum hevur hon altíð borið alt gott. Í Klaksvík vaskaði hon á sjúkrahúsinum undir krígnum,tað var mangan strævið.

Sum frá leið er mamman eisini komin til Havnar at tæna hjá frú Louis Zachariassen og seinni hjá Herluf og Judit Arnason og lærdi eisini bókbinding har. Eina tíðina arbeiddi hon hjá Mariu Poulsen har var hon einaferð áhalsin og datt í útsýnisvindeyganum. Men tað er eisini okkurt gott hent henni hesa tíðina,tí var um hetta mundið at møtti honum,sum skuldi vera maður hennara, nevniliga Samuel Peter Hentze úr Skopun.Hann kom at vera henni ein góður maður og okkum ein góður pápi. Tað var soleiðis ,at systir hennara Fía var blivin forlovað við Torgrími og hann átti ein eldri beiggja og tað endaði so við tí at Lorvíkssystrarnar báðar gjørdu mostrum sínum Rigmor og Elnu “kunstin eftir”og giftust við tveimum brøðrum úr Skopun .

Góða mamma, tað hevur ikki verið lætt hjá tær at mist tann fyrsta fødda sonin Petur Sigurd og so fekk pápin tuberklar , men so fekk tú tíbetur ein son aftrat skjótt aftaná sum bleiv uppkallaður,sum vera man. Síðani komu tvær gentur Rutt og Nomi og so ein sonur, Pól.Góða elskaða mamma okkara ! Tú hevur altíð verið okkum ein góð mamma.Altíð víst okkum á hin góða smala vegin,biðið fyri okkum og gjørt alt tað besta fyri okkum. Tú hevur havt tína dagliga gongd í Betania øll hesi árini síðani tú kom til Skopunar at búgva og tað eru eini 60 ár síðani.Har var pápin eisini ein av grund- stuðlunum og ferðaðist eisini runt um í Føroya landi at bera fram vitnisburðin um Harran Jesus. Ikki havi eg gloymt hvussu tit bæði stuðlaðu mær í at læra og fáa eina útbugving.Ta tíðina legði eg nógv fyri at koma heim í weekend til tykkum.Undir Hamrinum er gott at vera, plagar tú at siga.


Mangan hevur hugnaligt at koma saman við familjuni til Skopunar at vitja teg. Tú er ófør at klára teg einsamøll í húsi so høgt til árs.

So nú ynskja vit tær eitt gott lívskvøld og at Jesus skal vera hjá tær soleiðis ,sum tú altíð bað Hann fylgja okkum , tá ið vit fóru út fyri dyr.


Kærastu heilsanir: Pól, Bjørga ,Rebekka,Rakul og Samuel.