Guðrun setti met í SMS

Ongin annar hevur megnað at savna so nógv fólk í SMS, sum Guðrun gjørdi sunnukvøldið. Fyrireikararnir meta, at tað hava verið millum 3000 og 4000 fólk á torginum henda dagin

Sunnukvøldið var tiltak í SMS við Guðrun Sólju Jacobsen, Stjerne for en aften vinnaranum. Har vóru røður hildnar fyri stjørnuni, gávur handaðar og so skuldi hon sjálvsagt eisini syngja vinnaralagið og skriva autografar.
? Sum eg veit um, so hava tað ongantíð verið so nógv fólk í senn í SMS. Eg havi eisini spurt onnur fólk í húsinum, sum hava verið her longur enn eg, og tey vita heldur ikki um nakran, sum hevur megnað at savnað fleiri fólk, sigur Rógvi Róin, marknaðarleiðari í SMS.
Rógvi sigur, at fyrst í 80 árunum vóru tað tó tiltøk, har ung upptraðkaðu, sum kláraðu at savna nógv fólk saman, men ikki í nær námind av, hvussu nógv vóru sunnudagin.
? Vit hava teljarar á hurðunum, sum telja, hvussu nógv fólk koma inn og út. Nøkur ganga sjálvandi nakrar ferðir, men eg meti altso, at har hava verið millum 3000 og 4000 fólk, sigur Rógvi, og tá kann ikki sigast annað, enn at talið vit skrivaðu í Sosialinum í gjár var heilt av leið.
Tiltakið gekk eisini upp á stás sambært marknaðarleiðaranum. Fyrireikararnir høvdu skipað tiltakið væl, og alt klappaði, sum tað skuldi. Eisini seldi 3´arin Stjerne for en aften fløgur, og sum Sosialurin skilir á lagnum vóru tær rivnar vekk eftir stuttari tí, og tá hevur talan verið um 400 fløgur. Hetta merkir tó ikki, at um onkur skuldi ynskt at ogna sær eina Stjerne for en aften fløgu, at hetta er ómøguligt, tí nýggj sending kemur, sambært Rógva Róin aftur til landið.

Myndatxt: Millum 3000 og 4000 fólk vóru sunnudagin komin saman í SMS. Hetta er tað mesta nakrantíð

Mynd: Jens Kr. Vang