Sóley ger dreymin til veruleika

Longu sum smágenta ynskti hon at gerast sjónleikari. – Men heldur enn bara droyma, so havi lagt mær ítøkiligar ætlanir, soleiðis at dreymurin kann blíva til veruleika, sigur Sóley Danielsen, sum lærir til sjónleikara og leikstjóra í London

Rannvá G. Fossaberg

Tú veitst ongantíð hvaðani ella nær, næsta lønin kemur, og harafturat fert tú til upptøkuroynd aftan á upptøkuroynd oftast uttan úrslit. Lívið sum sjónleikari er ikki altíð eins glæsiligt og tað, vit síggja um kendu sjónleikararnar á Broadway, í Hollywood ella í West End í London. Men fyri 23 ára gomlu havnardamuna, Sóley Danielsen, hevur sjónleikur alt at siga, og tískil hevur hon valt at útbúgva seg sum sjónleikara og leikstjóra á The Academy of the Science of Acting and Directing, sum er í London.

Byrjaði í Sjónleikarahúsinum
Sóley hevur altíð verið sera áhugað í sjónleiki, og sum átta ára gomul tók hon fyrsta fetið á leiðini at gerast sjónleikari:
– Eg havi viljað verið sjónleikari, so leingi eg kann minnast. Tá eg var átta ára gomul, slapp eg á sjónleikaraskúla í Sjónleikarhúsinum í Havn, og tá bleiv eg enn meira bitin av leiklistini, sigur Sóley, sum var fjúrtan ára gomul, tá hon saman við eini vinkonu skrivaði ein leik. Hetta helt hon vera so mikið spennandi, at hon síðani tá hevur skrivað fleiri leikir afturat. Júst hesin parturin av leiklistini er ein av orsøkunum til, at hon ikki einans er í ferð við at útbúgva seg sjónleikara men eisini leikstjóra:
– Tað, at kunna fortelja eina søgu á palli og brúka hugflogið til at gera tað veruligt, er heilt fantastiskt. At geva áskoðarunum eina stóra uppliving við leiklistini er ein góð kensla, fortelur Sóley.
Hon hevur fleiri royndir bæði sum sjónleikari og leikstjóri innan føroyskan sjónleik. Eitt nú hevur hon verið við til at fyriskipa sangleikin Grease, og so hon var ein av teimum, ið settu leikbólkin Huðrar á stovn. Hesar royndirnar er hon serstakliga glað fyri, tí tær hava víst henni, hvussu hon skal handfara ymsu støðurnar, hon sum sjónleikari kann koma út fyri:
– Um tú hevur royndir, óansæð um tær er væleydnaðar ella miseydnaðar, so veitst tú betur, hvussu og hvat tú skalt gera næstu ferð, tú skalt framføra ella leikstjórna. Og hvar er betri at bæði eydnast og gera mistøk enn á einum skúla, heldur Sóley fyri.

Spælir sjónleik og leikstjórnar
Útbúgvingin, sum Sóley er farin undir, er skipað í tær tvær linjurnar sjónleik og leikstjórn. Tú velur, um tú bert vil hava sjónleik ella eisini taka leikstjórn, sum so byrjar á øðrum ári. Hetta merkir, at velur tú leikstjórn, er útbúgvingin fýra ár til longdar: Trý ár við sjónleiki og leikstjórn. Fjórða árið arbeiða næmingarnir sjálvstøðugt, har tey seta leikir upp saman við floksfeløgunum. Sjálv heldur Sóley, at tað er fjórða árið, ið er tað, sum er mest spennandi:
– Fjórða árið virkar ótruliga læruríkt og áhugavert, og longu nú eru vit byrjað at fyrireika okkum til at skula arbeiða sjálvstøðugt komandi skúlaár, fortelur Sóley, sum í løtuni gongur á triðja ári.
Á skúlanum eru næmingar úr ymsum londum, men størsti parturin er úr Íslandi og Svøríki. í løtuni eru tað bert Sóley og ein onnur genta, ið eru føroyingarnir á skúlanum. Sambært Sóley hevur hetta samband við vánaligu møguleikarnar at fáa fíggjarligan stuðul, ímeðan mann gongur á skúlanum:
– Allir sjónleikaraskúlar eru ymiskir, og tíverri hevur tað víst seg at vera sera trupult at fáa góðkent SU til henda skúlan, og tað er ivaleyst ein av orsøkunum til, at tað ikki ganga fleiri føroyskir næmingar á skúlanum í løtuni, heldur Sóley.

Hevur langan skúladag
Á skúlanum hevur Sóley nógvar ymsar lærugreinar innan leiklist. Lærugreinarnar eru býttar upp í tvey sløg: Kropsligar og ástøðiligar lærugreinar. Í teimum kropsligu lærugreinunum lærir Sóley millum annað ballet, pardans, sirkus, jazz og akrobatik, tí tað er týdningarmikið, at tú sum sjónleikari er væl fyri kropsliga:
– Hvør dagur byrjar klokkan hálvgum nýggju, har vit gera joga og ræddarvenjingar. Á henda hátt er kroppur og rødd altíð í topformi. Harafturat læra vit um øll møgulig ástøði og ymsar teknikkir, greiðir Sóley frá. Endamálið við hesum slagnum av frálæru er at læra næmingarnar á skúlanum at kunna arbeiða saman við ymsum leikstjórum og sjálvi at kunna leikstjóra øðrum. Sum leikstjóri er tað av alstórum týdningi at duga at laga sína leikstjórn alt eftir, hvørjar royndir leikararnir hava, og hvussu tey arbeiða. Hvør dagur á skúlanum endar umleið klokkan hálvgum seks um kvøldið:
– Nakað aftan á klokkan fimm plaga vit altíð at meditera í einar tjúgu minuttir. Orsøkin til at vit gera hetta er, at vit so at siga skulu lata alt tað, vit hava lært tann dagin, sodna, fortelur Sóley og leggur afturat:
– Tað er eingin loyna, at hetta er strævið. Tá vit hava nógv at gera á skúlanum, tá er lætt at líkasum missa seg sjálva og gloyma, hví mann nú hevur valt hetta. Tað er veruliga hart og strævið tær løturnar, tá eg gloymi at njóta arbeiði. Tá royni eg so at minna meg sjálva á, at hetta faktisk er mín dreymaútbúgving, sum eg eri farin í holt við, sigur Sóley.

Upptøkuroyndir eru avbjóðandi
Hóast Sóley ikki er liðug við útbúgvingina, so hevur hon longu roynt at verið til sokallaðar auditions. Tað er eitt slag av upptøkuroyndum, ið ein skal klára fyri at vera við í einum sjónleiki ella filmi. Í London koma nógvir royndir og minni royndir sjónleikarar, so tað eru nógv um boðið, tá leikstjórar og sjónleikarahús leita eftir leikarum til ávísar verkætlanir. Hetta er nakað, sum Sóley fyri stuttum mátti ásanna, tá hon var til upptøkuroynd til ein vampyrfilm. Gentan, tey sóknaðust til leiklutin, skuldi hava langt, svart hár og brún eygu, og hóast Sóley hevur ljóst hár og blá eygu, so vildi leikstjórin hava hana til upptøkuroyndina. Her skuldi Sóley latast, sum hon drakk blóð úr einum heimleysum manni. Hetta var ein sonn avbjóðing, tí hon var púra einsamøll á pallinum og hevði heldur ikki nakrar rekvisittur:
– Eg leikti hesa senuna tvær ferðir, og serliga aðru ferð helt eg, at tað gekk ordiliga væl, tí tey fimm fólkini, sum sótu í salinum og skuldu avgera, um eg fekk leiklutin ella ikki, lótu stak væl at, greiðir Sóley frá. Nakrar dagar seinni fekk hon teldupost, har tað stóð, at valið stóð millum hana og nakrar fáar aðrar gentur, so ho gjørdist eitt vet vónbrotin, tá hon eina viku seinni fekk at vita, at tey ikki hildu hana vera rætta persón til leiklutin:
– Tá hugsaði eg bara “aja, soleiðis er tað bara”. Eg havi lært, at tað er tað einasta, eg kann siga við meg sjálva, tá slíkt kemur fyri. Eg kann bara gera mítt besta og skal ikki takad tað personligt. Eg má so bert vóna, at eg og mín útsjónd ein dag verður júst tað, sum tey leita eftir, sigur Sóley. Sambært henni hevur hon ongantíð enn fingið boð um at gera stórvegis broytingar við útsjóndini fyri at kunna passa til ein ávísan leiklut:
– Eingi krøv verða sum so sett til mína útsjónd. Onkuntíð skal eg lita og klippa hárið, men tað bilar ikki so nógv. Eg geri nógv fyri leiklistina, men eg hevði ongantíð gjørt nakað, sum kundi ávirkað mína heilsu og kanska endað við hjartasteðgi ella undirvekt, sigur ein avgjørd Sóley.

Droymir um føroyska leiklist
Um eitt ár er Sóley útlærd sjónleikari og leikstjóri, og hon hevur longu nú gjørt sær stórar ætlanir:
– Eg kundi hugsað mær at sett ein skandinaviskan leikbólk á stovn saman við nøkrum vinfólkum á skúlanum, og so hevði tað eisini verið áhugvert at undirvíst í drama, fortelur Sóley, sum sigur seg eisini vilja vera við til at menna føroyska leiklist. Eitt nú ynskir hon at kunna stovna eitt akademi í Føroyum:
– Ein altjóða leiklistaskúli í Føroyum hevði birt undir eitt heilt nýtt lív og umhvørvi á føroyska mentanarpallinum, greiðir Sóley frá og rósar føroyskari leiklist:
– Føroyskur sjónleikur er uttan iva hægsta støðið av leiklist, sum eg nakrantíð havi upplivað, og eg fái íblástur hvørja ferð, eg síggi sjónleik í Føroyum, sigur Sóley. Hóast korini hjá nógvum sjónleikarum ikki eru av teimum bestu, so stúrir Sóley ikki fyri framtíðini:
– Tá eg verði gomul, fari eg ikki at líta aftureftir og hugsa um, hvusu keðiligt tað var ikki at eiga nógvar pengar og ongantíð vita nær ella hvar næsta lønin kom. Tá alt kemur til alt hevur tað einki at siga, heldur Sóley. Hóast hon nú ger tað, hon sum barn droymdi um, dámar henni ikki at kalla leiklistina fyri ein dreym:
– Hetta her við at hava dreymar og droyma um eitthvørt seti eg í samband við eitt mál, tú ongantíð røkkur. Heldur enn bara droyma, so havi lagt mær ítøkiligar ætlanir, soleiðis at dreymurin kann blíva til veruleika, sigur Sóley at enda.