Seinnapartin í gjár skrivaði Kurt Mørkøre undir yrkissáttmála við norska 1. deildarliðið Sogndal. Talan er um sama felag, sum Julian Johnsson varð seldur til fyri tveimum vikum síðani. Umboð fyri norska [...] Stórustovu. Tríggir partar Kurt Mørkøre hevur verið bundin av sáttmála við KÍ tað, sum er eftir at hesum árinum, og tí vóru sáttmálasamráðingarnar bæði millum Kurt Mørkøre og norska felagið og millum norska [...] og íblásari. Tá KÍ sunnudagin fer í Gundadal at spæla móti HB fer Kurt Mørkøre fyri síðstu ferð í hesum umfarinum at umboða barndómsfelagið, og tá tað verður havt í huga, at hann verður 34 ár, tá sáttm
tað ligið væl fyri hjá honum at gera mál. Tað kenna sandoyingar alt til, og fyri at byrgja upp fyri hesum, høvdu teir givið formanninum í trivnaðarnevndini hjá løgtinginum uppgávuna at hanga uppií toppskjúttanum [...] gjár, so er møguleikin ikki so lítil fyri, at Kurt Mørkøre hevur skorað síðstu málini í Klaksvík ? á hesum sinni. Men tað tykist ikki sum at klaksvíkingar nýtast at stúra so nógv fyri framtíðini, tá tað snýr [...] burtur úr møguleikunum. Hesar síðstu vikurnar hava bent á, at ein broyting er við at fara fram, hvat hesum viðvíkur. Heðin tvær ferðir Heðin á Lakjuni skoraði tvær ferðir móti B68, og hann kom eisini á talvuna
t, tí tað førir til størri veiðitrýst, og til at útróðrarflotin fer í søguna, hevur hann skrivað undir eitt samgonguskjal, har eitt av endamálinum er størri frælsi at keypa og selja fiskidagar. Talsmaður [...] vegin uppeftir til ein trolara. Hendrik Old segði, at tað vóru longu reiðarar, sum høvdu funnið útav hesum her. ? Tað eru reiðarar, sum hava útróðrarbátar í einum felag, línubát í einum øðrum felag og partrolarar [...] hvat fiskimálaráðharrin segði um frælsi at keypa og selja dagar, tí tað skuldi alt ígjøgnum tingið undir øllum umstøðum. So teir, sum eru ímóti at keypa og selja dagar, fáa allar møguleika at mótarbeiða
tvang í hesum umfarinum. Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at vágbingar mugu hava misskilt okkurt, tá ið teir siga, at Landsstýrið hevur kravt vágssluppina Johonnu undir hamaran. [...] farnir, kann fíggjarmálaráðharrin sissa vágbingar. Tí hann sigur, at ætlanin hjá landsstýrinum við hesum er ikki at koyra Johonnu á tvang. Tryggjað pant í skipinum Karsten Hansen sigur, at tað einasta, sum [...] avgreiðast. Karsten Hansen sigur, at hetta merkir ikki annað enn, at um onkur skuldi kravt Johonnu undir hamaran, so hevur landsstýrið nú pant í skipinum. Landsstýrið hevur ikki kravt Johonnu á tvang, endurtekur
ferðin var við tíðindafólkinum. Forsætisráðharrin við fylgi var farin úr Vestmanna og skuldi fyrst undir Vestmannabjørgini. Alt sum nærkast Mykinesi, verður lagt til merkis tað stórbæri, oyggin sýnir ein [...] grasið, tey høvdu heintað í Mykinesi. Eitt sindur sjáldsamt hjá fremmandafólkunum at sigla so tætt undir ritunum, sum eiga í gjónni. Onkur var eitt sindur ivasamur, hvørt tær nú mundu fara at skvetta í høvdið [...] hann var komin niðaná. »Eisini nógv vakrari enn á myndunum«. Og tað var sum í Brókatátti: »Kópurin undir oynni liggur, lundin flýgur í ring.« Sera hugtakandi tóktist fremmandafólkunum at koma so nær lundunum
Tann batnaði búskapurin hevur tríggjar orsøkir: Nógvur fiskur, høgir prísir og lág renta. Onga av hesum orsøkum hevur samgongan haft ávirkan á. Hinvegin fær arbeiðsfólkið ein yvir nakkan frá samgonguni [...] serliga játtan á fíggjarlógina ljóðar sum hokus pokus, men onkur annar man fara at gera meira burtur úr hesum. Nevnt verður at fiskivinnan minkar við 1%. Hetta man so verða í virði, tí fiskiskapurin er minkaður [...] til endamáls at fáa størst møguliga undirtøku fyri ætlanini. Alt seinasta ár var okkara flokkur undir hørðum trýsti frá tjóðveldisflokkinum, teir kravdu, at vit gjørdu teirra politikk til okkara, uttan
t til grunn, har fíggjarliga illa staddar kommunur fáa pening úr. M. a. fær Tvøroyrar kommuna úr hesum grunni, sum borgarar í Havn gjalda. Og hvat er takkarlønin? Jú, soljóðandi úttalisli frá borgarstjóranum [...] soleiðis: »Vísir á, at bæði kommunufelagið og býarfelagið hava verið í arbeiðsbólkinum og hava tikið undir við tilkælinum«. Skal hetta skiljast soleiðis, at kommunufelagið og býarfelagið hava avtikið bý- og
Hvalba, og fyrsta følvið legst á húsatekjurnar í bygdini, verður eftir øllum at døma tómt undir lonini í Leirum. Undir øllum umstøðum, eru Andreas Andreasen, prestur, og konan, farin. Allahalgannadag, hin [...] túr skips, tí á sjónum hevur hann mangan brattan farið. Hann hevur fiskað undir Íslandi og í Eystursjónum, men einamest undir Føroyum. ? Eg havi verið við fleiri bátum á landleiðini, onkrum trolara og [...] kom Skjótt fyrrverandi hvalbiarprestur dylur ikki fyri, at seinasta árið hevur verið strævið, og í hesum sambandi nevnir hann serliga tíðina eftir Hera Joensen, ið sum kunnugt nú stendur á prædikustólinum
øll, sum tíðin líður. Etið kongshús-gularótina Sambandsflokkurin lovaði samband, og tað koma vit undir øllum umstøðum at hava í nógv Harrans ár afturat. Serliga eftir at Tjóðveldisflokkurin er farin at [...] mótpørtum okkara størri fyrimunir. Nýggjar vinnur og núverandi vinnur høvdu fingið stóran ágóða av hesum felagsskapi. Tað er ikki uttan grund, at so nógv lond ynskja at sleppa upp í part sum ES-limir. Michael
apríl mánað tóku 32 prosent undir við uppskoti Javnaðarfloksins um sjálvstýri við danskari grundlóg í ríkisfelagsskapi. Nú er talið 25 prosent. Talan er um eina kanning, og á hesum stað skulu ikki nakrar [...] bara helvtin av fólkafloksveljarunum tekur undir við fullveldisætlanini. Eygleiðarar hava sett spurnartekin við, hvussu heilhjartaður Fólkaflokkurin tekur undir við ætlan landsstýrissins. Orðaskifti hava [...] 45 prosent av teimum, sum svaraðu, taka undir við ætlanini um fullveldi, og 43 prosent siga nei. Næstan 60 preosent halda, at blokkstuðulin skal annaðhvørt minka í ávíst áramál ella í góðum tíðum. Samstundis