? Vit hava ikki ætlað at koyra Johonnu á Tvang. Og hon fer heldur ikki á tvang í hesum umfarinum.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at vágbingar mugu hava misskilt okkurt, tá ið teir siga, at Landsstýrið hevur kravt vágssluppina Johonnu undir hamaran.
Tað er annars uppfatanin hjá teimum, sum eiga Johonnu, at Landsstýrið nú hóttir við at koyra hana á tvang.
Orsøkin er, at felagið, sum eigur Johonnu, skyldar landskassanum 600.000 krónur.
Eftir hvørki at hava hoyrt orð ella eið frá Landsstýrinum í næstan fimm ár, fingu vágbingar bræv frá sakførara nú ein dagin, har teir siga, at hann kravdi skuldi afturgoldnað.
Og kundu teir ikki betala skuldina aftur, skuldi úrtøka gerast í felagnum.
Hetta uppfataðu, sum at Landssýrið ætlaði at koyra felagið á tvang, kundi tað ikki gjalda skuldina.
Og tað merkir í veruleikanum, at Johanna skuldi á tvang, tí einasta ogn av týdningi hjá felagnum er hendan gamla sluppin.
Men sambært Karsteni Hansen, fíggjarmálaráðaharra, er hetta ikki so.
Hetta er eitt mál, sum hevur gingið av sær sjálvum í umsitingini, so fíggjarmálaráðharrin kendi púra onki til tað. Og hann sigur, at ongin hevur tosað við seg um tað.
Men feriutíð er, so tað hevur gingið strilti hjá honum at kanna.
Men nú nakrir dagar eru farnir, kann fíggjarmálaráðharrin sissa vágbingar. Tí hann sigur, at ætlanin hjá landsstýrinum við hesum er ikki at koyra Johonnu á tvang.
Tryggjað pant í skipinum
Karsten Hansen sigur, at tað einasta, sum Landsstýrið vil, er, at tryggja sær pant fyri skuldini.
? Ongin trygd hevur verið fyri láninum.
? Og sakførarin, sum arbeiðir við málinum, hevur bara gjørt sítt arbeiðið og tað er at krevja skuldina inn. ? Og ber tað ikki til at krevja skuldina inn, er tað hansara skylda at tryggja Landsstýrinum pant í ognini fyri at fáa trygd fyri skuldini.
? Og tað mest vanliga er, at í sambandi við úrtøku, verður avtala gjørd um, hvussu skuldin skal avgreiðast.
Karsten Hansen sigur, at hetta merkir ikki annað enn, at um onkur skuldi kravt Johonnu undir hamaran, so hevur landsstýrið nú pant í skipinum.
Landsstýrið hevur ikki kravt Johonnu á tvang, endurtekur hann. Tað hevur heldur ongantíð verið upp á tal, leggur hann afturat.
Ongi lyfti
Karsten Hansen sigur, at tað er heilt einfalt skyldan hjá landsstýrinum at krevja trygd fyri skuldini, tí tað er skattgjaldarans peningur, sum talan er um.
Og hann kann ikki lovað, vágbingum nakað í samband við málið.
Men hann veit við vissu, at tað verður hvørki Johanna, ella nakað annað skip selt á tvang, uttan at hann veit av tí.
Hann heldur eisini, at Johanna er eitt serligt mál við einum serligum týdningi.
Og hann ivast heldur ikki í, at bæði fjøldin av Føroya Fólki, tað eitt heilt løgting og landsstýrið hava heitar kenslur fyri, at Johannu skal varðveitast í føroyska flotanum.
Hann dugir heldur ikki at síggja, at nakar fær nakra sum helst gleði av, um Johanna fær KG ella VA á bógvin ístaðin fyri TG.
?Vágbingar hava gjørt eitt megnar arbeiði fyri at fáa skipið. Og hon hevur umboðað Føroyar á nógvum tiltøkum uttanlands. Og tað í sær sjálvum er eitt stórt virði.
? Og tað, at Landsstýrið nú ger úrtøku í henni, ger í hvussu so er tað, at ongin annar kann krevja hana á tvang uttan at Landsstýrið kemur upp í málið.
? So hetta ger ikki teirra støðu ótryggari, kanska heldur tvørturímóti.
Nú eru tað mong sum vísa á, at tað eru nógvir føroyingar, sum hava fingið eftirgivið milliónir í skuld. Og tey halda, at tað er sjálvsagt, at tær 600.000 krónurnar, sum Johanna skyldar tí almenna eisini verða strikaðar ?
Men tað vil Karsten ikki svara til enn.
? Eg kenni ov lítið til málið til at fara í smálutir og eg veit ikki, hvat er farið fram higartil. Tí fari eg heldur ikki at siga nakað um, hvussu Landsstýrið fer at fyrihalda sær, sigur fíggjarmálaráðharrin.