Fólkaflokkurin avgerandi

Ætlanin um føroyskt fullveldi fær aftur størri undirtøku millum føroyskar veljarar, sum siga nei til farandi heimastýrisskipan, og vilja sleppa av við danska blokkstuðulin eftir ávísum áramáli. Hetta má vera greiða niðurstøðan, eftir at parturin um fullveldi og blokkstuðulin í veljarakanningini hjá Dimmalætting og Berlingske Tidende varð kunngjørdur.

45 prosent av teimum, sum svaraðu, taka undir við ætlanini um fullveldi, og 43 prosent siga nei. Næstan 60 preosent halda, at blokkstuðulin skal annaðhvørt minka í ávíst áramál ella í góðum tíðum.


Samstundis slær kanningin fast, at alternativið til ætlanina um fullveldi - uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um eina sjálvstýrslóg - hevur minkandi undirtøku. Í apríl mánað tóku 32 prosent undir við uppskoti Javnaðarfloksins um sjálvstýri við danskari grundlóg í ríkisfelagsskapi. Nú er talið 25 prosent.


Talan er um eina kanning, og á hesum stað skulu ikki nakrar talgreiningar gerast, men áhugavert er at síggja, at bara helvtin av fólkafloksveljarunum tekur undir við fullveldisætlanini. Eygleiðarar hava sett spurnartekin við, hvussu heilhjartaður Fólkaflokkurin tekur undir við ætlan landsstýrissins. Orðaskifti hava bent á, at fólkafloksfólk norðan fyri Hórisgøtu, í Eysturoy og Norðoyggjum, eins og í Sandoynni, eru ram loysingarfólk, afturímóti umboðum floksins í Suðurstreymoy.


Hetta er støðan áðrenn úrslitið av Hvítbókini er komið fram, og áðrenn vit kenna fíggjarligu avleiðingarnar, um vit taka fullveldi. Hugsast kann, at gongur úrslitið ov nær pengapunginum, kann stívliga helvtin lættliga broytast til slaka helvt.


Eisini er áhugavert, at bara 17 prosent av javnaðarveljarunum taka undir við fullveldisætlanini. Nú eru nógvir leikir at leika, og enn ber ikki til at siga nakað sum helst, men í prinsippinum er greitt, at skal ætlanin um fullveldi fáa tann »neyðuga meirilutan« er neyðugt við stuðli frá fleiri javnaðarveljarum. Hetta tal hevur ligið rættiliga støðugt, so tað verður kanska undirtøkan, men meiri spennandi verður, hvørja støðu sambandsvongurin í Fólkaflokkinum tekur. Hann verður - eins og í 1946 - tann avgerandi marginalurin, sum støðan tykist at vera í dag.