? Tað kann ikki ?diskuterast?. Fiskidagar kunnu púra frítt seljast og keypast ímillum allar skipabólkar.
Tá ið Løgtingið fríggjadagin ásetti fiskidagatalið fyri komandi ár, vísti Hendrik Old, løgtingsmaður á, at at lógin og kunngerðir um
vinnuligan fiskiskap eru so holut, at tað ber væl til at svika við fiskidøgum.
Tað var serliga møguleikarnar at keypa og selja fiskidagar, sum hann hugsað um.
Hann vísti á, at tað er oftani sagt, at tað skuldi ikki bera til at umseta fiskidagar frá útróðrarflotanum til restina av flotanum, tí at útróðrarflotin var í eini serstøðu.
? Men hetta er ikki so. Tí veruleikin er, at dagar kunnu handlast frítt ímillum allar skipabólkar, sigur Hendrik Old.
Hann sigur, at so nyttar onki hjá summum í samgonguni at harmast um størri umsetiligheit.
Hann vísti á, at samgongan er í tvídrátti um, hvussu stórt frælsi skuldi vera at keypa og selja fiskidagar.
? Samstundis sum formaðurin í vinnunevndini, Heini O. Heinesen harmast um størri, at størri umsetiligheit, tí tað førir til størri veiðitrýst, og til at útróðrarflotin fer í søguna, hevur hann skrivað undir eitt samgonguskjal, har eitt av endamálinum er størri frælsi at keypa og selja fiskidagar.
Talsmaður javanaðarfloksins í fiskivinnumálum sigur, at nýliga er ein kunngerð komin um lógina um vinnuligan fiskiskap.
? Og hendan kunngerðin vísir, at ætlanin er at veiðitrýstið skal økjast heilt munandi.
? Tí eftir henni er tað fullkomiliga frítt at umseta fiskidagar ímillum allar skipabólkar.
Línubát til millumlið
Hendrik Old sigur, at tað einasta, sum skal til, er at hava ein línubát til millumlið.
? Tað ber væl til at selja fiskidagar frá útróðrarbáti til línubát og frá línubáti víðari til partrolara ella trolara, tá ið tríggir mánaðir eru eftir av árinum, sigur Hendrik Old.
? Hetta er ein veruleiki, sum ikki reingist, hvussu víkir og vendir, sigur javnaðartingmaðurin.
? Tvs, at bara tú hevur ein línubát til millumlið, kunnu fiskidagar umsetast púra frítt frá tí minsta útróðrarbátinum uppá 15 tons, allan vegin uppeftir til ein trolara.
Hendrik Old segði, at tað vóru longu reiðarar, sum høvdu funnið útav hesum her.
? Tað eru reiðarar, sum hava útróðrarbátar í einum felag, línubát í einum øðrum felag og partrolarar í einum triðja felag. Og tað er púra vist, at útróðrarbátarnir fara aldrin at loysa frá landi. Tí tað einasta hann skal brúkast til, er nevniliga at selja útróðrardagar til ein línubát og víðari til trolararnar.
Tað ber ikki til
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vísti tí aftur, sum Hendrik Old førdi fram.
Hann segði, at tað stendur í kunngerðini, sum Hendrik Old visir til, at tað ikki er loyvt at flyta dagar frá útróðrarbátum til trolarar.
? Og so er tað ikki loyvt, sama um millumlið verða brúkt, tí tað er ikki loyvt at selja teir somu dagarnar frá útróðrarbáti til ein trolarar.
?Fiskimálaráðharrin legði afturat, at hetta er fyrstu ferð, at hendan kunngerðin er gjørd og er tað brúk fyri at skera tað út í papp, hvat er loyvt, og hvat er ikki loyvt, so kann tað gerast til eina aðru ferð.
? Men tað er loyvt at selja dagar frá einum útróðrarbáti til ein línubát. Og tað er loyvt at selja dagar frá einum línubáti til ein trolara.
Men Hendrik Old helt fast við sítt.
Hann nevndi, at tað kundi ongin siga, hvat tað eru fyri dagar, ein línubátur selur einum trolara. Tað kann eingin siga, um hetta eru dagar, línubáturin átti sjálvur, ella um tað eru dagar, sum hann hevur keypt frá einum útróðrarbáti.
Heini O. Heinesen vísti á, at viðurskiftini kundi verið nógv greiðari. Men hann helt ikki, at tað hevði so stóran týdning, hvat fiskimálaráðharrin segði um frælsi at keypa og selja dagar, tí tað skuldi alt ígjøgnum tingið undir øllum umstøðum. So teir, sum eru ímóti at keypa og selja dagar, fáa allar møguleika at mótarbeiða tí í løgtinginum.