vónar hann, at hetta ikki er seinastu ferð heldur. Øll manningin umborð er sera positiv og spent uppá at fara undir at bora við Føroyar, vitandi, at lønandi oljufund er ikki gjørt áður, og at henda boringin [...] veruliga fundið. Hetta er so eisini fyrstu ferð teir seta borin í basalt, tó at teir hava borað gjøgnum harðan stein áður. Even Westgård er greiður yvir, at tað kann blíva ein hørð nøt at knekka at skula bora [...] men hann heldur kortini, at Statoil hevur gjørt sítt heimaarbeiði so mikið væl, at hetta verður ein avbjóðing teir fara at greiða. Nú Stena Drilling fer at hava nógv virksemi í Føroyum komandi mánaðirnar
góðtekur ikki, at útgerðarvirksemi ikki eisini skal vera í Suðuroynni. Tað eru fýra serfrøðingar í útgerðarvirksemi hjá Statoil í Noregi, sum hava arbeitt alt tilfarið frá samtøkunum, ið vóru við í prekv [...] hevur samtykt, at útgerðarvirksemið skal eisini koma útjaðaranum til góðar. Í tí sambandi hava teir, sum skulu geva tilboð, fingið at vita, at útgerð í sambandi við dálking ol. skal liggja í Suðuroynni. Enn [...] møguleiki hevði verið hjá myndugleikunum at komið inn og sagt, at øll feløg skuldu hava møguleika at bjóða, men tá áttu teir at hava fingið hetta at vita fyrr. -Vit hava verið opnir alla tíðina og sagt frá
ólavsøkurøðan ikki tulkast øðrvísi enn, at ósemjan er stór um, hvør politikkur. Edmund Joensen sigur at vit vita eisini, at summi av teimum málum, sum løgmaður boðaði frá, lata seg ikki gera í samgonguni [...] til at útvega okkum bíliga rentu, eru orsøkin til gongdina. ? Annars er gongdin ikki betri enn so, enn at yvirskotið á handilsjavnanum er við at hvørva nú. ?Tað er eisini at manipulera við tølum at siga [...] Tað er júst hetta, sum stríðið um skiftistíðina snýr seg um ? Og øll vita, at tað er ein himmalvíður munur á at vera í ríkinum og at vera uttanfyri, sigur Edmund Joensen.tað, sum stendur í Landsbankanum
sigur, at tað hevði givið arbeiðsfrið í heili fýra ár, men tað eigur sjálvandi at kosta nakað eyka. -Tað eigur at vera dýrt at fáa tryggjaðan frið í fýra ár, men arbeiðsgevararnir vóru ikki sinnaðir at betala [...] - At fáa 8,3% í fýra ár, er heilt burturvið, leggur hann afturat, men vit mettu annars, at hetta var ein fyltur møguleiki at skapa støðufesti í einum longum áramáli. Gunnleivur Dalsgarð heldur, at tað [...] hava spøkt í høvdinum á arbeiðsgevarunum. - Eg haldi ikki, at arbeiðsgevararnir í hesum føri hava hugsað nóg nógv um, hvat tænir Føroya Tele best. Eg haldi, at teir hava meiri hugsað um at at halda støðið
savnað saman. Ikki eitt menniskja er at síggja í stóru gongini, tí øll eru savnaði í sama rúmi. Tá tú so ert komin heilt yvir til dyrnar inn í stóra salin, er eingin ivi. Hetta er staðið. Inni í stóra salinum [...] arbeiði gjørt fyri at velja út júst teir sangirnar sum skulu syngjast hetta kvøldið. Hetta er ikki ein einføld uppgáva, tí hetta skal eisini leggjast væl til rættis. Einki við bara at taka henda og handa [...] tey býtt sundur í tey ymisku kømrini og sovisalarnar í húsinum. Í køkinum standa konur úr Norðoyggjum fyri matgerðini. Fleiri at luttakarunum á leguni hava verið við í andaligum arbeiði í styttri ella longri
Vár fer at klára seg í hesum starvinum tey komandi trý árini. - Eg eri onga løtu í iva um, at felagið hevur fingið eina unga og fríska forkvinnu, sum fer at verða til gagns fyri okkum. - Vár er ikki bangin [...] Sjálv ivast hon onga løtu í, at Vár veit hvat hon vil við starvi sínum, og at hon bæði er arbeiðssom, uttan tó at hon fer at leypa framav. - Ein forkvinna hevur altíð brúk fyri at tosa við starvsfelagar sínar [...] rfrøðingur í 2002. Hevur fyri tað mesta starvast innan eldraøkið. Arbeiðir í løtuni á Tjarnargarði. Tók í 2005 prógv sum kliniskur vegleiðari og í 2006 í Grundleggjandi Leiðaraútbúgving. Í løtuni tekur
arbeiða fulla tíð ella parttíð. Í dag er støðan tann, at ein hópur av almennum starvsfólkum hava ikki hetta valið í dag. - Men hjá teimum flestu er parttíðararbeiði ikki nokk til, at forsyrgja sær og sínum. Eyðgunn [...] Løgtingið um at seta ætlanina í verk. - Ein tann fremsta uppgávan hjá politisku skipanini er at syrgja fyri, at arbeiði er til allar hendur, sigur Eyðgunn Samuelsen. Hon heldur at eingin, sum býr í Føroyum [...] Samuelsen heldur, at hetta er ikki bara ein trupulleiki fyri tað einstaka starvsfólkið. - Sum frálíður er hetta ein samfelagstrupulleiki at ein stórur partur av kvinnum eru ein láglønarbólkur. - At arbeiða parttíð
ígongd. Hetta tá verjuleikari var óheppin at beina bóltin í egið mál. Hetta gav alt fyri eitt B36 frið yvir spælið, og næstu trý korterini skolaðu álopini móti VB-málinum. Tað eydnaðist eisini at økja um [...] av teimum svørt/hvítu ivast, hvørt hetta av álvara skuldi verða ein svartur dagur. Tí møguleikarnir trutu ikki hjá gestunum. Einasta forðingin var, at Marcin Dawy í VB-málinum enn einaferð stóð ein branddyst [...] innskifti Henning Joensen minkaði um munin. Málið kom tó ov seint, til at hetta veruliga gjørdi nakran mun, men tað skerst ikki burtur, at gestirnir kortini lætnaðu nakað um hjartað, tá dómarin bríkslaði fyri
og at halda tørn, sjálvt um nógv hevði verið á gosi kring hann. Tá Torleif Sigurðsson takkaði fyri, kom hann sjálvur inn á hetta: ? Eg havi ikki í mær at fara uppfrá, tá tað gongst væl og at fara í kjallaran [...] munnu øll vera samd í, at avgerðin var tann rætta. Avgerðin búnað í fjúrtan ár Torleif segði eisini, at longu í 1987 ætlaði hann fyrstu ferð at taka seg aftur úr formansstarvinum í FSF: ? Tað hevði neyvan [...] lagt í, at vit sammettu hann við fyrrverandi danska politikaran, og teir báðir líkjast ikki í nógv fleiri førum, enn teir líkjast. Men móttøkan leygardagin fekk hugsanirnar at fara 30 ár aftur í tíðina og
fara úrslit at síggjast so líðandi, meðan alt arbeiðið samanlagt fer at taka umleið tvey ár. Gunnar í Liða sigur, at sum tað sær út til í løtuni, fer Kopargøta aftur at vera gjøgnumkoyrandi í oktober mánaði [...] eisini skal síggja, at alt hoyrir saman, sigur Gunnar í Liða. Tá arbeiðið er liðugt, verður væl at merka meiri pláss at rúmast í hjá starvsfólkunum á Tryggingini. - Handlarnir vera í neðra í húsunum, og so [...] og er hetta einki minni enn eitt stórarbeiði, sum í løtuni stendur í gerð. Í løtuni hevur Tryggingin høli uppi á Hálsi í Havn í bygninginum hjá gomlu Brunatrygging, meðan høvuðsbygningurin er á Kongabrúnni