Fótbóltur
Á pappírinum tóktist talan verða um lætta uppgávu hjá B36, tá teir ferðaðust til Vágs mánadagin. Meistararnir hava higartil í ár sýnt eins góðar taktir, sum teir gjørdu stóran part av árinum í fjør, meðan mest sum einki hevur borið til hjá VB, sum enn eigur fyrsta stigið til góðar.
Trýstir í botn
Tað sá heldur einki serligt út hjá vertunum, tá teir longu eftir einum minutti hjálptu meistarunum ígongd. Hetta tá verjuleikari var óheppin at beina bóltin í egið mál.
Hetta gav alt fyri eitt B36 frið yvir spælið, og næstu trý korterini skolaðu álopini móti VB-málinum. Tað eydnaðist eisini at økja um leiðsluna, tá Óbi stutt fyri steðgin stútaði teir upp á 2-0. Men fram til tá mundu fleiri av teimum svørt/hvítu ivast, hvørt hetta av álvara skuldi verða ein svartur dagur. Tí møguleikarnir trutu ikki hjá gestunum. Einasta forðingin var, at Marcin Dawy í VB-málinum enn einaferð stóð ein branddyst, har hann ferð eftir ferð togaði stórspælið fram, tá naskar álopsroyndir skuldu steðgast.
Málið málið fyri steðgin sissaði kanska B36 nakað. Í øllum førum var talan langt ífrá um sama trýst, tá liðini komu út eftir steðgin. B36 hevði tó framvegis fult tamarhald á støðuni. Men fram móti endanum fekk liðið tó ein ordans skelk, tá innskifti Henning Joensen minkaði um munin. Málið kom tó ov seint, til at hetta veruliga gjørdi nakran mun, men tað skerst ikki burtur, at gestirnir kortini lætnaðu nakað um hjartað, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð. Trý stig afturat vóru komin á kontina, og tað var væl tað, sum fyrst og fremst varð farið eftir.










