Ungdómslega
Orð/myndir: Snorri Brend
Nesvík: Her er bara at ganga eftir ljóðinum. So finnur tú beinanvegin fram til staðið, har fólkið er savnað.
Úr tí stóra salinum hoyrast samfeldur sangur og tónleikur, og tú fornemmar at her munnu nógv fólk vera savnað saman.
Ikki eitt menniskja er at síggja í stóru gongini, tí øll eru savnaði í sama rúmi. Tá tú so ert komin heilt yvir til dyrnar inn í stóra salin, er eingin ivi. Hetta er staðið.
Inni í stóra salinum er nevniliga ein lovsangsløta á skránni. Ein løta har allir hesir 220 ungdómarnir vilja prísa tí Gudi, sum hevur kallað tey saman á hesa nýggjársleguna 2006.
Innbjóðingin til leguna er gingin út, og ungfólk omanfyri 16 ár úr øllum landinum hava tikið av. Nú er legan byrjað, og so kunnu vit tað sama luttaka og fáa alt við álvaran og tann sosiala partin.
Klokkan er bara 22:37 og enn er náttin ung. Henda lovsangsløtan kann vara í nógvar tímar aftrat!
Tað er fríggjakvøld ella trettandakvøld og dagurin er 6. januar 2006.
Væl skipaður sangur
Sangurin og tónleikurin ganga hond í hond, og har frammi har frammi við pallin er tað at alt verður fyriskipað sangurin, tónleikurin, leiðsla og sangúrvalið.
Fyrst er at siga frá teimum sum standa fyri sanginum. Har frammi í vinstru síðu standa nakrar ungar gentur við hvør sínari mikrofon. Tær eru forsangarar.
Frammanundan er eitt stórt arbeiði gjørt fyri at velja út júst teir sangirnar sum skulu syngjast hetta kvøldið. Hetta er ikki ein einføld uppgáva, tí hetta skal eisini leggjast væl til rættis.
Einki við bara at taka henda og handa sangin fram úr eini rúgvu av fleiri hundrað øðrum vælklingandi sangum. Nei, her skal hugsast um høvið, evnið fyri hesa nýggjársleguna og taluna, sum var byrjanin til tiltakið.
Eftir at hetta valið er farið fram skulu sangirnir skipast, og síðani skal hesin listin leggjast fyri tónleikararnar. Teir ynskja sjálvandi eisini at vera væl fyrireikaðir til sína uppgávu, og vilja tí hava eina sangskrá við hondina frammanundan.
Nú er hesin parturin so fingin frá hond, men nú kemur tann tøkniligi parturin: Eftir at sangskráin fyri hesa lovsangsløtuna er liðug skulu sangirnir finnast fram á telduni, eins og uppvørpan skal gerast klár. Teldufólkið, tónleikararnir og leiðarin fyri lovsangin skulu helst hava somu skrá við hondina.
Og so er klárt at fara undir hesa løtuna, sum tey ungu hava glett seg so nógv til. Tað er gott at sita undir Orðinum og lýða á tað, sum verður talað.
Men tað er eisini so gott at kunna syngja út ta gleðina sum býr í hjartanum.
Ymisk ljóðføri
Á skránni fyri leguna stendur, at tey fyrst hava havt eitt møti kl. 20 og so kl. 22:30 er altso henda sangløtan á skránni.
Klokkan er ikki nógvar minuttir yvir tíðina, tá byrjað verður. At tað eru 220 ungdómar á leguni hevur ikki nervað leiðarunum at fáa øll hesi hundraðtals fólkini savnaði í salinum.
Ein partur sat longu við borðið við einum kaffikoppi í hondini, men tá fyrsti sangurin fór av uppvørpuni og upp á veggin, varð alt gloymt um kaffið. Tá ein sangløta er á skránni, so kann kaffi vera kaffi.
Tann eini av kvinnuligu forsangarunum bjóðar nú øllum vælkomnum til sangløtuna. Hon sigur nøkur fá orð um lovsang, og lesur upp úr Sálmi 150 í Bíbliuni har lovsangur við ymiskum ljóðførum verður nevndur.
Hon biður síðani eina stutta bøn, og biður so tøkningin um at vísa fyrsta sangin á veggin.
Guitarleikarin tekur fyrstu tónarnar og síðani fylgja trumma, keyboard og sangararnir við. Og løtu seinni ljóðar lovsangurin frá 220 ungum og glaðum røddum.
Nýggir vinir
Úr øllum ættum av landinum eru tey komin á leguna. Aldursmarkið er sett til 16 ár og uppeftir, og tað gevur leguni ein øðrvísi dám enn um talan var um eina ungdómslegu.
Leguhúsið er stórt og rúmligt, og tí verða tey býtt sundur í tey ymisku kømrini og sovisalarnar í húsinum. Í køkinum standa konur úr Norðoyggjum fyri matgerðini.
Fleiri at luttakarunum á leguni hava verið við í andaligum arbeiði í styttri ella longri tíðir, og líkt er til, at henda legan er eitt tiltak, sum tey síggja fram til.
Tað er altíð gott at hitta gamlar vinir aftur, og hvør veit, kanska ein eisini fær nýggjar vinir á eini slíkari legu!
Hóast legan bert hevur vart í fáar tímar, so er líkt til at tey ungu hava fingið eina góða byrjan á hesa fyrstu leguna á árinum.
Eftir standa so tveir dagar eftir henda. Jú, her er góð tíð til tað góða orðið og góð tíð til at tosa saman við onnur.










