Øll skulu hava rætt til fulla viku

Starvsfólk hjá tí almenna skulu hava rætt til at arbeiða fulla tíð, heldur Eyðgunn Samuelsen

 

- Tað er ein trupulleiki fyri alt samfelagið so nógv størv hjá tí almenna  bara eru parttíðarstørv.


Tað heldur Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin. 

Hon vil nú hava Løgtingið at heita á landsstýrið um samstarva við kommunalar myndugleikar um at orða eina ætlan fyri, hvussu tað ber til at tryggja, at allir løntakarar hava rætt at arbeiða fulla tíð.

 

Tá ið tann ætlanin er orðað, skal uppskot leggjast fyri Løgtingið um at seta ætlanina í verk.

 

- Ein tann fremsta uppgávan hjá politisku skipanini er at syrgja fyri, at arbeiði er til allar hendur, sigur Eyðgunn Samuelsen.

 

Hon heldur at eingin, sum býr í Føroyum, skal koma í ta støðu, at tey verða noydd at flyta av landinum fyri at vinna sær dagligt breyð.

 

- Vit mugu stremba eftir einum liðiligum arbeiðsmarknaði, har fólk hava møguleika at velja, um tey vilja arbeiða fulla tíð ella parttíð.

 

Í dag er støðan tann, at ein hópur av almennum starvsfólkum hava ikki hetta valið í dag.

 

- Men hjá teimum flestu er parttíðararbeiði ikki nokk til, at forsyrgja sær og sínum.

 

Eyðgunn Samuelsen nevnir sum dømi, at í summar vóru 20 størv leys at søkja hjá Tórshavnar kommunu, av teimum vóru tey 19 niðursetta tíð.

 

Einasta fulltíðarstarv var ein húsavørður.

 

Sama støða er á Landssjúkrahúsinum, har søkt varð eftir læknum, einari ljósmóður, 7 sjúkrarøktarfrøðingum, 4 heilsurøktarum og 1 ergoterapeuti.

 

- Læknastørvini og starvið sum jarðarmóður eru fulla tíð, hini størvini eru parttíð.

 

Eyðgunn Samuelsen heldur, at hetta er ikki bara ein trupulleiki fyri tað einstaka starvsfólkið.

 

- Sum frálíður er hetta ein samfelagstrupulleiki at ein stórur partur av kvinnum eru ein láglønarbólkur.

 

- At arbeiða parttíð merkir bæði lægri løn í arbeiðslívinum og munandi lægri eftirløn, tá ið farið verður av arbeiðsmarknaðinum, leggur hon afturat.