FSF FORMANSSKIFTI
Onkra lítla løtuna tóktist tað, sum um eyguni høvdu hug at gerast eitt lítið sindur blonk. Men tað var ikki tí, at hann iðraði seg um avgerðina, sum hevur búnast í langa tíð, og sum hevur verið alment kend síðsta hálva árið:
? Eingin ivi skal vera um, at eg eri hjartans fegin um at sleppa úr formanssessinum nú. Eg havi havt eitt langt og gott tíðarskeið sum FSF formaður. Vit hava nátt langt ? ikki minst í altjóða høpi, har vit eru komnir longri, enn politikararnir hava megnað at fingið føroysku tjóðina. Um tað ikki fer at hilnast so væl í framtíðini, so verður tað ikki mín skuld, men tað verður heldur kleyvarskapurin hjá tykkum, sum nú skulu ráða fyri borgum.
Torleif Sigurðsson var væl upplagdur, tá FSF eftir aðalfundin leygardagin skipaði fyri móttøku. Orsøkin til móttøkuna var, at FSF formaðurin síðani 1981 legði frá sær. Í hesi meiri enn 21 árini hevur Torleif Sigurðsson havt við nógv fólk at gera. Áðrenn hann kom upp í fótbóltspolitikk, fekst Torleif við kappróður ? bæði sum íðkandi og í nevndararbeiði. Nógv av teimum, sum vóru í Norðurlandahúsinum, hava havt við Torleif at gera í fótbóltshøpi, men har vóru eisini fleiri frá kappróðrartíðini og tey, sum annars hava havt við ÍSF at gera.
Tað er tiltikið, hvussu væl politiski partamaðurin hjá Torleifi Sigurðsson, Jens Otto Krag, var upplagdur, tá hann legði frá sær sum danskur forsætismálaráðharri. Boðini komu púra óvart fyrst í oktober í 1972, og tá hann møtti pressuni, var skoðsmálið, at hann hevði ongantíð verið so væl upplagdur, avslappaður og opin, sum hann var henda dagin.
Torleif Sigurðsson hevði ivaleyst ikki lagt í, at vit sammettu hann við fyrrverandi danska politikaran, og teir báðir líkjast ikki í nógv fleiri førum, enn teir líkjast. Men móttøkan leygardagin fekk hugsanirnar at fara 30 ár aftur í tíðina og niður á Christiansborg.
Ongantíð upp og ongantíð niður
Skoðsmálið, sum nú fyrrverandi FSF bossurin fekk, var aftur og aftur tað sama. Eginleikarnir høvdu verið, at tað hevði næstan altíð borið til at tosa seg til eina loysn. Og tá tað ikki hevði borið til, so hevði FSF formaðurin verið førur fyri sjálvur at koma til eina niðurstøðu, at boða frá henni, grundgeva fyri henni og at halda tørn, sjálvt um nógv hevði verið á gosi kring hann.
Tá Torleif Sigurðsson takkaði fyri, kom hann sjálvur inn á hetta:
? Eg havi ikki í mær at fara uppfrá, tá tað gongst væl og at fara í kjallaran, tá tað ikki gongur væl. Viðhvørt er tað keðiligt, men tað er kanska gott, at tað eru nøkur, sum altíð hava bæði beinini á jørðini.
Tá hann hugdi aftur á formansárini, var fyrrverandi FSF formaðurin ikki í iva um, nær størsti ágangurin hevði verið:
? Tað var, tá vit høvdu gjørt av at taka lut í fyrstu EM undankappingini. Tað vóru mong lesarabrøv, og ágangurin var stórur um hetta vitleysa og hugmóðuga stigið, sum vit høvdu tikið. Fyri mær og okkum var søkin púra greið. Vit høvdu í fleiri ár stríðst fyri altjóða limaskapinum. Tá vit høvdu fingið hann, hevði tað verið burturvið, um vit ikki høvdu tikið við avbjóðingunum, sum stóðu okkum í boði. Tí fóru vit uppí altjóða fótbólt, og nú munnu øll vera samd í, at avgerðin var tann rætta.
Avgerðin búnað í fjúrtan ár
Torleif segði eisini, at longu í 1987 ætlaði hann fyrstu ferð at taka seg aftur úr formansstarvinum í FSF:
? Tað hevði neyvan borið til í dag. Men ta ferðina samdist aðalfundurin um, at tað ikki var skilagott, at teir, sum arbeiddu við málinum um altjóða limaskap, tóku seg aftur fyrrenn málið var avgreitt. Tí varð gjørt av, at einki nevndarval skuldi vera tað árið!
? Men eg havi alla tíðina verið greiður yvir, at eg sjálvur vildi gera av, nær eg skuldi fara frá. Í mínum eygum er tað sera óheppið, um tað er aðalfundurin, sum varpar teg úr nevndini, áðrenn tú sjálvur finnur hurðina.
Elsa Maria, konan, stóð undir liðini á Torleifi, og hon tóktist vera á bylgjulongd við mannin, sum var lættur og fegin, tá Ísak Mikladal, sum hann hevur samstarvað so sera væl við, saman við konuni fóru at bera gávur og blómur út í bilin, meðan høvuðspersónurin heilsaði upp á tey, sum seinast fóru úr Norðurlandahúsinum.