Føroyskir myndugleikar kundu sagt frá ynsktu teir tað ørðvísi

-Vit hava arbeitt eftir bókini og hava hildið okkum til tað, sum er avtalað. Um so var, at føroyskir myndugleikar vildu hava teir at arbeiða øðrvísi, so áttu teir at verið komnir við hesum boðum fyrr sigur Magne Skorpen hjá Statoil, ið hevur samskipað arbeiði í sambandi við prekvalifisering til oljubasavirksemi

 

Avgerðin hjá Statoil og hinum oljufeløgunum, sum hava fingið leitiloyvi við Føroyar at velja trý samtøk út, sum vilja arbeiða út frá miðsteðarøkinum og vraka tað einasta, sum vil arbeiða út frá Suðuroynni í sambandi við ein oljubasa, hevur longu skapt rumbul í landsstýrinum. M.a. hevur Tjóðveldisflokkurin tikið stig til samgongufund um málið. Hann góðtekur ikki, at útgerðarvirksemi ikki eisini skal vera í Suðuroynni.

Tað eru fýra serfrøðingar í útgerðarvirksemi hjá Statoil í Noregi, sum hava arbeitt alt tilfarið frá samtøkunum, ið vóru við í prekvalifiseringini. Leiðarin fyri bólkinum er Magne Skorpen, sum samskipar sáttmálar í sambandi við oljubasar. Hann hevur verið við til at gera nógvar slíkar sáttmálar og standa fyri prekvaliferingum eins og tí føroysku.

Dumpaðu m.a. uppá dýpið og infrastruktur

Vit spurdu Magne Skorpen, hvussu tað ber til, at teir í prekvalifiseringini hava útilokað eitt felag sum Norserv, ið hevur samstarv við eina so roynda útgerðarstøð sum hana hjá Danbor í Esbjerg?

-Tað er ikki fyritøkan sum so man útilokar. Tað eru harafturímóti teir lokalitetir, infratrukturur oal. í Suðuroynni, sum eru eitt sindur trupul fyri ta slag av brúkbarari drift vit skulu í gongd við í komandi leiting. M.a. hevur verið tosað um dýpið kring bryggjuna, sum ikki hevur verið nøktandi. Vit hava gjørt eina heildarmetan, og har rakk Drelnes ikki eins langt og hinar havnirnar. Og í slíkari leiting kann man ikki góðtaka at fáa trupulleikar við kei og øðrum lokalitetum.

Uppá fyrispurning hvussu ber tað til, at serfrøðingarnir hjá Danbor kunnu siga gott fyri Drelnesi og tvs. eisini fyri dýpinum har, og Statoilfólkini koma til eina heilt aðra meting sigur Magne Skorpen, at dýpið er ikki tað rætta. Tað er millum 6 til 7 metrar. Kravið er frá 6 til 8 metrar, og tað er minimum. Tá talan er um størri útgerðarbátar er dýpið ikki gott nokk. Tað er í hvussu er á markinum til tað, sum kann góðtakast.

Men tá tikið verður samanum eru eisini onnur øki, har Norserv fekk færri stig enn hini samtøkini. Verður hugt eftir heilsu, trygd og umhvørvi, sum tó ikki hevur verið eitt av høvuðkriteriunum fyri at verða góðtikin, so vóru svarini frá Norserv vánalig sigur Magne Skorpen. Í eini samrøðu við Sosialin í farna mánað segði Steen Hansen frá Norserv annars, at nettupp økið trygd var nakað, sum teir vóru sera sterkir í.

Uppá fyrispurning um nú dýpið á Drelnesi hevði verið tað rætta, um Norserv so hevði verið góðtikið sigur Skorpen, at tað ivast hann í, tí tað eru eisini onnur viðurskifti, sum gera seg galdandi, og her leggur hann serligan dent á, at spurningarnir, sum Norserv fekk at svara vórðu ikki nóg væl svaraðir. Talan var um rættiliga nógvar spurningar, sum gingu frá infrastrukturi til heilsu, umhvørvi, trygd, til útgerð, øki, kei osfr. Sosialurin skilur, at tað er Steen Hansen, stjóri í Danbor Service, og oddamaður í Norserv, ið hevur svarað spurningunum.

Magne Skorpen váttar, at hann og hansara fólk hava verið vitandi um, at løgtingið hevur samtykt, at útgerðarvirksemið skal eisini koma útjaðaranum til góðar. Í tí sambandi hava teir, sum skulu geva tilboð, fingið at vita, at útgerð í sambandi við dálking ol. skal liggja í Suðuroynni. Enn er ikki avgjørt, hvat slag av útgerð talan er um og hvussu nógv hon verður. Skorpen sigur, at talan kann blíva um nakað av virksemi.

Bara útbjóðing

-Hevði ikki borið til at sloppið undan tí stríði, sum nú eftir øllum at døma fer at taka seg upp politiskt, um tit høvdu vrakað prekvalifiseringina og bara havt eina útboðsrundu, har øll samtøkini vóru við?

-Tað kann man siga. Men í útgangstøðinum vórðu nógv fleiri, sum ætlaðu at vera við, og vit vildu vita frammanundan, hvørji hesi feløgini vóru og so sleppa at velja tey best egnaðu út.

-Men um tað nú koma kontraboð frá landsstýrinum, sum siga, at tað kann ikki góðtaka prekvalifiseringina, og at tit eru noyddir til at hava eina útbjóðing, har øll, eisini Norserv, eru við, hvat vilja tit so fyritaka tykkum?

-Alt hetta hevur verið uppi til umrøðu fyrr, men tað hevur ikki verið møguligt at fáa eitt greitt svar frá myndugleikunum, so okkara útgangspunkt hevur verið, at um myndugleikarnir í Føroyum vildu hava tað øðrvísi, so áttu teir at sagt frá tí fyrr.

Magne Skorpen sigur, at møguleiki hevði verið hjá myndugleikunum at komið inn og sagt, at øll feløg skuldu hava møguleika at bjóða, men tá áttu teir at hava fingið hetta at vita fyrr.

-Vit hava verið opnir alla tíðina og sagt frá til Oljumálastýrið, hvat vit arbeiða við og hvussu vit hava ætla at skipa hetta. Og tá vit ikki hava fingið nakra negativa afturmelding, hava vit hildið, at alt hevur verið í lagi. Vit hava mett okkum at tosa sama mál sum føroysku myndugleikarnir á økinum.

-Men um nú myndugleikarnir í Føroyum høvdu havt biðið tykkum um ikki at tikið eina prekvalifisering við, høvdu tit so slept henni?

-Vit síggja helst, at ein prekvalifisering verður hildin, men tá kundi hon so kanska verið gjørd út frá kriterium, sum myndugleikarnir høvdu sett, men slík eru sum sagt ikki komin. Magne Skorpen sigur, at teir hava sagt frá, at teir fóru undir prekvalifisering og eisini hvat hon fór at snúgva seg um. Og tá man einki mótspæl hevur fingið uppá tað, so hava teir koyrt víðari. -Vit halda okkum at hava fylgt spælireglunum, sum føroyskir myndugleikarnir hava ynskt.

Uppá fyrispurning um Suðuroyggin hevði staðið betri, um man har eisini hevði kunnað víst til havnina í Vági sigur Magne Skorpen, at tí hevur hann ongan møguleika at svara. -Eg veit ikki, um nøkur av okkara fólkum hava sæð ta havnina.

Lítil munur

Nú valið fer at fella á antin Havnina ella Runavík vil Magne Skorpen ikki siga, hvør stendur betri. Tað vil útbjóðingin vísa. Men hann viðgongur, at tað er ikki stórur munur millum tey trý samtøkini, sum eru komin víðari. -Der er en liten forskell.

-Men er so ikki bara spurningurin, hvør tá kann geva lægsta tilboðið tvs. at tað eru pengar, sum nú skulu gera hetta av?

-Tað er tað ikki bara. Tí talan er eisini um ein tøkniligan og operationellan part.

Magne Skorpen sigur, at tað er ov tíðliga at siga nakað um, antin tann havnin, sum nú verður vald til basa, eisini fer at verða útgerðarhavnin í allari framtíð. -Her er talan um ein trý ára sáttmála, sum bara fevnir um boringina. Verður olja funnin og farast skal undir framleiðslu so rokni eg við eini nýggjari útbjóðing í sambandi við basavirksemi.

Tíðarspurningur

Vit spurdu at enda Magne Skorpen, hvat hendir, um landsstýrið vil hava teir at gera alt arbeiðið umaftur fyri at fáa Suðuroynna við aftur?

-Tá mugu vit tosa um hetta og hyggja at, hvørjar avleiðingar tað kann fáa. Vit skulu jú byrja uppá basavirksemi frá 1. mars, og verður hetta seinkað, kann tað fáa avleiðingar fyri sjálvar boringarnar. Verða tær útsettar kann tað koma at kosta nógv fyri oljufeløgini, sum longu hava leigað boripallar ol. til komandi leiting.