svumu 16 um fjørðin. Erlendur Simonsen sigur, at tiltakið er stuðulstiltak fyri at samla pengar til svimjihylin, sum gjørdur verður í Nólsoy. Skriv er sent ymsum fyritøkum í landinum við áheitan um peningaliga [...] peningaliga stuðul. Tað sama varð gjørt í fjør, og tá komu umleið 30.000 krónur inn. Í ár verðu stevnan leygardagin 7. august, og tað verður so eisini tann dagin, svomið verður um Fjørðin. Erlendur Simonsen [...] Komandi leygardag verður svomið um Nólsoyarfjørð. Lagt verður frá landi Yviri við Strond og svomið til Nólsoyar. Ein av stigtakarunum til svimjingina, Erlendur Simonsen, sigur, at hetta er annað árið,
tíðarskeiðið, tá stríðið um kirkjumálið var up á tað harðasta. Jákup Dahl, próstur, sum var sóknarprestur í Havn um hetta mundið, og sum breyt slóð fyri at fáa føroyskt inn um kirkjugátt, sá m.a. til, [...] longu í 1831 (hetta var fyrsta orglið í landinum), og gomul skjøl siga frá kóri í Havn í 1868, um nakað sama mundið, sum Bakar Hansen kom til Føroya. Í 1890 varð »Thorshavns Sangforening« sett á stovn, og [...] havnarfólk vóru væl fyri um hetta mundið, tí ein limur í Kongaligu Filharmonikarunum í Keypmannahavn, sum var av føroyskari ætt (skyldmaður William Heinesen1s) plagdi at ferðast í Føroyum um sumranar og spæla
í dag eru ikki nógv broyttir tey seinastu nógvu árini. ? Og tað er at fegnast um at vit hava varðveitt hendan ítrótt í sama líki. ? Kappróður er okkara tjóðarítrótt - tað er eisini hann sum setur sín dám [...] hyggja eftir, hvussu tað gongst hjá teimum nærmastu ella hjá vinfólki á Ólavsøkuróðrinum. ? Ja, og um man ongan kennir av teimum, sum rógva, ella ikki hevur áhuga fyri kappróðri, so fær man tíðina at ganga [...] ómetaliga nógv hesi seinastu mongu árini - so mugu vit ikki gevast her ?Vit mugu øll somul standa saman um at føra ítróttin enn meira fram í komandi øld. Kann ikki gerast upp í pengum Nú nevndi Jákup Sverri
línubátur einar 18.000 húkar dagliga. Í dag eru egningarmaskinur umborð allastaðni, so nú tosa vit um 40.000 húkar. Og tað er greitt, at har gongur nógv agn. Umframt sjálvan reiðskapin, sum skal til. Tað [...] uppboðssølan verður verðandi. Verður hon burtur, fer prísurin í botn aftur, er hann púra sannførdur um. Og so liggur flotin við brestin. Morgunstjørnan hevur tó ikki selt gjøgnum uppboðssøluna hjá Fisk [...] Tað er soleiðis, sigur hann, at har eru ávís skip, sum landa fast. Sum dømi nevnir hann, at hann veit um skip, sum hevur landað fastan dag í viku alt seinasta heyst og allan vetur. Hinvegin ger Fiskamarknaðurin
Tá eitt korter var eftir, skifti NSÍ venjarin, Trygvi Mortensen, seg sjálvan inn á miðvøllin. Tað mundi hann gera, tí hann hevði staðfest, at tað gekk so sera illa hjá hansara monnum at leggja sendingar [...] fólkið fram, hevði HB fleiri møguleikar, t.d. var Eyðun Højgaard, sum í 1. hálvleiki var komin inn um málverjan men eitt sindur kroystur sendi við síðuna av málinum, tvær ferðir leysur, men Ólavur Olsen
dysturin var lokin, harmaðust teir um javnleikin, og tað var einki at siga til, tí soleiðis sum tað myndaðist, so hevði avgjørt einki forgjørt verið í, at teir fóru norður um aftur við sigrinum og harvið tveimum [...] mannaði álopið saman við Allan Kristensen, legði teir á odda, tá 13 minuttir vóru farnir, og so ráddi um at halda tørn. Hallur Christiansen, sum saman við Boga Johannesen mannaði TB álopið, javnaði, men á [...] dysti eitt eftir Óla Johannesen skuldi eydnast at fáa trý stig, men soleiðis sum leikur myndaðist mundi tað kennast gott at fáa eitt stig. Hinar báðu ferðirnar, tá TB hevur verið í 2. deild, hava teir verið
uttanfyri brotsteigin hálvfluktaði sera vakurt inn um Allan G. Joensen, sum hesa ferð var í B68 málinum. Mesta partin av seinna umfarinum tóktist tað sum um KÍ ikki var serliga áhuga í at gera so nógv, meðan [...] bara ein minutt seinni lyfti sami maður sera hegnisliga fram um miðverjuna hjá KÍ, har landsmaður hansara, Messias, var fyrstur á og lyfti upp um Steven Boyle, tá hesin leyp út. Tað kom lív í á Svangaskarði [...] Tað er nevyan nakað at ivast í, at størsta vónbrotið í nýggjari tíð hjá klaksvíkingum, tá tað ræður um fótbólt, var, tá teir fyri trimum árum síðani í Gundadali mistu semifinaluplássið í steypakappingini
GÍ-Royn 2-2 (1-1) Tá GÍ í fyrsta umfarinum var í Hvalba, fóru teir norður um aftur við øllum stigunum, og tað vóru báðir partar samdir um var als ikki í samsvari við tað, sum hevði gingið fyri seg á vøllinum [...] við einum stigi, og aftur var breið semja um, at útiliðið hevði fingið sera stóra úrtøku. Tað vóru nógvir málmøguleikar, t.d. megnaðu báðir partar at senda upp um málið úr heilt stuttari fjarstøðu, og eitt [...] eftir at Milan Cimburovic, Sumba venjarin, ið var vongverji í høgru, hevði lyft innfyri. Fyri Royn mundi tað kennast kærkomið á útivølli at fáa eitt stig í botnstríðnum. Gøtumenn eru eisini í niðurflytingarvanda
og tá LÍF og TB, sum eru einastu kappingarneytarnir um uppflyting, meiri enn hálvsnávaðu, so bar 3-0 sigurin við sær, at FS Vágar styrkti heilt fitt um sína støðu í toppinum. Klaksvíkingar hava góða manning [...] Meinhardt Joensen enn eina ferð hevði hálvbjargað. FS Vágar hevur bara tapt móti LÍF. Um gongdin verður tann sama, sum hon hevur verið higartil, so kann tað væl hugsast, at vágaliðið fer at hava vunnið [...] innlegginum, Meinhardt Joensen, sum vardi KÍ málið, fór út ímóti og fekk hondina á skotið, men bólturin fór um strikuna. Hjá FS Vágum var Hegga Samuelsen aftastur, og hann spældi væl. Hann hevur undan summarsteðginum
bríkslaði fyri seinastu ferð, vísti máltalvan 3-1, men hon kundi tað sama víst 6-4. Nógvir málmøguleikar vóru, og tað hjálpti sjálvandi nakað um undirhaldið, men tað var lítið av góðum spæli at síggja, hóast [...] tvey í kappingini, meðan Sumba er niðast. Men sumbingar og serliga Birgir Jørgensen kunnu iðra seg um fleiri misnýttar møguleikar, sum áttu at givið mál. Í hinum endanum vóru B36 áleypararnir heldur ikki [...] áleypari). Teir funnu eisini skjótt útav, at B36 liðið var til at tosa við, og tað var ongantíð talan um tann klassamunin, sum tað so ofta fyrr hevur verið millum hesi bæði liðini. B36 viðhaldsfólkini vóru