Ætlaðu sær eitt og kundu fingið alt

Fótbóltur, 2. deild: TB áskoðararnir kundu vera bæði nøgdir og ónøgdir eftir 3-3 javnleikin móti EB/Streymi

2. deild

TB-EB/Streymur 3-3 (1-2)


Hevði javnleikurin staðið teimum í EB/Streymi í boði, so høvdu teir undan dystarbyrjan á Sevmýri ivaleyst tikið av. Tá dysturin var lokin, harmaðust teir um javnleikin, og tað var einki at siga til, tí soleiðis sum tað myndaðist, so hevði avgjørt einki forgjørt verið í, at teir fóru norður um aftur við sigrinum og harvið tveimum stigum eyka, sum høvdu verið sera kærkomin í stríðnum at halda liðnum omanfyri strikuna.

Spælið var einki at reypa av, men tað var undirhaldandi og spennandi, og áskoðararnir sóu seks mál, trý brotsspørk, fleiri upplagdar møguleikar, ið vórðu misnýttir og so endaði tað fyri fyrstu ferð á árinum javnt, tá TB hevur verið annar parturin í landskappingardysti.

Dysturin lagaði seg 80 teir fyrstu minuttirnar soleiðis, sum gestirnir vildu hava tað at vera. Halltórur Joensen, sum mannaði álopið saman við Allan Kristensen, legði teir á odda, tá 13 minuttir vóru farnir, og so ráddi um at halda tørn. Hallur Christiansen, sum saman við Boga Johannesen mannaði TB álopið, javnaði, men á hálva tímanum fekk EB/Streymur brotsspark, tá ein av verjumonnunum púra óneyðugt togaði miðvallarin Jákup Martin Joensen niður. Knút Vesturtún, sum hevur verið í verjuni, men hesu ferð var á miðvøllinum saman við Brian Jensen (var við fyri fyrstu ferð í ár) og Súna Jacobsen, umsetti til mál. Og tá Súni Jacobsen bara ein góðan minutt eftir steðgin økti til 3-1, sá tað einki út hjá tvørámonnum.

Egill Steintórsson tveitti alt fólkið fram á vøllin, og TB hevði eina rúgvu av hornaspørkum, men teir fingu einki burturúr. Tá 20 minuttir vóru eftir setti venjarin seg sjálvan í TB álopið, ivaleyst tí hansara menn ikki vunnu høgu bóltarnar, sum komu innfyri, og síðstu tíggju minuttirnar fekk TB tvey mál uppá brotsspark.

Jón Tórður Holm, sum var aftastur í miðverjuni, har hann hevði Eyðun Kjærbo og Marlon Kjærbo frammanfyri seg, skoraði í 81. og 85. minutti. Fyrru ferðina bríkslaði dómarin, tí hann metti, at Dan Mortensen var feldur. Tað vóru fleiri, ið mettu tann dómin at vera sera ivasaman. Fýra minuttir seinni vórðu beinini tikin undan vongverjanum í høgru, Tórðuri Mortensen, og so var javnleikur.

EB/Streymur hevði tveir púra upplagdar møguleikar, tá TB verjan var sum ein opnahjallur, men Magni Hentze bjargaði báðu ferðirnar, tá Halltórur Joensen var einsamallur ígjøgnum. Og so kundu TB áskoðararnir fara til hús bæði nøgdir og ikki nøgdir. Frammanundan varð roknað við, at tað í dysti eitt eftir Óla Johannesen skuldi eydnast at fáa trý stig, men soleiðis sum leikur myndaðist mundi tað kennast gott at fáa eitt stig. Hinar báðu ferðirnar, tá TB hevur verið í 2. deild, hava teir verið skjótir uppaftur. Tað er framvegis møguleiki fyri, at teir skulu flyta uppaftur í ár, men einki á Sevmýri boðaði frá, at annað liðið er á veg í 1. og hitt í 3. deild.