2. deild GÍ-Royn 2-2 (1-1)
Tá GÍ í fyrsta umfarinum var í Hvalba, fóru teir norður um aftur við øllum stigunum, og tað vóru báðir partar samdir um var als ikki í samsvari við tað, sum hevði gingið fyri seg á vøllinum.
Leygardagin fóru hvalbingar úr Gøtu við einum stigi, og aftur var breið semja um, at útiliðið hevði fingið sera stóra úrtøku. Tað vóru nógvir málmøguleikar, t.d. megnaðu báðir partar at senda upp um málið úr heilt stuttari fjarstøðu, og eitt úrslit sum 7-3 hevði ikki verið av vegnum.
Royn dúvaði nógv uppá verjupartin og snarálop, og tískil kom tað væl við hjá teimum, at teir fingu hol á, tá eitt korter var farið. Gisli Sveinbjørnsson, sum var fremsti miðvallarin, gjørdi skjótt av úr tíggju metrum, tá ein av verjumonnunum hjá GÍ eftir fleiri ferðir aftur og fram legði fyri føturnar á honum.
Svenn Olsen setti høvdið undir hornaspark úr høgru, og so var aftur javnt. Hóast teir ikki spæla við 1. deild, so eru teir báðir brasiliumenninir framvegis í Gøtu. Annar teirra, Robson Franca, var í miðverjuni hjá GÍ leygardagin, og tað var hann, sum sendi hornasparkið innfyri við vinstra beini.
Tað restaði eitt korter, tá Pól Henning Jacobsen legði GÍ framum. Unglingaspælarin var júst innskiftur á miðvøllin, tá hann eftir uppspæl í vinstru fekk bóltin í brotsteigin frá Símuni Petur Justinussen og skoraði. Men gøtumenn høvdu ikki fingið hendurnar niður aftur, so var aftur javnt. Leikandi venjarin hjá Royn, Zoran Mancic, sum var verjukendur miðvallari, stútaði við handara stólpan, eftir at Milan Cimburovic, Sumba venjarin, ið var vongverji í høgru, hevði lyft innfyri.
Fyri Royn mundi tað kennast kærkomið á útivølli at fáa eitt stig í botnstríðnum. Gøtumenn eru eisini í niðurflytingarvanda, men teir mundu ætla sær meiri enn eitt stig. Teir høvdu gott fólk til 2. deild, umframt Símun Petur Justinussen og Svenn Olsen vóru aðrir menn við royndum úr 1. deild við, eitt nú Erland Tvørfoss, Janus Rasmussen og Jan Skoradal.