Føroyum. Tey flestu kenna, at tað at skriva, er eitt kall. Tað, at ein søga, ella eitt evni, sum liggur teimum so nær, at tey eru noydd til at taka til pennin, fyri at fáa tað fest á blað. Hetta fyri at reinsa [...] plagar at taka til: Hugmóð ella dramblæti stendur fyri falli. Tað er gott vit hava menniskju, sum seta sær stundir av til at skriva. Men eg haldi, at nógv áttu at umhugsa hvussu tey skriva, soleiðis at vit [...] viðmerkingum. Og tað er at greiða øllum øðrum føroyngum frá, hvussu klók tey sjálvi eru. Tey skriva um alt og einki, men ímillum linjurnar kanst tú lesa, hvussu nógv tey halda um seg sjálvi. Tey hava ein ófatuligan
tað er ikki sørt, at tey í ÍF leguni – serliga tey uttanfyri vøllin – aftur og aftur minna á, at nú er teirra lið millum tey í topp fimm. Í stevnudystinum í dag var møguleiki hjá ÍF at vinna úrtøku ímóti [...] mest sum við lykt fyri at finna skikkaðar álopsspælarar. Heimamenninir bardust sum úlvar á skóg, og tað var spenningur til síðsta bríksl, tí ÍF legði alt tað fyri, sum teir reyðu áttu í sær og næstan meiri [...] heilt leysan í málteiginum eitt vet til høgru. Hann royndi at lyfta bóltin framvið málverjanum, men Jákup Nolsøe Olsen stórbjargaði. Og so var tað, at Teitur M. Gestsson í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra
uppskotið frá Javnaðarflokkinum um at skriva út nýval at vera 6. november 1945. Tað, sum Fólkaflokkurin fekk burturúr at halda seg burtur, var, at hann var ikki við til at viðgera málið um fólkaatkvøðu ella [...] tað, at ein partur av andstøðuni, Tjóðveldisflokkurin og Miðflokkurin, brúkti ta elektronisku at-kvøðuskipanina til at boykotta tingarbeiðið. Fyrr var tað soleiðis, at ting-menn skuldu reisa seg at atkvøða [...] uppskotini ikki nóg góð. Tað átti at borið til at komið fram til eina orðing av skipanini, sum bar í sær, at tey, ið eru ímóti, einans hava eina politiska orsøk til at vera ímóti og ikki eina orsøk, ið
sonn arbeiðsrót. So mikið væl kláraði hon at breyðføða familjuna, at hon harumframt tók eina bróðurdóttir til fosturs. Stóri dreymurin hjá lítla dronginum var at sleppa í handverkaralæru. Men so skuldi ikki [...] til kistuna, sum glóvar so vakurt. Hugsi, tað var løgið at Hans Mikkelsen, sum var so arbeiðssamur og fullur av lívi, skuldi fáa tað so strævið tey seinastu árini hann livdi her á fold. Sjúkan, sum varð [...] uppgávuna, hvat tað so var. Og teir ungu, sum fyrstu ferð vóru til skips, áttu í Hans altíð ein góðan vegleiðara og vin. Eisini eftir at hann hevði verið uppá skúla og sigldi sum bestimaður og hendinga ferð
umstøðum. - Tey allar flestu dugdu tá at seta “tering eftir nering”, og tað var hetta, sum eyðkendi gerandisdagin. Flest øll høvdu lítið at liva av, men tey høvdu tíð til hvønn annan og tey hjálptu hvørjum [...] Havstovan eisini átikið sær politiska leiklutin at áseta, hvør skal fiska. Hetta hava tey gjørt við at tilmæla, at bátar við B-fiskiloyvi ikki skulu hava loyvi at avreiða. Hetta er ein 100% politiskur spurningur [...] tryggja, at eingin av hesum dettur burtur ímillum. Tiltøkini, ið ætlanin nú er at fremja, fara at tyngja um gerandisdagin hjá teimum eldru og brekaðu, og hetta ber ikki boð um, at vit eru rík. Kári segði seg
stóran mun, og serliga fyri at tey tvørkyndu kundu sleppa við til pride. At enda sóðu hini í LGBT+ felagskapinum, at tey áttu at góðtaka og ikki útihýsa tey tvørkyndu, tí tað vóru tey, ið veruliga settu LGBT+ [...] York, sum eitur Stonewall. Hetta gjørdu tey, fyri at “ruddað” LGBT+’arar burtur, men hesu ferð hildu LGBT+’arar at nú var nokk, tey bardust ímóti og tað endaði við, at fleiri LGBT+’arar samlaðust og gjørdu [...] Hetta eigur at broytast. Tað tykist at vera rættuliga skaðandi fyri heilsuna hjá tvørkyndum ikki at kunna vera viðurkend sum tað kynið ein er, og sannleikin er, at 1 av 3 tvørkyndum hava roynt at beint fyri
kerligur maður og pápi. Tað er mín vón, at tey næstu, sum nú syrgja, sakna og kenna tómleikan eftir hann, eiga troyst í teimum góðu og lívsjáttandi minnunum. Eg trúgvi, at nú er hann í tí hvíta skara, sum syngur [...] Borðreitt var fyri hálvtannaðhundrað fólkum, men ikki fyri Jóannesi og konuni, Sólklár. Tey vóru í seinna lagi at tekna seg, og eingin sessur tómur. Tað var týðiliga herskin biti hjá teimum, og eg var illa [...] varð gjørt vart við, at aftur var uppvaskmaskinan í ólagi. Nú vóru góð ráð dýr, tí uttan maskinu vóru vit ómannað! Eg visti ongan frægari enn Jóannes og ringdi. Jú, hann skuldi koma. Tey komu bæði í stívasta
einaferð at sleppa undan at fella dóm, tá hann gav jødunum møguleikan at velja millum at leyslata Jesus ella drápsmannin Barabbas. Jødiska mannamúgvan, eggjað av átrúnaðarligu leiðarunum, valdu at leyslata [...] niðan og fór at biðja hann, at hann skuldi gera teimum, soleiðis sum hann var vanur. Men Pilatus svaraði teimum og segði: «Vilja tit, at eg skal geva tykkum Jødakongin leysan?» Tí at hann visti, at tað var [...] við tey: «Hvat vilja tit tá, at eg skal gera við hann, sum tit kalla Jødakongin?» Men tey rópaðu aftur ímóti: «Krossfest hann!» Men Pilatus segði við tey: «Hvat ilt hevur hann tá gjørt?» Men tey rópaðu
Rasmussen, Høgni Zachariasen og Elin Hentze. Hvør í sínum lagi valdu nevndarlimirnir tey 20 løgini, sum tey persónliga hildu áttu at koma víðari. Løgini eru vald í tilvildarligari raðfylgju. Um onkur hevði sent [...] vinningin áljóðandi kr. 75.000 at nýta til tónleikaframleiðslu. Atlantic Music Event kunnger á heimasíðuni ame.fo hvørji tey 21 løgini eru, ið eru tilnevnd og sostatt hava møguleika at fara við vinninginum, sum [...] fleiri nøvn, ið eru meira ella minnið kend, so talan tykist at vera um eina spennandi kapping, við úrslitið, ið sera ringt er at spáa um. Valdu tey 21 løgini Ein føroysk dómsnevnd lurtaði eftir teimum 515
politikkari fyri fólkaflokkin - geri vart við, at uppskotið um at leggja postvirksemið í alment partafelag er kappingaravlagandi, og at vinnunevndin eigur at tryggja, at hetta verður broytt, tá uppskotið kemur [...] Royndir hava víst, at vit onga ávirkan hava á almenn partafeløg, eftir at tey hava fingið sína tilveru. Tá er ov seint. Tað er tí ikki nóg gott, at tað stendur í viðmerkingunum, at tað ikki er loyvt P [...] Djurholm er liðugur at fyrigeva mær, er kanska uppá tíðina at Bjarni Djurholm sær veruleikan um almenn partafeløg í eyguni. At leggja almennt virksemi í partafeløg hevur onki við privatisering at gera - tað hevur