Fiskivinnan fyllir lítið í løgmansrøðuni

Í síni umrøðu av løgmansrøðuni setti formaður Sjálvstýrisfloksins, Kári P. Højgaard, spurnartekin við, um arbeiðsloysi í Føroyum ikki er væl størri, enn hagtølini siga. - Vita løgmaður ella avvarðandi landsstýrismaður, hvussu nógvir fiski-og útróðrarmenn eru farnir úr føroysku fiskivinnuni seinastu fimm árini, spurdi løgtingsmaðurin

Løgmansrøða

 

Kári P. Højgaard hefti seg eitt nú orð løgmans um, at eingin skal vera noyddur at fara av landinum vegna arbeiðsloysi. Hann fregnaðist eftir, hvat grundarlagið er undir hesi útsøgn løgmans, og hvussu sitandi samgonga vil tryggja, at hetta ikki hendir.

Tað var í hesum viðfangi, at formaður Sjálvstýrisfloksins spurdi, um løgmaður ella avvarðandi landsstýrismaður kunnu upplýsa fyri tinginum, hvussu nógvir fski-og útróðrarmenn eru farnir úr fiskivinnuni hesi seinastu fimm árini.

- Eru tøl fyri, hvussu nógvir mans eru farnir í vinnu uttanlands hesi árini, og eru tøl fyri, hvussu nógvir eru komnir inn í vinnuna í sama tíðarskeiði? spurdi hann.

Kári P. Højgaard fregnaðist eisini eftir, um nakar veit, hvussu nógvir útlendingar eru við føroyskum fiskiskipum?

- Hvussu nógvir útróðrarmenn eru í veruleikanum arbeiðsleysir?

Hann vísti á, at í eitt langt tíðarskeiði hava útróðrarmenn vunnið millum nakað og einki, tí fiskiskapurin hevur verið smáligur, samstundis sum fiskaprísirnir hava verið søguliga lágir í sama tíðarskeiði.

Løgtingsmaðurin spurdi eisini, um nøkur ætlan fyriliggur um at loyva útróðrarmonnum at forvinna hægri upphædd í aðrari vinnu enn tær 56.000 krónurnar - uttan at hesir missa A-loyvi, ella um hesir í styttri tíðarskeið kunnu møguliga koma undir Arbeiðisloysisskipanina?

 

Fleiri spurningar

Kári P. Højgaard helt annars um hesa fyrstu røðu løgmans á ólavsøku, at hendan var eitt sindur øðrvísi enn undanfarin ár.

- Røðan er long; hon fevnir víða, men hon er lítið ítøkilig og reisir fleiri spurningar, enn hon gevur nøktandi svar.

Hann vísti til orð løgmans um, at vit búgva í einum ríkum landi, men legði aftrat, at ríkidømi kann roknast eftir, hvussu umstøðurnar eru hjá teimum veikastu í samfelagnum.

- Ein høvuðsuppgáva hjá politisku skipanini er at tryggja, at eingin av hesum dettur burtur ímillum. Tiltøkini, ið ætlanin nú er at fremja, fara at tyngja um gerandisdagin hjá teimum eldru og brekaðu, og hetta ber ikki boð um, at vit eru rík.

Kári segði seg kenna eyðmýkt og virðing fyri undanfarnum ættarliðum, ið búleikaðust á hesum klettum undir sera truplum umstøðum.

- Tey allar flestu dugdu tá at seta “tering eftir nering”, og tað var hetta, sum eyðkendi gerandisdagin. Flest øll høvdu lítið at liva av, men tey høvdu tíð til hvønn annan og tey hjálptu hvørjum øðrum, segði hann.

 

Fyllir lítið

Formaður Sjálvsstýrisfloksins segði, at fiskivinnan fyllir ikki nógv í løgmansrøðuni og vísti á, at í fleiri ár hava ávísir frøðingar og politikarar kappast um at proklamera, at vit ikki hava veitt burðardygt og tí hava niðurfiskað fiskastovnarnar til eitt søguliga lágt støði.

- Okkara núverandi uttanríkisráðharri og fyrrverandi fiskimálaráðharri hevur ferðast kring land og ríki at greiða frá serstaka góðu fiskidagaskipan okkara, sum hóast alt hevur tann greiða fyrimun fram um kvotaskipanina, at her kemur øll veiðan til høldar og verður skrásett.

Kári reisti eisini spurningin, hvørjum útlendingar, ið skal keypa okkara fiskavørur, skulu trúgva.

- Fyrsta treytin fyri, at vit fáa besta prísin fyri fiskin, og at umheimurin ikki skal boykotta okkara vørur, er, at vit koma til eina innanhýsis semju, har vit marknaðarføra okkara skipan sum burðardygga. Vit hava umfatandi økisfriðingar og ivaleyst heimsmet í meskavídd í trolreiðskapi. Vit hava sæð týskarar og norðmenn avreitt stórseið her á landi fyri lægri kiloprís, tó at teir eitast at fiska burðardygt.

Hann nevndi eisini uppgávuna hjá Havstovuni, sum eitt nú er at geva eina lívsfrøðisliga ráðgeving, sum politikarar síðan kunnu brúka sum grundarlag fyri sínum tilmælum.

- Men nú hevur Havstovan eisini átikið sær politiska leiklutin at áseta, hvør skal fiska. Hetta hava tey gjørt við at tilmæla, at bátar við B-fiskiloyvi ikki skulu hava loyvi at avreiða. Hetta er ein 100% politiskur spurningur og uttanfyri arbeiðsetningin hjá Havstovuni.

Kári helt, at vit sum heild hava eina brúkiliga fiskiveiðiskipan, ið samanumtikið man vera ein tann frægasta, um ásetingarnar verða hildnar.

- Nú er tíð at gevast við at barbera nøkur % av fiskidøgunum eftir “plenuklipparaháttinum” og saman við vinnuni finna fram til, hvar møguliga ov nógv skip eru, og hvussu vit fáa minka talið.

Um fiskivinnuna annars segði, Kári, at upsafiskiskapurin í ávísan mun hevur bjargað okkum frá arbeiðsloysi, tí fiskavirkini hava flest øll havt úr at gera.

- Kósavirkið læt aftur seinasta vetur, og tað er ein dyggur smeitur fyri Klaksvík og norðurøki.

Hann vísti eisini á, hvussu virkini í Sandoynni eftir kreppuna fyrst í nítiárunum vórðu reist á føtur aftur, eitt nú við almennum ígongdsetarastuðli.

- Tað gjørdist ein sólskynssøga fyri Sandoynna, tá landið á sinni læt 2 miljónir krónur í stuðli til at virka fisk í oynni. Eg fekk upplýst í farnu viku, at Sandoy Seefood hevur í miðal útgoldið 20 miljónir krónur árliga í lønum hesi árini, síðan hesin stuðul varð veittur. Sæð í bakspegilinum, er hendan ígongdsetaraupphædd ein av teimum hentastu íløgunum, sum gjørdar eru her á landi, legði hann aftrat.

Ólavsøkupakki

Kári P. Højgaard nevndi eisini ólavsøkupakkan, sum samgongan hevur snikkað saman.

- Uppundir seinasta løgtingsval lovaðu allir flokkar at raðfesta tey sokallaðu bleytu virðini frammalaga, eitt nú skúla, mentan, gransking, pensjónir. Eftir valið hava íløgur í undirstøðukervið eyðkent politisku hjartamálini og gera tað framhaldandi. Sum nakað heilt nýtt skulu vit nú saman við ólavsøkurøðu løgmans viðgera ólavsøkupakkan og útreiðslukarmin fyri fíggjarlógina 2010.

Løgtingsmaðurin vísti á, at samgongan í lonri tíð hevur hevur arbeitt við hesum vakstrar/ búskaparpakka, har andstøðan fekk innbjóðing at luttaka.

- Sjálvstýrisflokkurin tók av tilboðnum og luttók á nøkrum fundum, men okkara niðurstøða bleiv, at álvarsliga fíggjarliga heimskreppan, ið nú eisini hevur rakt samfelag okkara, má takast í størsta álvara. Tí mátti ein fráboðan út um, at ein nýggj raðfesting bleiv gjørd á íløgusíðuni, so bert alneyðugar og arbeiðsskapandi verkætlanir verða framdar í hesum valskeiði, og at tekni- og fyrireikingararbeiðið til tær stóru verkætlaninar um almennar tunlar umframt aðrar dýrar verkætlanir í undirstøðukervi, sum ikki eru alneyðugar, verða útsettar, til búskaparliga støðan loyvir hesum. Hetta ynski okkara setti okkum fyri triðju ferð út á síðulinjuna. Vit hava síðan bíðað í spenningi eftir pakkanum og loksins eftir tógvi stríð og telving innanhýsis, boðaði landstýrismaðurin í fíggjarmálum á tíðindafundi frá, at ein samd samgonga stóð aftanfyri ólavsøkupakkan.

Kári P. Højgaard helt kortini ikki, at útsagnirnar frá samgongulimum hava bent á ta stóru semjuna, tí landstýriskvinnan í almannamálum sigur, at tað er ein spurningur, hvussu langt hon vil fara.

- Tó tykist politisk semja vera um, at fyritíðarpensjónistar skulu gjalda sín stóra part av rokningini, segði løgtingsmaðurin, sum annars viðgjørdi nógv onnur mál í síni umrøðu av løgmansrøðuni.