Tá ið eg tók við í Føroyahúsinum, hitti eg mong, sum eg fyrr ikki visti um ella bara hevði hitt her og har. Nú komu vit á tal, gjørdust kenningar og høvdu hugnaligar løtur saman. Ein nýggjur heimur við ungfólki, tilkomnum fólki og gomlum fólki læt upp, flest øll føroyingar, sum lósu, arbeiddu ella høvdu livað í landinum í ein ella tveir mansaldrar. Tú hoyrdi gamalt mergjað suðuroyarmál, vágamál og norðoyamál og legði oyra til lívslagnur og hendingar, sum fleiri av hesum fólkum høvdu verið fyri.
Ein, sum tíðliga helt seg framat, var toftamaðurin Jóannes Højgaard. Hann var eitt sovorðið lítið gudsorð, sum hevði hug at rætta tær eina hond í einum og øllum. Hann kendi húsið, tað handfasta húsið við loftum og skotum, arbeiðskøki og ventilatión, og hann kendi lagnuna hjá húsinum og ætlanina við tí. Hann var góður við húsið og var verandi góður við tað. Tað var ikki hálvtalað orð, so var hann har. Tað hendi, at hann var umlopin, tí hansara beinasemi var størri enn tað, eg kundi rúma. So heldur biðja onkran annan.
Vátan vøtt fekk eg longu tað fyrsta annaðjólakvøldið í húsinum. Húsið var fullsett. Borðreitt var fyri hálvtannaðhundrað fólkum, men ikki fyri Jóannesi og konuni, Sólklár. Tey vóru í seinna lagi at tekna seg, og eingin sessur tómur. Tað var týðiliga herskin biti hjá teimum, og eg var illa við. Tá ið farið var til borðs við bótasúpan og røstum kjøti, varð gjørt vart við, at aftur var uppvaskmaskinan í ólagi. Nú vóru góð ráð dýr, tí uttan maskinu vóru vit ómannað! Eg visti ongan frægari enn Jóannes og ringdi. Jú, hann skuldi koma. Tey komu bæði í stívasta puss á veg í veitslu hjá øðrum, nú tey ikki sluppu upp í part hjá okkum. Jóannes læt seg úr jakkanum, legði seg niður á gólvið, fekk maskinan aftur í rættlag og læt seg í aftur. Tey fóru uttan himpr ella agg aftur av húsum.
Soleiðis var Jóannes, sum flutti niður í fimmtiárunum og arbeiddi sum elektrikari og installatørur. Hann var vertskapsmaður, og sagt við skaldinum var hann í vertskapi fróur og glaður við egið sum annan mans borð. Blíðskapurin var óførur heima hjá Jóannesi og Sólklár, har mangur hevur sitið væl, og veit frá tí at siga. Jóannes smæddist ikki at siga sína hugsan, legði ikki altíð fingrarnar ímillum, men hann var eisini við tí góða orðinum, vinsælur, blíðmæltur og hugfarsligur. Hann hálsfevndi og kysti á kinn ella vørr; hann var so kerligur, vildu toftamenn helst sagt.
Jóannes var hugagóður, dugdi at finna útvegir fyri mongum og at loysa mál, har ein stóð sum kánus. Mest sum alt bar til hjá Jóannesi. Hansara sjaldsomu vinabond nær og fjar vóru honum mangan hent eins og hjá teimum, sum vóru kenningar og vinir hansara. Tað var ikki tað ting, Jóannes ikki fekk slotað seg fram á, tí hann vildi hjálpa og ganga til handa. Var tað hitaplátur til Føroyahúsið ella ein flótandi leikpallur til ólavsøkutiltøkini á Bryggjuni, visti hann ráð fyri tí, og í bátafelagnum eru hópin av stórum, smáu og sjaldsomum lutum, sum Jóannes hevur fingið í reiðrið. Skyldfólk, vinfólk og kenningar vóru honum í huga, og hann fjálgaði um tey eins og um Føroyahúsið, bátafelagið Tvørábáturin og sjómansheimið í Nýhavn, har hann eitt tíðarskeið hevði náttarvaktirnar. Tað var mest sum ikki nóg mikið. Borðreitt var fyri tænastufólkunum, tá ið tey komu á vakt næsta morgunin. Listafelagið og Kvinnufelagið áttu eisini hvør sín kova í hansara rúmsátta barmi.
Tá ið pikkar uppá og eitt fyri og annað eftir gloppar dyrnar við áminningum um, at heilsan er eittans, tóktist mær hetta so óhugaligt hjá honum, sum vildi meira, enn hann maktaði. Vertskapsmaðurin mátti leggja frá sær, áðrenn hálvrunnið var. Fløvandi hendur máttu sleppa, har tær so fegin vildu útint meira. Bráddliga var tímaglasið runnið og farin dagur. Tað kom dátt við, tá ið deyðsboðini bórust týsmorgunin 17. juli, at hann var farin kvøldið fyri, 76 ára gamal. Jóannes var ikki heldur enn nakar annar ein eingil á jørð og hevði ikki lagt í at borið tað heitið, men hann var fyrimyndarligur við síni umsorgan og sínum beinasemi., ein góður og kerligur maður og pápi. Tað er mín vón, at tey næstu, sum nú syrgja, sakna og kenna tómleikan eftir hann, eiga troyst í teimum góðu og lívsjáttandi minnunum. Eg trúgvi, at nú er hann í tí hvíta skara, sum syngur hásong handan sýn, og biður gott fyri okkum, sum eftir eru. Friður veri við minni hansara.
----
Martin










