Poul Michelsen
Tá Bjarni Djurholm er liðugur at fyrigeva mær, er kanska uppá tíðina at Bjarni Djurholm sær veruleikan um almenn partafeløg í eyguni. At leggja almennt virksemi í partafeløg hevur onki við privatisering at gera - tað hevur tíðin prógva.
Góður borgarligur politikkur
Betur var um Bjarni tók viðmerkingar mínar at sær og stuðlaði undir at rætta skeivleikarnar í ætlanini at privatisera Postverkið.
Bjarni veit eisini, at eg ikki skjóti við síðuna av, tá eg - sum borgarligur politikkari fyri fólkaflokkin - geri vart við, at uppskotið um at leggja postvirksemið í alment partafelag er kappingaravlagandi, og at vinnunevndin eigur at tryggja, at hetta verður broytt, tá uppskotið kemur aftur í tingið.
Eg skilji bara ikki, hví Bjarni ikki sær trupulleikan. Royndir hava víst, at vit onga ávirkan hava á almenn partafeløg, eftir at tey hava fingið sína tilveru. Tá er ov seint.
Tað er tí ikki nóg gott, at tað stendur í viðmerkingunum, at tað ikki er loyvt Postverkinum at brúka almennan pening til at køva privat virksemi. Tað er ikki nóg gott at regulera virksemið við dótturfelagsvirksemi og vinningsbýti.
Trygdin fyri javnari kapping má útvegast, áðrenn nýggja postfelagið fer at virka.
Er væl fráboðað, men kaos í framløguni av lógaruppskotum hevur sín prís
At eg ikki havi vent mær til Bjarna um postverksmálið, er nú heldur ikki rætt. Eg havi m.a. spurgt hann, hvussu stóran lut 100 gr. brøvini áttu av inntøkugrundarlagnum hjá Postverkinum. Eg gjørdi tá vart við, at einkarrættur uppá 100 gr. brøv ikki sampakkaði við fría og javna kapping og als ikki, tá hesi vigaðu so tungt í samlaða inntøkugrundarlagnum hjá Postverkinum.
Eg havi eisini gjørt vart við, at uppkapitaliseringin av Postverkinum ikki eigur at fara fram "kvit og frit" , men at Postverkið, sum øll onnur feløg á marknaðinum, eigur at renta ein part sum lán. Á henda hátt fær landsstýrið ein møguleika at ávirka, um virksemið ikki gongur eftir ætlan.
Eg havi eisini skrivliga sent løgmannskrivstovuni viðmerkingar - tá postverkismálið var úti hjá løgtingsmonnum til hoyringar. Her gjørdi eg vart við, at bæði Strandferðslan og Postverkið áttu í yvirmát av rakstraramboðum, sum uttan kapitalkostnað framdu ójavna kapping mótvegis privata marknaðinum. Eg vísti á, at neyðugt var at taka hædd fyri hesum í eini komandi privatisering.
Eftir í eitt ár at hava gingið í tómgongd - fingu samgonguflokkarnir 50 lógaruppskot at taka støðu til. Hetta skuldi gerast her og nú. Eg gangi út frá, at hetta ikki er gjørt við beráddum huga, við tí fyri eyga, at lumpa m.a. Postverksmálið ígjøgnum uttan viðmerkingar.
Tað er møguligt, at landsstýrið varveitir yvirblikkið, men tingmenn gera tað so ikki.
Goymd dagsskrá
Hinvegin hevur Bjarni IKKI upplýst fyri mær, og neyvan heldur hinum flokksfeløgum sínum, at MVG ójavni er í kappingini millum virksemið hjá Postverkinum og privatu kappingarneytarnar.
Eg var heldur ikki greiður yvir, at Postverkið, meðan felagið hevur einkarrættin, ætlar at brúka tíðina til at herða kappingina mótvegis teimum privatu feløgunum, men hetta fingu vit so staðfest,tá SVF herfyri hevði samrøðu við postverksstjóran Berg í Garði.
Vit frættu í vikuni um eitt privat felag í Havn, sum hevði ment eina e-postskipan. Postleiðslan, sum ikki hevði sæð henda møguleikan, boðaði frá, at teir beinanvegin í samstarvi við eina danska fyritøku ætlaðu at koma á marknaðin við síni egnu, og soleiðis møguliga forkoma nýggju føroysku e-postskipanini. .
Talan er so avgjørt um at brúka almennar pengar til at køva privat fyritaksemi .
Alment partafelag er IKKI tað sama sum privatisering
Eg gangi út frá, at Bjarni og eg framvegis eru samdir um, at Postverkið skal hava møguleika at virka sum partafelag. Tí stuðlaði eg í novembur í fjør uppskotinum um at stovna alment partafelag. Enntá havi eg róst Bjarna fyri uppskotið.
Eg hevði bert vóna, at Bjarni, nú hann legði lógina um sjálvt postvirksemi fyri tingið, hevði lurtað eftir, hvat honum varð sagt m.a. frá mær. Men nei, tað skal verða eftir hansara høvdi - sanniliga hevur hann maximala ávirkan. Vit tingmenn hava bert møguleikan at ávirka málið, tá tað kemur í tingið, og hann eiga vit at brúka eftir bestu samvisku mótvegis okkara politiska sannføring. Tað ætli eg, í hvussu so er.
Vit eiga at tryggja í nýggju lóggávuni, at Postverkið kemur á marknaðin í javnaðari kapping við onnur á økinum.
At leggja postvirksemið í eitt partafelag, er ikki tað sama sum at privatisera - tað hava vit nógv dømi um: Føroya Tele, Atlantic, Føroya Banki v.m. eru partafeløg, sum liggja fjálgt og gott í vinnumálaráðnum. Her liggja tey turrgeld í allari privatiseringsmenningini - ein menning sum hvarv. Nú fáa vit so bert eitt partafelag aftrat - men hesaferð eitt partafelag, sum hevur tryggja sær rættin til ongantíð at selja síni partabrøv.
Flyta játtanina á fíggjarlógini til privatu kappingina at gjalda
Eg eri púra greiður yvir, at Postverkið í áravís hevur fingið játtað stórar upphæddir á fíggjarlógini. Tað er kappingaravlagandi, men tað hjálpir ikki nógv, um hesar upphæddir í staðin skulu útvegast gjøgnum kapitalfrælsi, einkarrætt, fjølbroytt dótturfelagsvirksemi v.m á tí privata marknaðinum. Hetta er bert ein spurningur um at flyta avlagingina
Hvussu víkur og vendir, fær postverkið við uppskotinum einkarrætt á stórum parti av sínum virksemi og samstundis rætt til - við almennari innspræning - at útvega sær tann marknaðarlutin, sum manglar í úr verandi marknaði.
Tað er væl ongin, sum ivast í, hvør skal gjalda prísin. Tað skal tann privati marknaðurin, ein marknaður, sum frammanundan er hart kroystur av Strandferðsluni - ein onnur almenn fyritøka, sum í nógv ár, við almennun pengum, og undir leiðslu av Bjarna Durholm hevur brúkt 15 mill. árliga at undirgrava privata fyritaksemið á flutningsøkinum.
Postverkið fær tað møguliga hart, men privata virksemið fær tað nógv nógv verri
Tað er møguligt, at tað er rætt, sum Bjarni sigur, at Postverkið fær tað hart á marknaðinum, men ongantíð so hart, at tær privatu fyritøkurnar ikki fáa tað verri - nógv verri.
Fólkaflokkurin er fyri at privatisera Postverkið. Tað hevur flokkurin samtykt, men tað skal vera í javnaðari kapping. Hetta sigur Bjarni seg eisini vilja - hvat er so trupuleikin?
Vit skulu bara tryggja at so verður.
Tá tað er staðfest, og Bjarni er liðugur at niðurgera meg og bera yvir við mær, so kann eg siga Bjarna, at tíðin, tá lærarin fekk súrepli frá næmingunum fyri at tekkjast betur, er av.
Eg havi so frægt av skili, at eg veit, at vit við leggja Postverkið í alment partafelag ikki merkir, at vit privatisera Postverkið. Eg veit at lógaruppskotið fær álvarsligar avleiðingar á marknaðinum - líka mikið, hvussu at verður borið. Eg veit eisini, at tað er privati marknaðurin, sum skal gjalda allan prísin. Eg veit, at játtanin til at gjalda undirskotið á Postverkinum ikki bara forsvinnur í bláa luft. Eg veit, at enn virkar Strandferðslan kappingaravlagandi og ger tað nokk eisini, tá postvirksemi ð verður lagt í partafelag. Eg veit, at ávirkanin, tingið skal hava á virksemið hjá Postverkinum, má gerast nú. Eg veit eisini, at Fólkaflokkurin ikki góðtekur, at Postverkið í navninum á einum partafelag fær loyvi at knúsa allan privata marknaðin.