Tað var lítið hugaligt at lurta og hyggja at Løgtinginum fríggjadagin, tá tvey uppskot um framtíðar viðurskifti Føroya og Danmarkar ímillum vóru til viðgerðar. Eitt uppskot til føroyska lóg og eitt ríkislógartilmæli um at seta eina danska lóg um somu viðurskifti í gildi í Føroyum. Innihaldið í báðum lógunum er tað sama, men viðmerkingarnar samsvara als ikki.
Tveir andstøðuflokkar, Tjóðveldisflokkurin og Miðflokkurin, vildu ikki greiða atkvøðu, og tingarbeiðið lá tí stilt í ein hálvan tíma ella so. Talan var sostatt um beinleiðis boykott.
Ikki hevur tað komið ofta fyri, at tingmenn hava boykottað tingarbeiðið, men nøkur dømi eru tó, sum eg skal greiða frá í stuttum.
Dahlerup-málið
Løgtingið, sum varð tikið av í 1816, varð endurreist sum ráðgevandi Ting í 1852. Amtmaðurin, sum tá var tann ráðaríki og óhøviski Carl Emil Dahlerup, var løgtingsformaður. Longu í 1860 kom sperðil í millum amtmannin og Tingið. Ætlanin við løgtingslógini var at menna eitt demokratiskt stýrislag, men Dahlerup brúkti sína stóru makt til at varðveita embætisveldið.
Fleiri tingmenn vildu hava, at øll skip skuldu gjalda akkerspening, eisini tey føroysku. Amtmaðurin var ímóti og skuldsetti uppskotsstillararnar fyri at vilja leggja byrðar á sínar landsmenn. Síðani segði hann sum vant: ?Jeg er den eneste jurist her i tinget og altså den eneste, der forstår sig på lovfortolkning, og det vil derfor vist ikke falde vanskelig for tingets øvrige medlemmer at vælge mellem Bærentsens og Lützens lovfortolkning og min.?
Tað vóru tingmenninir Enokkur Bærentsen, keypmaður ? pápi Christian Bærentsen, sum seinni gjørdist amtmaður ? og A.C. Lützen, skúlalærari, sum saman við próstinum Andreas Djurhuus skutu upp, at eisini føroysk skip skuldu gjalda akkerspening.
Norðoyatingmaðurin Hans David Matras úr Fugloy skrivaði í sína dagbók, at ?ingen ærekære lagtingsmænd kan være fornøjet med, i en offentlig forsamling, at sigtes for en fjende af sine landsmænd eller for uvidenhed.? 13 av teimum 20 tingmonnunum, teirra millum prósturin, rýmdu tí av Tingi, boðaðu amtmanninum og løgmálaráðnum frá hesi avgerð og sendu løgmálaráðnum kæru um amtmannin. Í kæruni søgdu teir um amtmannin, at ?hans embedsførsel i den grad har været egenrådig og hensynsløs, at man kunne udfylde hele bøger med en beskrivelse derover.?
Amtmaðurin legði trýst á summar tingmenn, sum eisini høvdu annað alment starv, og teimum, sum hann ikki kundi leggja á trýst á á henda hátt, vísti hann ?en hån og foragt, som umulig lader sig beskrive.? Teir siga haraftrat, at roknskapirnir vóru ikki í lagi, og at amtmaðurin hevði ?ført ministeriet bag lyset?. Og at enda gjørdu teir greitt, at teir møttu ikki aftur á Tingi, fyrr enn Dahlerup var farin frá sum formaður.
Hetta var ikki lukkuligt mótmæli, tí tað var jú púra greitt, at Tingið kundi als ikki virka, tá meira enn helmingurin av tingmanningini ikki møtti. Løgmálaráðið tók Løgtingsins støðu til eftirtektar ? og Dahlerup kom ikki aftur til Føroya, men gjørdist í staðin heraðsfúti í Odense. Hans David Matras skrivaði:
?Og der blev så tyst! så tavst! så stille! at ministeriet ikke forlangte mer, men skaffede amtmand Dahlerup af vejen.?
Sterlingrokið
Tað gekk mangan hart fyri seg í Tinginum undir krígnum og árini eftir kríggið. Eitt, sum elvdi til rok, var virðið á bretska sterlingpundinum.
Eftir at sambandið Danmarkar og Føroya ímillum slitnaði, eftir at týskarar høvdu hersett Danmark og bretar Føroyar, vóru Føroyar innan fyri sterlingringin, men Danmark uttanfyri. 27. mars 1941 varð semja gjørd millum Føroyar og Bretland um tey fíggjarligu viðurskiftini millum bæði londini. Kursurin á einum sterlingpundi varð settur til 22,40 kr, og kursurin kundi ikki broytast uttan so, at londini vóru samd um tað.
Eftir kríggið varð 16. august 1945 gjørd valutasemja millum Danmark og Bretland um, at kursurin á einum sterlingpundi skuldi vera 19,34 kr, men semjan umfataði ikki Føroyar orsakað av semjuni frá 1940. Stjórnin læt Løgtingið vita, at tað hevði verið hentari, um føroyska krónan hevði sama virði sum tann danska. Løgtingið tók undir við hesum, og før-oyska krónan fekk sama virði sum tann danska frá 8. september 1945.
Men tá hevði rættiligt rok verið í Tinginum um málið. Tingið var soleiðis mannað, at Fólkaflokkurin hevði 12 tingmenn (frá Bartalsmessuvalinum 1943), Sambandsflokkurin 8 og Javnaðarflokkurin 5 tingmenn. Hesir báðir seinnu flokkarnir høvdu sostatt ein tingmann í meiriluta. Fólkafloksmenn mótmæltu avgerðini um pundið og fóru til hús. Thorstein Petersen las eina yvirlýsing upp, har mótmælt varð, at danir kravdu sama krónuvirði, áðrenn eitt løgtingsval hevði givið eina ábending um, hvussu tey ríkisrættarligu viðurskiftini fóru at vera í framtíðini. Flokkurin endaði yvirlýsingina við kravi um nýval sum skjótast.
Fólkaflokkurin metti krónuvirðið hava sera stóran týdning, tí flokkurin gekk við tonkum um at stovna ein landsbanka ? ein landsbanka, sum teir nú eru í ferð við at taka av.
Stjórnin bjóðaði føroyingum at veksla sterlingágóðan til kursvirðið 22,40 kr, um hetta varð gjørt fyri 8. september. Thorstein Petersen, sum var stjóri í Sjóvinnubankanum, vekslaði ikki bankans ágóða um, tí hann helt tað vera ómøguligt at siga, um danski búskapurin var farin um koll undir krígnum, og um vandi tí var fyri, at danska krónan fór at verða niðurskrivað heilt nógv. Krígsvinningurin hjá føroyingum hevði so farið fyri skeytið.
Sjóvinnubankin hevði um hetta mundið 635.000 pund til góðar í bretskum bankum. Skuldi bankin veksla til tann nýggja kursin, misti hann 3,06 kr. fyri hvørt pundið. Málið endaði í landsrættinum, og Sjóvinnubankin vann sakarmálið móti statinum, sum noyddist at gjalda bankanum útivið 2 mió.kr.
Um Løgtingið er at siga, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hildu við sínum 13 tingmonnum fram við fundinum. Eitt mál, sum var til viðgerðar, var um viðurskiftini Danmarkar og Føroya ímillum. Sambandsflokkurin vildi hava, at áðrenn tingingar vóru við stjórnina, skuldi fólkaatkvøða vera um spurningin ?Vilja tygum, at Føroyar verða loystar úr øllum sambandi við Danmark??
Javnaðarflokkurin vildi heldur hava nýval til Løgtingið. Uppskotið hjá Sambandsflokkinum fall, meðan allir 13, sum vóru á fundi, samtyktu uppskotið frá Javnaðarflokkinum um at skriva út nýval at vera 6. november 1945.
Tað, sum Fólkaflokkurin fekk burturúr at halda seg burtur, var, at hann var ikki við til at viðgera málið um fólkaatkvøðu ella nýval.
Boykottið í 1965
Eitt nokkso álvarsligt boykott hendi í Løgtinginum í 1965, meðan Sjálvstýrislandsstýrið sat. Á valinum 8. november 1958 vann Javnaðarflokkurin stórsigur og fekk 8 tingmenn av 30 móti 5 av 27 í 1954. Saman við Sambandsflokkinum og Gamla Sjálvstýrinum, sum flokkurin kallaðist tá, fekk Javnaðarflokkurin meiriluta og skipaði samgongu við Petur Mohr Dam úr Javnaðarflokkinum sum løgmanni.
Í 1962 fekk Javnaðarflokkurin aftur 8 tingmenn, hesaferð av 29 tilsamans. Sambandsflokkurin fekk 6 og Gamla Sjálvstýri 2. Tilsamans gav tað ein meiriluta uppá 16 av 29 tingmonnum.
Men Gamla Sjálvstýri skifti hest. Heldur enn at halda fram í gomlu samgonguni fór Gamla Sjálvstýrið upp í eina Sjálvstýrissamgongu. Aftan fyri hesa samgongu vóru Tjóðveldisflokkurin við 6 tingmonnum, Fólkaflokkurin við 6, Gamla Sjálvstýrið við 2 og Framburðsflokkurin við einum tingmanni, tilsamans 15 móti 14 í andstøðu.
Tað kom Sambandsflokkinum og heilt serliga Javnaðarflokkinum illa við, at teir vóru tiknir av ræði. Teir politikarar, sum mannaðu Tingið tá, høvdu teir flestu stríðst eitt hart stríð í 40-árunum. Tað sást aftur í orðaskiftinum og atburðinum teirra millum.
Í 1965 fekk so andstøðan tann rætta kjansin at vinna samgonguni neisir. Tingið kom sum vant saman á Ólavsøku, og tá helt løgmaður sína løgmansrøðu. So kom kinkur í. Ein tingmaður var burturstaddur vegna sjúku. Tá løgtingsformaðurin, sum var Sámal Petersen, skuldi seta Tingið, møtti andstøðan ? Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin ? ikki upp. Siður var tá, hóast tað ikki stóð í Tingskipanini, at Løgtingsfundur varð ikki settur uttan so, at meira enn helmingurin av tingmonnum var á fundi. Nú stóð 14 móti 14 ? helvtin av Tinginum møtti upp, hin helvtin ikki.
Hetta stóð við í fleiri dagar, hvussu nógvar veit eg ikki. Men 27. august tók løgtingsformaðurin avgerð um at seta tingfundin við 14 tingmonnum (helvtini), og tá varð uppskot til fíggjarlóg lagt fram. Tá formaðurin hevði sett fundin, komu allir hinir 14 inn í salin.
Soleiðis endaði tað boykottið.
Boykottið fríggjadagin
Alt hetta er søga og er nevnt sum dømi um tær fáu ferðir, tingmenn hava boykottað løgtingsarbeiðið. Nú komi eg fram til nútíðina. Fríggjadagin hendi so tað, at ein partur av andstøðuni, Tjóðveldisflokkurin og Miðflokkurin, brúkti ta elektronisku at-kvøðuskipanina til at boykotta tingarbeiðið. Fyrr var tað soleiðis, at ting-menn skuldu reisa seg at atkvøða fyri ella ímóti. Teir, sum sótu, greiddu ikki atkvøðu. Við hesi skipan kundi tað ikki hent, sum hendi fríggjadagin.
Tann nýggja, elektroniska atkvøðuskipanin virkar soleiðis, at tingmenn við at trýsta á ein knøtt ? teir eru tríggir at velja ímillum, ikki tveir, sum summi halda ? kunna atkvøða ?ja? ella ?nei? ella ?atkvøði ikki?. Í Tinginum fríggjadagin atkvøddu 20 tingmenn av 32 ja. Ein ? tingmaður Sjálvstýrisfloksins ? var uttandura. Tingmenninir hjá Tjóðveldisflokkinum og Miðflokkinum vildu ikki atkvøða. Tað hevði við sær, at atkvøðugreiðslan kundi ikki gerast liðug. Boykottið av tingarbeiðinum vardi í ein hálvan tíma.
Hetta líkist púra ongum. Tað stendur týðuliga og greitt í Tingskipanini, at ?Løgtingsmaður skal geva seg undir avgerð forman-sins?. Tí áttu allir tingmenn at atkvøtt, tá formaðurin segði, at teir skuldu atkvøða ? sama, hvat teir annars hildu um uppskotini, teir skuldu atkvøða um.
Tað einasta, Tjóðveldisflokkurin og Miðflokkurin fingu burtur úr hesum mótmæli, var, at føroyingar ivast í teirra seriøsiteti, og at tað nú stendur í gerðabók Løgtingsins, at ongin atkvøddi ímóti.
Málini
Málini, sum talan er um ? løgtingsmálini nr. 91 og 92 ? eru ein gudsjammurlig fløkja. Lógartekstirnir í føroysku ?lógini? og donsku lógini eru eins, men viðmerkingarnar samsvara als ikki. Orðið ?lóg? havi eg skrivað í gásareygum, tí sambært Heimastýrislógini kann Løgtingið samtykkja ?løgtingslógir?, men ikki ?lógir?. Hetta seinna hevur í danska ríkinum bara Fólkatingið heimild til. Tað má eisini vera ein spurningur, hvussu ?lógin? skal kunngerast. Í Heimastýrislógini stendur, at ?Tær av løgtinginum samtyktu og av landsstýrisins formanni staðfestu lógir verða nevndar løgtingslógir?, og talan er eisini um ?staðfesting løgtingslóganna?. Tað kundi bent á, at løgmaður kann staðfesta ?løgtingslógir?, men ikki ?lógir?. Hetta er so fyrst og fremst ein løgfrøðiligur spurningur.
Tað verður ov drúgt at fara ígjøgnum bæði málini, men eg havi hug til at draga fram tvey ting, sum eg haldi vera serliga áhugaverd í øllum hesum meldrinum: annað er eitt upprit frá løgfrøðingi hjá Løgtinginum, hitt er ein oddagrein í Dimmalætting.
Løgtingsmál nr. 91 er tann føroyska ?lógin?, nr. 92 er uppskot til ríkislógartilmæli um eisini at samtykkja ta donsku lógina við hennara viðmerkingum, sum ikki samsvara við føroysku viðmerkingarnar. Um hetta skrivar løgfrøðingurin hjá løgtinginum:
?Ger Løgtingið hinvegin av at samtykkja uppskotið til ríkislóg í løgtingsmáli nr. 92, so er ilt at finna svar upp á spurningin um, hvørja heimild uppskotið í løgtingsmáli nr. 91 hevur. Harumframt er uppskotið tá uttan meining og innihald.?
Hetta er eitt upprit til Formansskap Løgtingsins og eitt álvarsamt upprit. Har stendur, at um Løgtingið samtykkir uppskotið um ríkislógartilmælið, er innihaldið í uppskotinum frá Landsstýrinum einki vert. Basta.
Samstarv
Tað tykir mær løgið, at samgongan hevur slíkan skund at skrumbla hesi mál ígjøgnum. Eftir kríggið endaði stríðið um tey ríkisrættarligu viðurskiftini við, at ein tepur meiriluti á Tingi samtykti Heimastýrislógina. Síðani hevur eitt eljustríð verið um hesa lóg.
Nú trumfar ein meiriluti, sum er størri enn ta ferðina, eina nýggja skipan ígjøgnum, sum andstøðan ikki kann taka undir við. Skula vit so aftur ta næstu hálvu øldina gott og væl stríðast um innihaldið? Hava vit ongantíð hug til at royna at finna saman?
Tað kemur fyri, meira enn so, at eg eri mestsum fullsamdur við oddagreinunum í Dimmalætting. Oddagreinini seinasta fríggjakvøld 6. mai taki eg fult út undir við. Har stendur:
Tað er tí hugstoytandi at hoyra umboð fyri samgonguna kveistra allar royndir um at kjakast um innihaldið í lógini av borðinum_?
Og:
?Vit sakna eina frágreiðing um, hví ætlanin er at fáa Føroya Løgting at samtykkja tvær lógir, ið verða bygdar á tvær ymiskar grundgevingar.
Vit síggja longu nú ruðuleikan av hesi skipan.?
Og:
?Tíverri eru uppskotini ikki nóg góð. Tað átti at borið til at komið fram til eina orðing av skipanini, sum bar í sær, at tey, ið eru ímóti, einans hava eina politiska orsøk til at vera ímóti og ikki eina orsøk, ið botnar í beinleiðis ella óbeinleiðis løgfrøði og mis- og dupultfatanum.
Spurningurin er, um uppskotið, ið nú liggur á tingborði, er so virðismikið, at tað fyri ein og hvønn prís skal trumfast ígjøgnum nú, áðrenn tingið fer heim.
Hvat er tað, ið hastar??
Ja, hvat er tað, sum hevur so ovurhonds stóran skund? Málið er stórt. Er endamálið einans at vinna Tjóðveldisflokkinum neisur, er tað ikki nóg gott. Serliga er tað ikki nóg virðiligt fyri ein løgmann, sum jú er løgmaður fyri øll, eisini tjóðveldisfólk.
Eg haldi, at løgmaður og øll samgongan áttu at lurta eftir Dimmalætting: Bíðið eitt sindur við hesum málinum. Hetta hevur alstóran týdning fyri Føroya fólk, fyri møguleikanum at finna eina tjóðskaparliga fyribilssemju og fyri friðarligum viðurskiftum á politiska arbeiðsmarknaðinum.
Ikki rokni eg við, at ein endalig semja kann fáast. Sum tjóðveldismaður gangi eg út frá, at Tjóðveldisflokkurin gevst ikki, fyrr enn fullveldi av einum ella øðrum slag er stovnað.
Kortini haldi eg, at ein fyribilsskipan Danmarkar og Føroya ímillum kundi verið frægari enn Heimastýrislógin. Tí áttu løgmaður og allir floksformenninir at sett seg niður og í frið og náðum í nakrar mánaðir at roynt at funnið eina semju um eina fyribilsskipan.
Tað er mítt tilmæli.