Færri russiskar dronur sendar móti Ukraina í august

Hósdagin fara londini í Evropa, sum stuðla Ukraina móti russiska álopskrígnum, at fundast í Fraklandi

 

Tíðindastovan AFP hevur gjørt eina greining yvir talið av russiskum dronuálopum á Ukraina í august samanborið við aðrar mánaðir.

 

Greiningin vísir, at Russland sendi nógv færri dronur í august enn í juli.

 

Sambært ukrainsku loftverjuni framdi Russland tilsamans 4132 dronuálop móti Ukraina í august, og hetta er 34 prosent færri enn í juli, tá talið av dronuálopum setti met.

 

Hósdagin fara londini í Evropa, sum stuðla Ukraina móti russiska álopskrígnum, at fundast í Fraklandi.

 

- Evnið á fundinum verður trygarváttanir til Ukraina og mótviljin hjá Russlandi at fara undir eina friðartilgongd, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.