Búskaparráðið sigur, at millum annað hevur stóra tilflytingin gjørt, at tað hava verið fleiri um boðið at keypa sethúsini.
–Trot á arbeiðsmegi í byggivinnuni, dýrkaður byggikostnaður, avmarkað útboð av byggilendi, umframt at fleiri almennar verkætlanir hava verið settar í verk í senn, hava avmarkað útboðið av nýbygging av bústøðum og viðvirkað til at trýsta sethúsaprísirnir upp, tá ið eftirspurningurin hevur verið stórur.
Búskaparráðið metir tað vera neyðugt, at politiski myndugleikin tekur hesa avbjóðing í álvara við at gera sítt til at økja um útboðið av bústøðum og byggilendi til bústaðarbygging.