"Á morgni árla vit Guði lova". Vakri sálmurin, sum A.C. Evensen týddi úr norskum og H.J. Højgaard gjørdi lag til, fyllir Fríðrikskirkjuna á Toftum henda kavaklædda mikudag í februar.
"Á morgni árla vit Guði lova,
sum lærdi okkum so trygt at sova
í Jesu navni um náttartíð
sum børn á armi hjá móður blíð."
Síggi fyri mær mannin, sum liggur í hvítu kistuni frammi í kirkjuni. Ljóslivandi. Júst komin aftur av skipi. Hugagóður og fullur av lívi stendur hann og syngur í kórinum hjá lokala meistaranum Hans J. Højgaard. Vakra tenorrøddin klingar so væl saman við hinum røddunum í kórinum.
Síggi hann fyri mær rokast í túninum, í stiganum, á tekjuni. Tað er so nógv hann vil náa meðan hann er heima millum túrarnar.
Ein sólstrála sær varisliga innar í kór. Og sníkir seg yvir til kistuna, sum glóvar so vakurt.
Hugsi, tað var løgið at Hans Mikkelsen, sum var so arbeiðssamur og fullur av lívi, skuldi fáa tað so strævið tey seinastu árini hann livdi her á fold. Sjúkan, sum varð staðfest í 1984, gjørdist hervilig. Breyt niður likamið, spakuliga, men miðvíst.
Men ta innaru sólstráluna megnaði sjúkan ongantíð at sløkkja. Hon var har javnt og samt. Og hóast ongin rødd var eftir í síðstuni, og hugurin viðhvørt var fráverandi, ja so skilti tú altíð svarið, tá tú spurdi hvussu hann hevði tað. "Gott". Ongantíð hoyrdi tú hann gremja seg. Ongantíð. Tolsemið má vera Guðs størsta gáva, ikki minst í slíkari støðu sum Hans var í.
Hesi árini sjúkan hevur merkt hann, man Hans stundum hava reikað aftur í tíðina. Ja heilt aftur í barnaárini.
Faðirin Jákup Mikael mintist hann av góðum grundum ikki. Var bara eitt ára gamal tá hann druknaði í Íslandi við sluppini Onnu. Karolina í Torbisgerði var ein av einkjunum í Toftatúni, sum eftir hesa ræðuligu vanlukku sat einsamøll eftir við børnunum. Fýra vóru børnini. Tað yngsta bar hon undir belti tá maðurin doyði, og hann varð nevndur eftir pápanum.
Karolina var ein sonn arbeiðsrót. So mikið væl kláraði hon at breyðføða familjuna, at hon harumframt tók eina bróðurdóttir til fosturs.
Stóri dreymurin hjá lítla dronginum var at sleppa í handverkaralæru. Men so skuldi ikki verða. Tí so títt og knapt árini vóru nóg nógv og kreftirnar rukku, fekk Hans kjans við skipi. Og so bleiv hansara lívsyrki á sjónum.
Havi ofta hoyrt frá monnum, sum vóru til skips saman við Hans Mikkelsen, at ordiligari og reiðiligari manni hava teir ikki verið saman við. Lepar fylgdu ikki við tá Hans hevði verið uppi í leikinum. Ósjálvsøkin og ærukærur sum hann var, legði hann altíð fulla orku í uppgávuna, hvat tað so var.
Og teir ungu, sum fyrstu ferð vóru til skips, áttu í Hans altíð ein góðan vegleiðara og vin. Eisini eftir at hann hevði verið uppá skúla og sigldi sum bestimaður og hendinga ferð var skipari.
Í 1956 giftist Hans við Ingu Mariu, Inger, úr Gerðinum. Í Torbisgerði bygdu tey eitt gott og trygt heim, har teirra fýra børn vuksu upp. Inger røkti heimið til lýtar og stór var gleðin á teimum smáu, tá pápin kom heim. Tá hevði hann ofta verið burtur í eitt hálvt ár.
Sjálvt um Hans var ógviliga veikur seinastu tíðina, eydnaðist tað honum at vera heima í Torbisgerði nærum til tað síðsta. Við stórum trúfesti var Inger um mann sín. Hon hevði ikki gloymt lyftið hon gav tann dagin tey vórðu vígd í gomlu Nes kirkju.
Hans Mikkelsen var maður, ið gjørdi lítlan háva burtur úr sær sjálvum. Men hansara ídni og vinsemi gjørdu, at hann fylti nógv har hann var. Tað prógvaði stóri skarin, ið savnaðist í Fríðrikskirkjuni henda kavaklædda mikudag í februar.
"Øll tann mikla trongd og neyð,
sum tær foldarlívið beyð,
tykist tá sum dreymur ein,
nú er ævin long og rein."
Ærað verið minnið um Hans Mikkelsen av Toftum.
toftamaður










