lidnar vørur á virkinum. Og tað ger so aftur, at orka er ikki til annað. Nú ullarmóttøkan er í hæddini um summarið, verður heldur ikki tann nógva tíðin til framleiðslu. Hetta er ein strævin tíð, sigur Karin [...] roytt verður. Og tá verður ikki tíð til annað enn at taka ímóti og pakka í sekkir. Hugsandi er ikki um at skilja ella vaska. Ullin fer púra óviðgjørd til Englands. Hóast ynski er, at øll føroysk ull verður [...] verður brúkt, er bara føroysk. Alt verður loyst úr lagdi á Suðuroyar Ullavirki. »Alt verður gjørt undir sama taki. Frá tí, ullin kemur inn, til troyggjur og turriklæði, ella hvat nú finnast kann uppá eru liðug«
føroyski ferðslumálaráðharrin at samtala um viðurskiftini um kring Vága Floghavn. Ferðslumálaráðharrarnir báðir samdust um, at notat skuldi skrivast av embætisfólkum um øll viðurskifti viðvíkjandi flogvøllinum [...] dagliga flúgva um flogvøllin í Vágum, er av alstórum týdningi at fremja. Størri flogfar Føroyska flogfelagið sigur seg umhugsa at keypa størri flogfar av sama slagi nýtt verður í dag, um útbyggingarnar [...] verið skilagott at fingið eina loysn á øllum viðurskiftum um flogvøllin. ? Sum støðan er nú meta vit uppgávuna hjá dønum at vera at tryggja ferðsluna um flogvøllin og at flogvøllurin livir upp til øll krøv
merking, men ein excellens í handilsligum týdningi, ið bert kemur, um tú ert frægur, ella kanska bestur á tínum øki. Tú ert altso suverenur, um t.d. aðrar fyritøkur vilja hava teg. Tískil segði menningarstjórin [...] verður heima við grúgvuna fær ikki nógva vitan um seg sjálvan, bert mistreysti, segði Kjartan L. Kristiansen, og bað tey lesandi í salinum ikki bert hugsa um ta almennu umsitingina, tá tey komu heim, tí [...] framtíðini at álagt almennum stovnum, um vøran var kappingarfør, at keypt føroyska kunningartøkni. Men hann væntaði at trupult fór at verða at fáa fólkini at støðast í Føroyum, um lønirnar verða hægri í grannalondunum
ljóðar undarligt, at NM skal vera í Onglandi, og tað hevur áður verið hildið fast um, at kappingin ikki skuldi fara út um Norðurlond. Ongland hevur verið fastur fúsur í kappingini í mong ár, og nú er so [...] akkurát sum landsliðið hjá Allani Simonsen plagar at gera ? og ivaleyst fara fleiri av hesum dreingjunum um nøkur ár at smakka a-landsliðsfótbólt. Tað verður í hvussu so er gjørt nógv fyri at geva teimum royndirnar [...] vølli í Gundadali. Teir taptu allar ferðirnar, og tað er sjálvandi ongantíð hugaligt at tapa, sjálvt um ósigrarnir ta ferðina vóru væl minni, enn teir so ofta hava verið áður. Meiri hugaligt var tað, at
at tað er ivasamt, um hann verður við í morgin. Oleif Joensen, sum var álit í miðverjuni, hevur ikki vant síðani summarsteðgin. ÍF-NSÍ Í NSÍ hava teir síðani flaggdagin iðra seg um, at tað ikki eydnaðist [...] taka av. Í Fuglafirði er fólkið tað sama, sum tað var undan summarsteðginum. Abraham Hansen fekk í vikuni ein snudd undir venjing. Í gjárkvøldið skuldu teir finna út av, um hann verður førur at spæla móti [...] av við hetta í bræði. HB hevur fingið Hans Jørgen Djurhuus úr B71, og hann fer at spæla í morgin ? um spæliloyvið verður fingið uppá pláss. Í Vági skulu teir royna at venda óhepnu gongdini. Magni Mohr
var stór kapping um næstfremsta plássið, og kappingin stóð millum Lóm og Gongurólv. Undan ólavsøkuróðrinum lógu tær umborð á Lómi til at vinna silvurmerkini, men tær mistu tey inn um ánna og fingu bro [...] fylgja við, men inn móti málinum vóru tær á Gongurólvi tær drúgvastu í kappingini um næstfremsta plássið. Tær rukku sama stigatali sum tær á Lómi, men plaseringarnar á ólavsøku gjørdu, at tær á Gongurólvi
snýttu FM vinnararnar av Argjum fyri sigurin á ólavsøku. Undan ólavsøku varð tað tosað ikki so lítið um, at tað var ikki óhugsandi, at teir umborð á Gullbrandi fóru at gera ein vørr. Á hinum stevnunum hevur
sum á jøvnum millum Havfrúnna og Ørnina, men so glapp og um enn munurin ikki var so ógvuliga stórur, so var eingin ivi um, at Ørnin fór fyrst um málið. Tá Ørnin í fjør vann FM noyddust tær í ólavsøkuróðrinum [...] ivi um fremsta, næstfremsta og triðja plássið. Gloppið aftur til Fípuna Føgru á fjórða plássinum var rættuliga stórt. Tíðirnar siga frá, at klaksvíksgentur vóru í harðari kapping við havnargentur um fjórða [...] teimum at koma uppí aftur FM kappingina, men at tær ikki vunnu í Fuglafirði hevði við sær, at avgerðin um endurvinning av FM ikki bara lá í teirra hondum, og í síðsta enda kostaði hetta FM heitið. Í innleiðandi
umborð á nýggja Eysturoyinginum vóru hesa ferð. Okkum kunnugt er málið tað sama, sum tað var tá, men um onkur veit okkurt annað um hetta, so eru tey væl komin at gera vart við seg. Útlendsku avbjóðingarnar [...] kappingini í vár, at teir halda, at teir komandi ár hava møguleika at blanda seg í stríðið um bestu plássini, og um líkindini vera til tað, so ætla teir í vetur og tíðliga komandi vár at gera so nógv við [...] i at vinna allar róðrarnar komandi ár og harvið at vinna øll ferðasteypini, sum tað verður kappast um á teimum seks stevnunum og í FM kappingini, til ognar. Fyritreytirnar fyri hesum tykjast at vera góðar
talt saman, skarst tað so mikið væl, at tær fóru norður aftur við bronsukrónum um hálsin. Kanska hetta fer at kveikja um áhugan og leypa brell á, so fleiri manningar úr Klaksvík fara at royna seg komandi [...] . Meiri merkisvert er tað, tá einstakar bygdir gera nógv um seg. Eitt er, at ein manning av bygd skarar framúr, nakað annað er, tá ein og sama bygd mengar at gera seg galdandi í fleiri kappingum. Vestmanna [...] landinum, og á ólvasøku var um reppið, at vestmenningar av álvara gjørdu bart. Havfrúgvin við dreingjum vann ólavsøkuróðurin og FM heitið. Gentumanningin vann eisini FM, og tað var um reppið, at tær vunnu ó